Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. juni 2011 · Nr. 70 6 Sosialurin Leo Poulsen 22. november í fjør kom ein kvinna fyrst í 40’unum koyrandi norðureftir lands­ vegnum í Kollafirði. Snarað um Kjalnestanga sigur kvinnan seg ikki minnast, hvat hendi, fyrr enn hon hevði rent á ein buss, sum stóð og bíðaði eftir at sleppa út á landsvegin frá bygdar­ vegnum norðast í Kollafirði. Kvinnan var farin úr Havn og skuldi til Eiðis. Við sær í bilinum hevði hon 11 ára gamla son sín. Hon greiddi í rættinum í dag frá, at hon var køld, tá hon setti seg inn í bilin, og tí skrúvaði hon frá hita­ num. Hetta førdi til, at hon kendis eg móða, tá hon kom úr Kollfjarðatunlinum, og koyrdi tí inn á stegði­ pláss­ið beint áðrenn rund­ koyringina. Har durvaði hon í einar 15-20 minuttir, men kendis eg fríska, tá hon aftur fór at koyra. Men sum nevnt misti hon minnið heilt, tá hon hevði snarað um Kjalnestanga, og visti tí einki um, hví hon hevði koyrt yvir í skeiva koyribreyt og inn í bussin. Kvinnan greiddi frá, at hon fór í panikk, tí hon slapp ikki úr bilinum, og hon helt, at eldur var komin í. Airbags­ ini blástust út, og hurðin bil­ føraramegin fekst ikki upp. Sonurin slapp tó út sínu megin, og bað mammuna sleppa sær út tan vegin. Bussurin fekk rættiliga stóran skaða, og bilurin fór sum vera man eisini rættiliga illa. Ikki lisið frágreiðingina Eisini bussførarin varð førdur sum vitni, og í báðum vitnisfrágreiðingunum kom fram, at hvørki ákærda kvinnan ella buss­førar­in høvdu sæð vitnis­frá­greið­ ing­ar­nar hjá politi­num. Tað merkti, at fleiri av pástand­ unum hjá ákæranum vórðu vístir aftur, bæði av ákærdu kvinnuni og av bussføraranum. Ákæran bygdi í stóran mun á skeivu fatanina av, at kvinnan hevði havt náttarvakt náttina fyri, og at tað var orsøkin til, at hon var troytt. Men ein váttan frá arbeiðsgevaranum prógvaði, at hetta ikki var so. Politiið tosaði eisini við bussføraran á staðnum. Men tá tað í politirapportini stóð, at bussførarin skuldi havt sagt, at bilurin koyrdi ikki undir 80 kilometrar, so eigur bussførarin ikki hesi orðini. Hann greiddi frá, at hann als ikki ansaði bilinum, tí hann hugdi hinvegin. Bilurin rendi á bussin í somu løtu, sum hann vendi sær við aftur. Stoyturin hevur verið so mikið stórur, at bussurin flutti seg, men eingi av teimum 15-20 børnunum – í aldrinum 7-10 ár – fingu kortini nakran skaða av hendingini, tó at onkur fóru til lækna til kanningar. Ákærin segði í prose­ duruni, at uttan mun til, at kvinnan ikki hevði verið á náttarvakt náttina fyri, so var hon móð av onkrum ávum, og átti tí at verða dømd eftir paragraffini um koyring undir sygdom, svækkelse, mangel af søvn ella under indflydelse af anden slags. Revsingin átti at verða treytaleys frádøming av koyrikortinum í eitt ár og ein bót svarandi til eina mánaðarløn, netto, á 9.500 krónur. Verjin helt hinvegin ikki, at tað kundi koma upp á tal við treytaleysari frádøming av koyrikortinum, men hevði annars ongar viðmerkingar til bótina. Leo Poulsen Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at góðir møguleikar eru at vaksa um ferða­vinn­ una í Føroyum, so hon verður ein støðugt størri partur av búskapinum. Íkastið frá ferða­vinnuni er longu stórt, og vinnan skapar arbeiði til nógvar hendur. Hon spjað­ir inn­tøk­ur til ymsar vinnu­ grein­ar, skundar undir flutn­ing­in millum lond og innan­oyggja og fjøltáttar gist­ingar­møgu­leik­arnar í Føroyum. Ferðavinnupolitikkurin hevur tó seinnu árini verið ógreiður, og hann hevur ikki skundað undir framburð í vinnuni. Heldur hevur hann køvt hann. Tørvur er á breiðari semju í løgtinginum um karmar og mál, ið kunnu skapa vøkstur og støðugleika í ferðavinnuni. Ferðavinnufelagið hevur staðfest, at útflutningsvirðið í flutnings- og ferðavinnuni árliga er um hálva milliard krónur. Føroya Arbeiðsgevara­ felag heldur, at eitt hósk­andi mál kundi verið at tvífaldað hetta útflutnings­virðið næstu 10 árini. Arbeiðs­ gevarafelagið heldur eisini, at tað almenna eig­ur at taka tøk til tess at fremja marknaðar­ før­ing­ina av Føroyum sum ferðamannaland. Hvør sær eru ferðavinnufyritøkurnar í landinum ov smáar at standa fyri hesum arbeiði, og tí má tað almenna ganga á odda. Í dynamiska eind Yvirskipaða politiska ábyrgd­ in fyri ferða­vinnu­økinum í Føroyum eigur at liggja í einum komandi vinnu­ málaráði, sum umsitur øll vinnumál. Vinnumálaráðið eigur at hava eftirlit við, at ferðavinnupolitikkurin verður hildin, og markn­ aðarføring og menning av ferða­vinnu­tænastum eiga at verða skipað í eina sjálv­ støðuga dynamiska eind undir ráðnum. Hendan dynamiska eindin skal í tøttum samstarvi við vinnuna standa fyri felags marknaðarføring av Føroyum og lutvíst eisini fíggja hana. Neyðugt er, at eindin fær frælsi at gera langtíðarætlanir og avtalur. Dømi um hetta síggjast bæði í Danmark og Íslandi, og Grønland hevur eina skipan, har Greenland Tourism arbeiðir við eini kendari fíggjarætlan yvir trý ár. Føroya Arbeiðsgevara­ felag heldur, at tað sama eigur at verða gjørt í Føroy­um. Felagið heldur eisini, at almenn gjøld og skipanir annars, sum virka køvandi fyri menningina av ferðavinnuni, eiga at verða avtikin, og at aðrar skipanir at menna vinnuna skulu setast í verk. Havast skal í huga, at langt er frá meginlandinum til Føroya, og fólkagrundarlagið at bera kostnaðin fyri ferðing er lítið. Skal minkast um kostnað og prísir á ferðingini, ræður um at eggja til meiri ferðslu heldur enn at køva ferðahugin, og at avtaka avgjøldini er ein háttur til tess, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sigur Vinnuhúsið á heimasíðu síni. Ákæruvaldið krevur koyrikortið Kvinnan, sum í november í fjør rendi á ein buss í Kollafirði, var sambært ákæruvaldinum troytt vegna sjúku, doyving, mangul upp á svøvn ella av øðrum ávum doyvd. Tað passar ikki, sigur verjin Langtíðarmál mugu setast fyri ferðavinnuna Føroyar hava nógv at bjóða sum ferðamannaland, tí rákið er, at fólk vilja ferðast í upprunakendum ferðamálum. Men karmarnir um ferðavinnuna mugu vera í lagi. Ógreiða politiska kósin seinastu árini hevur køvt framburðin, ið átti at verið í ferðavinnuni. Semja má skapast um langtíðarmál fyri vinnuna, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag Tað var í hesum bilinum, at kvinnan koyrdi inn í bussin. Sum sæst fórst bilurin rímiliga illa Mynd: Jens Kristian Vang