Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. juni 2011 · Nr. 70 8 Sosialurin Eirikur Lindenskov – BankNordik hevur í dag fullført eina væleydnaða láns­brævatekning av hy­ brid­um kjarnukapitali og ábyrgdarláni í samband við avtalaðu yvirtøkuna av sunna partinum av Amagerbanken. Meginparturin av privat teknaðu lánsbrævaútgávuni er keyptur av stovnsligum íleggjarum í Danmark. Tað sigur bankin í tíðindaskrivi í morgun. BankNordik hevur giv­ ið út lánsbrøv fyri 600 mió. kr og harvið styrkt sítt kapitalgrundarlag. Láns­ brøv­ini eru givin út sum hybridur kjarnukapitalur og ábyrgdarlán og eru tí partur av bankans samlaða kapital­ grundarlagi. Upprunaliga ætlaði bankin at geva út lánsbrøv fyri 550 mió.kr, men av tí at áhugin fyri láns­ brøvunum var so stórur, valdi bankin at geva fleiri láns­brøv út. BankNordik hevði ein solvens uppá 17 prosent eftir fyrsta ársfjórðing 2011. Eftir yvirtøkuna av sunnu pørtunum av Amagerbanken og tilknýttu lántøkuna verð­ ur solvensurin umleið 15 prosent. – Vit eru glað fyri undir­ tøk­una, sum yvirtøkan av Amagerbanken hevur fing­ið frá eini røð av pro­ fessio­nellum íleggjarum. Áðr­enn vit tóku avgerð um at keypa Amagerbanken, fingu vit tilsøgn frá fleiri stovnsligum íleggjarum til ætlaðu lánsbrævaútgávuna. Nú kunnu vit staðfesta, at undirtøka er fyri okkara ætlan, og hetta er prógvað við eini munadyggari tekning av teimum lánsbrøvum, sum vórðu boðin út, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik. Av nýteknaðu ábyrgdar­ lánsbrøvunum hevur Amager­banken av 2011 A/S (eitt felag undir Finansiel Stabilitet) teknað seg fyri 300 milliónir, sambært avtalu um yvirtøku av Amagerbanken. Tá ið avtalan við Finansiel Stabilitet um yvirtøku av sunnu pørtunum av Amag­er­banken varð kunn­ gjørd 18. mai 2011, upplýsti BankNordik, at økta virk­ semið varð tengt at, at bank­ ans kapitalgrundarlag bleiv styrkt. Orsøkin er, at tað hevur verið og framhaldandi er ein partur av bankans stra­tegi at hava eitt sterkt kapi­talgrundarlag og eitt gott gjaldføri. Íroknað nýggja kapitalin og áður upptikna hybridláni frá danska statinum verð­ ur solvensur bankans eft­ ir yvirtøkuna umleið 15 prosent, sum er ein hósk­ andi yvirdekningur í mun til lógarkravið, sum er 8 pro­sent. Fyriuttan nýggja kapi­talin og hybridláni er kjarnukapitalprosent bank­ans 9,6. Í samband við láns­brævaútgávuna hevur bankin gjørt av at avmarka útgjaldið av vinningsbýti til 10 prosent av árliga netto­ úrslitinum, tó ikki meira enn 10 mió. kr. árliga, so leingi sum kjarnukapitalprosent bankans fyriuttan hybridlán er undir 10. Við keypinum av sunnu pørtunum av Amagerbanken fær BankNordik umleið 90.000 nýggjar kundar um­ framt innlán og útlan uppá 5 mia. kr. Yvirtøkan fer at økja innlánsyvirskotið hjá BankNordik við 1,1 milliard krónum, soleiðis at tað nú er 1,6 milliardir krónur. Sam­ stundis verður bankans váða­spjaðing betrað – bæði landafrøðiliga og á ymisk virkis­øki. Yvirtøkan av sunnu pørt­ unum av Amagerbanken verð­ur væntandi endaliga av­greidd um stutta tíð. Seldu fyri 50 milliónir meira enn ætlað BÚSKAPAUR Stórur áhugi var fyri at tekna lánsbrøv í BankNordik til at fíggja yvirtøkuna av Amagerbanken. BankNordik hevur harvið styrkt kapitalgrundarlagið við 600 mió. kr. og broytir eisini sín politikk í samband við vinningsbýti