fríggjadagur 17. juni 2011síða 62
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 69 · 17. juni 2011
22
VIKUSKIFTI
Bumbumál
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Ein Nato-kelda váttar fyri sjónvarpinum
CNN, at samgongan hevur umrøtt,
hvat hon skal gera, um tað vísir seg, at
herurin hjá Muammar Gaddafi brúkar
Leptis Magna sum vápnagoymslu. Sam
gongan hevur eisini tikið avgerð.
– Vit fara at søkja at hernaðarakførum,
aðrari hernaðarútgerð og tí hernaðar
liga samskiftiskervinum, sum hóttir
sivilfólkið í Libya, og vit fara at brúka
ta framferð, sum er neyðug, sigur
talsmaðurin við CNN. Sambært sjón
varpinum hevur Nato ikki fingið nakra
váttan fyri, at Gaddafi veruliga hevur
fjalt vápn ella aðra hernaðarútgerð í tí
søguliga býnum.
Óheppið
Leptis Magna er einar 120 kilometrar
eystan fyri høvuðsstaðin Tripoli og
sigst vera ein tann best varðveitti bý
urin frá rómverjatíðini. Har eru millum
annað ein stórur leikpallur og ein stórur
sigursbogi, og UNESCO hevur skrá
sett býin sum heimsarv, ið skal varð
veitast.
Nato-talsmaðurin Mike Bracken
viðgongur, at tað er óheppið, um
Gaddafi veruliga brúkar Leptis Magna
sum vápnagoymslu.
– Skulu vit søkja at onkrum støðum
har, noyðast vit at hugsa um fyrimunir
og vansar, sigur hann við CNN.
2500 ára gamal
Tað vóru fønikiumenn, sum grundløgdu
býin sum eina handilsstøð í 6. øld fyri
Kristi føðing. Í árinum 23 fyri Kristi
føðing gjørdist Leptis Magna partur
av tí rómverska Africa.
Rómverski keisarin Septimius
Severus varð borin í heim í býnum, og
meðan hann var keisari umleið ár 200
hevði Leptis Magna stóran framburð.
Millum annað fekk býurin eina havn
og ein sigursboga. Í fjórðu øld var aftur
stórur framburður í býnum, sum nú
gjørdist høvuðsstaður í økinum. Í 455
tóku vandalarnir býin, men Justinian
keisari endurreisti hann.
Seinni í tíðini hava fornfrøðingar
grivið fleiri av teimum stóru bygnings
verkunum út eitt nú sirkus og leikhús.
ST-stovnurin UNESCO hevur sett Leptis
Magna á listan við søguligum støðum,
sum verða roknað sum Heimsarvur og
tí skulu varðveitast.
Hetta kann vera
eitt bumbumál
hjá Nato
Uppreistrarmenninir í Libya vilja vera við, at herurin hjá Muammar
Gaddafi hevur fjalt vápn í tí søguliga býnum Leptis Magna. Býurin
er skrásettur sum Heimsarvur, men tað fer ikki at halda Nato-
flogførunum aftur, hava uppreistrarmenninir rætt
Tann meiri enn 2.500 ára gamli rómverjabýurin Leptis Magna kann gerast bumbumál hjá Nato
Tann stóri sigursbogin í Leptis Magna