Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 20. juni 2011 · Nr. 70 Sosialurin Snorri Brend "Tey ferðandi seta stór krøv til góðsku, veitingar og ikki minst upplivingar. Tí er neyð­ ugt at vit veita teimum ta bestu tænastuna - eisini hjá teimum sum velja at búgva á kampingsplássunum kring landið". Soleiðis varð tikið til í eini leiðbeining, sum SamVit gav út fyri trimum árum síðani. Henda varð gjørd við tí í hyggju at hjálpa teimum sum umghusaðu at fara undir eina slíka ætlan. Alt skuldi nevniliga gerast fyri, at hesi tjaldingarplássini og kampingsplássini skulu standa mát, og eisini fyri at tey ferðandi skulu koma aftur higar aftur og aftur. Henda frágreiðingin varð gjørd í 2008, men síðani tá hava fleiri slík pláss sæð dag­sins ljós. Fleiri nýggj eru enntá komin aftrat í ár og helst koma eisini fleiri í áru­ num framyvir. Sambært teim nýggjastu tíðindunum verður nú møgu­ligt at fara á eitt kamp­ ingspláss á so vøkrum støð­ um sum Haldórsvík, Elduvík, Æðuvík og í Hvalba. Eitt annað slíkt í meiri stórbærum umstøðum er tað, sum verður klárt í Skálavík í næsta mánaði. Hetta verð­ur knýtt at Frítíðar- og Skeiðs­ deplinum í bygdini, við góð­ um møguleikum bæði til tjald­ing og kampingvognar. Fyri at tryggja at øll hesi lúka bæði krøv og ynski frá ferðafólki, ynskti ein frá SamVit, sum tað tá kallaðist, at gera hesa leiðbeiningina soleiðis at tey verða so eins sum tilber. Í blaðnum fríggjadagin um­røddu vit eitt av kamp­ ingplássunum, sum hevur nógv ár á baki, men sum í mangar mátar treingir til eina dagføring. Góð umrøða Fyri SamVit var endamálið við eini slíkari lýsing eittans: At kunna lyfta kamping- og tjaldingarplássini upp á eitt hægri støði, soleiðis at hesi svara til tey í londunum rund­an um okkum. Fyri at røkka hesum máli, varð tí skotið upp at henda leiðbeiningin verður nýtt, tá stig verða tikin til at gera tjaldingarpláss í framtíðini. Fyri tey er púra greitt, at tjalding ikki beinleiðis er ein lønandi vinna, og er tískil meira at rokna sum ein tænasta, ið summar komm­ unur veita ferðafólki. – Henda tænasta er tó av stórum týdningi, tá hugsað verður um, hvussu ein vánalig umrøða av tjald­ ingarplássum í Føroyum kann skaða ferðavinnuna sum heild, verður sligið fast. Ein avgerandi fortreyt fyri at henda vinna kann ger­ast betri, og kanska løn­ andi í framtíðini er tí, at góðskan á teim einstøku tjald­ingarplássunum verður hækk­að. Lappaloysnir Tá talan er um tjalding og ferðavinnu er altíð ein spurn­ ingur um lønsemi. Ein heilt annar spurningur er hann um vernd av náttúruni. Vantandi góðska á okkara tjaldingarplássum, og ikki minst ólóglig tjalding er samstundis við til at dálka náttúruna. Neyðugt er tí at gera okk­ urt munagott, so at slepp­ ast kann burtur úr lappa­ loysnum, og arbeiða fram ímóti eini miðvísari savnan av orkuni. Uppskotið frá SamVit er tó, at ein heldur ger nøkur fá og góð tjaldingarpláss í Føroyum. Sum støðan er vorðin hesi seinastu trý árini, tykist gongdin at vera júst hin øvugta - at ein fær fleiri og smærri kampingspláss á hvørjum tanga. snorri@sosialurin.fo Kampingplássini mugu halda mát FERÐAVINNA – Okkara ynski er at Føroyar gerast sjálvt ferðamálið, og ikki eitt stað har ein bert steðgar á leiðini. Fólk skulu helst koma aftur og aftur, sigur SamVit, sum tað einaferð kallaðist. Endamálið er at betra um umstøðurnar hjá teimum sum ynskja at búgva á kampingsplássum og tjaldingarplássum kring landið. Fá ­ men góð pláss Fyri tey ið fáast við ferðavinnu, er eing­ in ivi um, at eitt al­ samt vaksandi tal av ferðafólki brúka tjald­ ing sum ferðar­hátt. Soleiðis sum um­ støðurnar hava verið, skuldi tí grundarlag verið til staðar fyri at gera tjaldingarpláss runt um í Føroyum. SamVit mælir í hes­ um sambandi millum annað til: AT kommunur og einstaklingar savna orkuna og gera nøkur fá og góð tjaldingar- og kamp­ingpláss í Før­ oyum AT myndugleikar og vinna, so sum flutningsfeløg, sam­starva um gerð av hesum plássum AT atlit verða tik­ in til náttúru og um­hvørvið, og at plássini eru so um­ hvørvisvinarlig sum gjørligt Vónin hjá SamVit var tí, at tilmælini í leið­beiningini vórðu fylgd. Í øðrum lagi var ynsk­ið at fáa samstarv mill­um ein­stak­lingar, komm­un­ur, vinnu og fe­løg um gerð av tjald­ingar- og kamp­ ing­pláss­um á altjóða viður­kendum støðið. – Verður hetta gjørt, kann væntast, at grundarlagið fyri einu­m munandi vøkstri hjá tí málbólk­ in­um, sum nýtir hetta slag av gisting, verður til staðar. – Hetta gevur so aft­ur grundarlag fyri, at vinna og mynd­ug­ leikar kunnu sam­ starva um at markn­ að­arføra Før­oy­ar sum eitt áhugavert tjald­ ingar- og kamping ferð­amál. – Í síðsta enda kundi hetta havt við sær, at Føroyar gerst sjálvt ferðamálið, og ikki bert ein stuttur steðgur á leiðini, vísir SamVit á. Tjaldingar- og kampingpláss á hægsta stigi Í leiðbeiningini vísir SamVit á Hvidbjerg Strand Camping, sum er eitt 5 stjørnað tjaldingar- og kamp­ ingpláss, ið eisini fevnir um útleigan av 5-stjørnaðum smáttum. Staðið bjóðar eina røð av frítíðarvirksemi til alla familjuna – uttan mun til veður. Plássið liggur við eina sandstrond, og hetta ger sjálvandi staðið til nakað heilt serligt. Afturat baðimøguleikum á og við strondina bjóðar staðið eisini eitt innandura baðiland, sum serliga er ætlað familjum. Staðið bjóðar millum annað: • 5-stjørnað kamping- og tjaldingarpláss • 5-stjørnaðar smáttur • Matstovu • Góð spælipláss til børnini • Innandura tropiskt baðiland • Tráðleyst internet • Útleigan av súkklum og bátum • Heitt vatn og brúsa í øllum smáttum, umframt felagsøki við somu hentleikum. Lýsingin vísir, at hetta staðið hevur enn meira enn tað, sum krevst fyri at fáa 5 stjørnur. Staðið telist tí eisini millum 5 tey fremstu tjaldingar- og kampingplássini í norðanlondum. Tá hugsað verður um baðiland o.l. má metast, at vit í Føroyum eiga at hugsa um verandi fasilitetir, og leggja tjaldingar- og kampingpláss nærindis hesum fasilitetum, soleiðis at hjávinningurin fyri eitt slíkt stað gerst so góður sum gjørligt. Vøkstur Verður nakað gjørt við kampingplássini kring landið, kann væntast, at grundarlagið fyri einum munandi vøkstri hjá tí málbólkinum, sum nýtir hetta slag av gisting (tilvildarlig mynd) Mynd: Jens Kristian Vang