mánadagur 20. juni 2011síða 1
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. juni 2011 Nr. 70 85. árg. kr. 20,00
Kvinnur ráða
yvir egnum
kroppi s4
Havstovan:
Vil skerja
fiskidagar
s10-11
Fleiri
og størri
kamping
pláss s9
Mánadagur
20. juni 2011
Ítróttarblaðið
Kappróður
Alt um kappróðurin á Sundalags
stevnu um vikuskiftið
Kappróður s20-23
»Í ár verða teir føroyameistarar«
B36, við farliga álopsparinum, Jákup á Borg og Lukasz Cieslewicz
á odda, staðfesti sína oddastøðu við greiðum 41 sigri á KÍ
Fótbóltur s14-15
Heri Simonsen
Við at brenna trý brotsspørk í fyrra
hálvleiki í vodafonedystinum ímóti
HB við Margáir í Streymnesi hevur
EB/Streymur á margháttligan hátt
skrivað seg í fótbóltssøgubøkurnar.
Eingin í Føroyum veit um, at tað er
hent í fremstu fótbóltsdeildini áður,
at eitt lið hevur brent trý brots
spørk í sama hálvleiki, og tá enntá
innan fyri ein hálvan tíma. Alex
José dos Santos, Gert Hansen og
Arnbjørn Hansen brendu allir hvør
sítt brotsspark. Fyri EB/Streym
fekk tað ikki ítróttarligar fylgjur, tí
liðið vann kortini dystin ímóti HB,
tá samanum kom. Og tá skoraði
Arnbjørn Hansen enn tá tvey »van
lig mál« í seinna hálv leiki.
Copa America í 1999
Tann sum kortini er endaður í met
bókini hjá Guinness er fyrr ver andi
argentinski
landsliðs spæl arin,
Martin Palermo, sum í dysti ímóti
Kolumbia í Copa America enda
spælinum megnaði at brenna trý
brotsspørk. Tó vóru øll ikki brend
í sama hálvleiki. Eitt varð brent í
fyrra hálvleiki, og hini bæði vóru
brend í seinna hálvleiki. Tá hann
skeyt fyrsta brotssparkið rakti
bólt urin tvørstongina. Tað næsta
brots sparkið fór uppum, og tá hann
skeyt tað triðja brotssparkið vardi
Miguel Calero í tí kolombianska
mál inum fyri skotinum hjá Martini
Palermo.
Bo'ness FC í 1938
Fáir føroyingar munnu hava hoyrt
um skotska fótbóltsfelagið Bo'ness
FC, sum áðrenn seinna heimskríggj
spældi í tí næstbestu og triðbestu
skotsku fótbóltsdeildini. Í 1938
vann Bo'ness FC seg í finaluna í
Scottish Qualifying Cup, har mót
støðu liðið var Stranraer FC. Tá út
inti Bo'ness sama »roysnið« sum
EB/Streymur við at brenna trý
brots spørk í fyrra hálvleiki. Stutt
eftir fór liðið úr skotsku liguni. Í
dag er Bo'ness United, sum liðið nú
eitur eitt amatørlið. Um nakar livir
av teimum, sum spældu finaluna í
Scottish Qualifying Cup í 1938, so
kann viðkomandi so ugga seg við,
at nú hevur eitt lið úr Føroyum
gjørt teimum kunstin eftir.
EB/Streymur, Martin
Palermo og Bo'ness FC
Fótbóltur EB/Streymur er komið í eitt alternativt og øðrvísi fótbóltssøguligt
selskap við at brenna trý brotsspørk í einum hálvleiki
Søgulig hending við Margáir, tá EB/Streymur misbrúkti heili trý brotsspørk
Mynd: Álvur Haraldsen
12
síður
Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo | www.mp.fo
Maria Poulsen
KETILIN
JÄSPI-ketilin er kendur í
Før oyum. Við mest seld-
um ketlum á før oyska
markn að inum nýtist ikki
at siga meira...
JÄSPI-ketilin fáa tygum
hjá Mariu Poul sen.
RINGIÐ
312 000
Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo | www.mp.fo
Maria Poulsen
KETILIN
ÄSPI-ketilin er kendur í
r oyum. Við mest seld-
m ketlum á før oyska
markn að inum nýtist ikki
at siga meira...
JÄSPI-ketilin fáa tygum
hjá Mariu Poul sen.
K
JÄ
Fø
um
RINGIÐ
312 000
G
2 000
Vodafone bjóðar nú Frælsi kundum
at nýta talutíðina uttanlands
Les meira á vodafone.fo
Ferðafrælsi
farstøð
fyri 130
mió
Við árslok 2013 skal nýggj farstøð
standa klár vesturi í Vágum.
Føroyska samtakið, Faerport,
hevur vunnið rættin til arbeiðið
fyri nøsini á eitt nú Rambøll s12