fríggjadagur 17. juni 2011síða 63
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 69 · 17. juni 2011
23
VIKUSKIFTI
Tað hendir ...
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Brúka lokið!
Hetta er tíðin, tá ið vit draga grillini fram fyri at
gera mat. Jan og Miriam Glæsel hava verið við til
at skapa grillmentanina á okkara leiðum, og nú
hava tey skrivað eina nýggja bók við uppskriftum
og góðum ráðum til grillingina. Tey hava lært av
royndum og halda seg nú kunna geva betri ráð, enn
tey nakrantíð áður hava gjørt.
Miriam Glæsel &Jan Glæsel
Brug Låget Når Du Griller
Uppliv Lítlu Dímun
Aftur í ár fáa fólk at uppliva Lítlu Dímun. 18. og
19. juni verður skipað fyri sólseturtúri, sum byrjar
í Hvalba leygardagin kl. 14.00. Tá komið er út,
verður farið til gongu niðan á toppin. Á toppinum
verður yvirnáttað í stórum tjaldi. Um veðurgudarnir
er við, so ber til at síggja sólina seta seint á
kvøldið og rísa aftur um morgunin. Síðani verður
farið oman á renningina, har møguleiki verður
at síga niður av oynni, einar 50 m niður. Komið
verður aftur á Hvalba sunnudag. Umráðandi er at
ferðafólkið ikki hevur hæddarræðslu, og er í góðum
gonguskóm. Meira kunning á www.ldimun.com
Uppliv Lítlu Dímun
Leygardagin 18/6-Sunnudagin 19/6
Løgreglu
kvinnan Vera
Vit kenna Miss Marple, men bretsku
krimirøðirnar hava verið domineraðar av
mannligum politistum. Nú er ein kvinna í
høvuðsleikluti í nýggjari røð, sum eisini er
uppkallað eftir henni. Vera Stanhope er
miðaldrandi løgreglukvinna, sum gongur
høgt upp í arbeiðið hjá sær. Og hon dugir at
loysa fløkta morðgátur, hóast hon stundum
hevur hug at arbeiða nógv einsamøll. Fyrsta
sesong av røðini er komin út á dvd.
Vera
Sjónvarpsrøð
Priest fer
í hernað
Filmurin Priest gongur fyri seg í eini aðrari
verð, sum líkist okkara – og tó. Verðin er
merkt av drúgvum stríði millum menniskju
og vampýrar. Kríggið hevur hug at byrja
aftur, tá ið vampýrarnir taka eina unga
gentu sum gísla. Tiltikni stríðsmaðurin
Priest verður kallaður inn, tí gentan er í
familju við hann. Priest tekur stríðið upp við
vampýrarnir, men tað er lættari sagt enn
gjørt.
Priest
Biograffilmur
Frá hósdagin 16/6
Annað umfar í kappróðrinum
Um vikuskiftið er Sundalagsstevna, og tá verður eisini annað umfar í FM-kappróðrinum
hildið. Á norðoyastevna fyrst í mánaðinum fingu bátarnir fyrstu ábendingarnar um,
hvussu teir vóru fyri samanborið við aðrar bátar, og nú hava manningarnar havt tvær
vikur til at betra um sína rógving og form.
FM kappróður
Sundalagsstevna
Leygardagin 18/6 kl. 15.00
Dupult útgávukonsert
Guðrið Hansdóttir og Petur Pólson eru aktuell við nýggjum útgávum, og leygarkvøldið hava
tey bæði útgávukonsert í Sjónleikarhúsinum í Havn. Nýggja fløgan hjá Guðrið eitur Beyond
The Grey og kom út 3. Juni. Nýggja fløgan hjá Peturi eitur Transit og kom út 15. juni. Nú fáa
fólk høvi at hoyra nýggju sangirnar framførdar live.
Guðrið Hansdóttir og Petur Pólson
Sjónleikarhúsið í Havn
Leygarkvøldið 18/6 kl. 20.00