Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. juni 2011 · Nr. 70 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Havstovan hevur latið landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Johan Dahl, sítt tilmæli um fiski­ dagar fyri komandi fiskiár. Stovnurin mælir í stuttum til at minka um veiðitrýstið eftir toski og hýsu við 25% í mun til tillutaðu dagarnar, og fiskidagarnir eftir upsa skulu helst minkast við 10%. Eilif Gaard, stjóri á Hav­ stovuni, sigur, at hýsu­ stovnurin er søguliga illa fyri, og lívfrøðiliga sæð hevði verið rættast at bann­að allari veiði eftir hýsu. – Fyri at verja hýsu og tosk mæla vit til, at fiski­ dagatalið hjá bólkunum í fiskidagaskipanini, ið serliga fiska tosk og hýsu, eiga at verða skerdir 25% av teimum tillutaðu døgunum. Her er talan um skip og bátar í bólki 3, 4 og 5. Stjórin sigur, at tað serliga er hýsan, sum er í botni. – Hýsustovnurin er ógvu­ liga lítil. Tað hevur ikki verið nøkur nevniverd tilgongd av hýsu í fleiri ár. Eilif Gaard vísir á, at toskastovnurin hevur verið í botni, men arbeiðir seg nú spakuliga uppeftir aftur. – Men toskastovnurin er framvegis ov lítil. Tann partur, sum tikin verður úr hesum stovni, er í hægra lægi. Tí er neyðugt, at fiski­ dagarnir verða minkaðir, so vit hava eitt meiri passaligt fiskidagatal, leggur hann aftrat. Praktiskt møguligt Havstovan og ICES eru ikki á einum máli um tilmælini um fiskidagar fyri komandi fiskiár, tá ræður um tosk og hýsu. – Okkara tilmæli er laga­ ligari enn tað, sum ICES sigur. ICES mælir til 30% niður­skurð - og vit mæla til 25%. Orsøkin til hetta er, at vit taka støði í teimum treytum, sum eru í sam­ felagnum. Vit royna at geva myndugleikunum eini ráð, sum teir kunnu seta í verk í praksis, sigur Eilif Gaard. Hóast stjórin á Hav­stov­ uni ásannar, at hóast upsa­ stovn­urin ikki er illa fyri, verður kortini mælt til skerj­ ingar á 10% hjá bólku­num 1 og 2, sum serliga fiska upsa. - Hetta er tí, at trýstið á upsastovnin verður mett at vera ov høgt. Upsastovnurin er ikki illa fyri, og tí tolir hann eina ávísa veiði. Tað er eingin trupulleiki har. Men trýstið á upsastovnin er ov høgt. Tí mæla vit til at skerja fiskidagarnar eftir upsa við 10% av tillutaðum døgum, sigur Eilif Gaard. Í sínum tilmæli um upsa, mælir ICES til ein niðurskurð í fiskidøgunum á heili 38%. Hetta samsvarar als ikki við tey 10%, sum Havstovan mælir til. Vit spurdu Eilif Gaard, hví munurin er so stórur? Havstovan mælir skerjingar í fiskid Søgan er hin sama. Havstovan mælir enn einaferð til skerjingar í talinum av fiskidøgum. Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, sigur, at neyðugt er at minka um fiskidagatalið eftir toski og hýsu, og helst skuldi veiðibann verið fyri hýsu. Upsastovnurin er væl fyri, men trýstið er ov stórt. Tí verður eisini mælt til at minka um veiðitrýstið eftir upsa - Hýsan er sera illa fyri, og toskastovnurin gongur spakuliga uppeftir, men er ikki nóg væl fyri enn, sigur Havstovan í sínum tilmæli til landsstýrismannin í fiskivinnumálum