Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. juni 2011 · Nr. 70 mánadagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyrr í ár kom Ferðavinnufelagið við frá­greið­ing sum vísti, at inn­tøk­ur­ nar av ferða­vinn­uni eru um­leið eina hálva mill­i­ard krón­ur. Hetta eru stór tøl – men Før­oya Ar­beiðs­gev­ar­ a­r­fel­ag sær nú fyri sær, at vit skulu tv­í­falda hesa innøku næstu tíggju ár­i­ni, men vís­ir á, sum vera man, at tað krev­ur, at væl og virðiliga verð­ ur stung­ið út í kortið. Tað er einki at ivast í, at Før­oy­ar hava nógv at bjóða sum ferð­a­mann­ a­land. Ikki minst í hesum døgum, nú rák­ið er, at fólk vilja ferðast í upp­run­a­kendum ferðamálum. Tað var eis­ini tað, sum ferðavinnan vísti á. Men tað krev­ur, at karm­ar­nir kring ferða­vinn­una eru í lagi. Seinastu árini tykist ferðavinnan at hava verið eitt satt politiskt být­ is­barn. Fyrst varð Ferð­a­ráð­ið lagt sam­an við Menn­ing­ar­stovuni – fyri síð­ani at verða nið­ur­lagt og lagt und­ir utt­an­rík­is­ráð­ið, sum nú er und­ir løg­manni. Nú eru so í­tøk­ i­lig­ar ætl­an­ir um at end­ur­stovna Ferða­ráð­ið, og so er bert at vóna, at frið­ur fer at valda, so ráð­ið og ikki minst vinn­an kann bretta upp um arm­ar og fara til arbeiðis. Taka vit ferðavinnuna sum heild, so skap­ar hon nógv ar­beiðs­pláss kring land­ið. Ikki minst í út­jað­ar­ a­num, har hon er eitt gott og sera kær­kom­ið vinn­u­ligt í­skoyti. Land­ ið hev­ur longu ein stóran leik­lut í vinn­uni, tí land­ið eig­ur meir­i­lut­an í báð­um teim­um stóru flutn­ings­ fel­øg­u­num, At­lants­flogi og Smyr­il Line. Hetta er gjørt, tí poli­tik­ar­ar halda tað vera neyð­ugt, at landið tryggj­ar flutn­ingsnetið, seinasti tá lands­stýrið bjargaði Smyril Line. Tað kunnu vera ymsar mein­ing­ ar um hetta. Men heilt víst er tað, at um land­ið ikki tók um end­an, so var einki sjó­vegis flutn­ings­sam­band, og tað hevði verið størsta ó­lukk­an fyri ferðavinnuna. Men tá so er, at vit hava tryggjað eitt al­ment flutn­ ings­sam­band til meg­in­land­ið, so átti boð­skap­ur­in hjá al­menna flutn­ ings­f­el­ag­num eisini at ver­ið at eggja ferða­fólk­um av meg­in­landi­num at koma til Før­oya at ferð­ast – og ikki til Ís­lands. Føroyar skulu sjálv­andi verða ferða­mál­ið, so kann Ísland vera í­skoyt­ið – og ikki øvugt. Vinnumálaráðið hevur fyrr boð­ að frá yms­um møg­u­leik­um ­fyri at gera tað høg­lig­ari at reka ferða­ vinnu, eitt nú við at broyta mvg-lóg­ i­na. Men slík upp­skot verða bara slongd út fyri ong­an­tíð at blíva til veru­leika. Tað er spell og styrkir ikki júst um á­lit mill­um poli­t­isku skip­an­ina og vinn­una. Men latið okkum gera boðskapin hjá Før­oya Ar­beiðs­gev­ar­a­ra­fel­ag til veru­leika, at vit gera alt fyri at tví­ falda hetta út­flutn­ings­virð­ið næstu 10 árini. Men tað krevur so eisini, at tað al­menna verður við til at fremja mark­naðarføringina av Føroyum sum ferð­a­manna­land. Annars kann slík ætlan ikki bera á mál. Eina milliard í inntøku av ferðavinnuni um 10 ár Ikki eiti á, sum formaðurin í Gamla Sjálv­stýr­i­num er far­ in at hóreiggja sær. At hann held­ur lítið um Lars Løkke Ras­mus­sen, for­sæt­is­ráð­ har­ra, kunn­gjørdi hann við at kalla hann eitt reyv­ar­hol á Face­book. Løkke tímir ikki at lesa grein, sum formaðurin í Fína­flokki hevur skrivað í fak­blað­num Juristen, og tað held­ur Kári lítið um. Við Dimm­a­lætt­ing og sjón­varp­ið sig­ur hann, at eingin í miðl­unum tímir at tosa við seg ella greiða frá hansara sjón­ar­ miðum, so hann fer at g e r a sítt egna blað. - Góði Kári. Tað er heilt sikk­urt irr­i­ter­ andi at verða ign­or­er­ að­ur. Men tað nyttar einki at verða illur við tey, sum ikki tíma at lurta – kanska orsøkin til tað er at finna hjá tær sjálv­um. Eini góð ráð skalt tú fáa higani: Ver ikki so sjálv­há­t­íð­ar­lig­ ur og sjálv­ klók­ur, fólk troyttast av slík­ um. Hví lurtar eingin eftir Kára? Tvífalda ferðavinnuinntøkur Næsta ár verður farið aftur til gomlu skipnanina, har tann yngsti presturin í føst­ um kalli, ið ikki áður hev­ur prædikað á ólavsøku, præ­ dik­ar tjóðdag Føroya. Tað sig­ur bispur á heimasíðuni hjá Fól­k­a­kirkjuni, har hann sam­stund­is boðar frá, at á ólav­søku í ár prædikar David Jo­hannesen, sóknarprestur í Vága prestagjaldi. David varð prestvígdur í 1977 og er so­ statt tann presturin í føst­um kalli, ið hevur hægsta starvs­ ald­ur í tænastu í Føroyum. Í 2012 verður tað Sím­un Persson Jacobsen, sókn­ar­ prestur í Sjóvar prestagjaldi, ið prædikar. - Um tað mundið, tá ið vit yvirtóku málsøkið fólka­ kirkj­an og í tíðini fram til 1. februar 2010, vóru nógv­a­r fyri­bils­loysn­ir í eini skift­ istíð. Træðrirnir eru fest­ir á so mongum øki, og nú kom so stundin, har ó­lav­søku­præd­i­ kan kemur aftur í sína gomlu og kendu legu, sigur bispur. Siðvenjan var, at tann yngsti presturin í føstum kalli, ið ikki áður hevur præd­ik­að á ólav­søku, præd­ ikar tjóð­dag Føroya. Eru fleiri ungir prestar, ið ikki hava prædikað á ólavsøku, so er tað tann av teim ungu við hægsta starvsaldri, ið præd­ikar. Í 2007 prædikaði Magnus B. Jørg­ensen, ið tá var yngsti prest­urin í kallinum. Í 2008 und­irritaði. Í 2009 fráfarni dómprósturin, Bjarni Bæk. Í 2010 Uni Næs, dómpróstur. - Vit hava altíð ein var­a­ mann (m/k), ið er fyrireikaður at prædika, um presturin fær for­fall. David hevur verið var­a­mað­ur tvinni ár á rað. Vit hava valt at enda fyri­ bils­tíð­ina virðiliga, so ein trú­fast­ur varamaður kemur til orð­anna, sigur Jógvan Fríð­riks­son, bispur. Hann vísir á, at bisp­ur hev­ur havt manna­gongd­ina rund­an um ólav­søku­præd­ik­ una til hoyr­ing­ar hjá Prest­ a­fel­ag­num. Nið­ur­støð­an er greið. Ein samd nevnd mælir til, at vit fara aftur til gomlu skipanina. - Vit hava eina opna, lurt­ andi og fólkaræðisliga skip­ aða leiðslu í fólkakirkjuni. Bi­sk­up­ur fegnast um, at hes­in leistur tykist at virka. Tað er ein styrki, at nevndu hug­tøk ­í samvinnu við op­ in­leika og gjøgnumskygni eru megintræðrir í leiðslu og skip­an, sigur hann.. David Johannesen prædikar á ólavsøku Seinasti dino­ saururin Heðin Mortensen kjak á síðu 27 Ískoyti til s­t­jó­rn­ ar­skipan Uni Arge kjak á síðu 28