mánadagur 20. juni 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 20. juni 2011 · Nr. 70
Sosialurin
til
døgum
– Tað er tí, vit halda, at
upsastovnurin er so mikið
væl fyri, at hann tolir eina
tillaging í veiðitrýsti yvir
nøkur ár. Upsastovnurin
er í stødd yvir tað markið,
sum verður sett. Men tað er
veiðitrýstið á upsastovni
num, sum er í hægra lagi.
Eina tíð enn
Um Føroyabanka sigur Hav
stovan, at her eigur veiði
bannið at vera galdandi
í eina tíð enn, og soleiðis
eigur vinnuligur fiskiskap
ur ikki at verða loyvdur á
Bankanum á grynri vatni
enn 200 metrar.
Eilif Gaard vísir á, at
toskastovnurin á Føroya
banka er ein stovnur fyri seg,
sum er skildur frá stovni
num á landgrunninum.
– Toskurin á Føroya
banka hevur ikki havt eina
stóra tilgongd í fleiri ár, og
tí er stovnurin framvegis
heilt lítil.
Stjórin á Havstovuni
vísir
á,
at
í
seinastu
kanning, sum Havstovan
hevur gjørt á Føroyabanka,
var ein ávísur bati at hóma.
– Vit halda, at um vit
geva Banknum frið eina
tíð aftrat, so er vón fyri, at
hann kemur uppaftur á eitt
støði, sum gevur meining.
Vit mæla tí til at bíða við at
fiska tosk á Føroyabanka
nakað aftrat, tí stovnurin
er ov lítil enn, sigur Eilif
Gaard.
Um
gýtingarfriðingar
mælir
Havstovan
eisini
til, at hesar fyri tosk á
landgrunninum og upsa
undir Føroyum eiga at
halda fram, og at smáfiska
leiðirnar eiga at friðast fyri
at verja yngru árgangirnar,
serliga av toski.
vilmund@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen
Eitt er, at stór skip koma
í føroyskan sjógv, sum
kunnu
taka
ímóti
og
frysta
nógvan
makrel
hjá teimum, sum fara at
veiða av felagskvotuni. Í
øðrum lagi hava vit Faroe
Pelagic í Kollafirði, sum
eisini er til reiðar at taka
ímóti við sínari arbeiðs-
og frystiorku.
Men tað er
ikki bara hetta, sum ger,
at Havsbrún í Fuglafirði
ikki væntar sær tær stóru
nøgdirnar, nú fyrri partur
av tveimum á leið líka stór
um felagskvotum - ella
"klumpum" - kann fiskast.
Odd Eliasen, leiðari á
fóðurdeildini hjá Havsbrún,
sigur, at virkið er ikki áhug
að í at keypa makrel til
fóðurframleiðslu,
sum
annars
kann
fara
til
frystingar og soleiðis til
mannaføði.
– Fyri umleið hálvum
triðja ári síðan samdust vit
við føroysku alivinnuna,
sum vit eru fóðurveitarar
til, at makrelur er ikki
partur av rávøruni undir
fiskafóðuri. Vit hava eina
góða sporførisskipan, har
vit til eina og hvørja tíð
kunnu skjalprógva, hvør
rávøran
undir
okkara
fóðurframleiðslu er.
Odd Eliasen vísir á, at
hvørki Havsbrún, føroyska
alivinnan, ei heldur før
oyska samfelagið, hevur
áhuga í eini møguligari
støðu,
har
umheimurin
leggur fóðurframleiðaran
ella føroysku alivinnuna
undir at brúka matfisk í
síni framleiðslu.
– Hetta snýr seg soleiðis
eisini
um
burðardygga
veiði og at brúka tilfeingið
á rættan hátt, leggur hann
aftrat.
Spurdur, hvør støðan hjá
virkinum er um skip, sum
annars landa til matna,
eisini hava fisk, sum ikki
lýkur matvørukrøv, sigur
Odd Eliasen, at tá er støðan
sjálvandi ein onnur.
– Men tá kunnu vit
framvegis
við
okkara
sporførisskipan
prógva,
at hetta ikki var fiskur,
sum
hevði
farið
til
matna
kortini,
sigur
hann.
Havsbrún er at kalla
einasti
fóðurveitari
til
føroysku alivinnuna, sum
hevur tørv á út við 70.000
tonsum av fóðuri um árið.
vilmund@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen
Í fleiri ár var hann líka sum
ovasti maður í fyritøkuni
Bakkafrost
fyri
smolt
alingini, men tað er hann
ikki longur.
Í dag er Leif
av Reyni ovasti leiðari fyri
smoltalingini hjá samtaki
num, og síðan eru dagligir
leiðarar á ymisku smolt
støðunum, sum Bakkafrost
eigur.
Tá Sosialurin hitti Hans
Jacobsen fríggjadagin, var
hann á veg Yvir á Dal, har
ein av smoltstøðunum hjá
felagnum eru.
Hans sigur, at dagligur
leiðari á hesi støðini er
yngri sonur hansara, 27 ára
gamli Rógvi Jacobsen.
– Eg eri framvegis uppi í,
tó at eg ikki leiði hetta virk
semi longur, men í dag geri
eg meiri, sum tað passar
mær, sigur hann brosandi.
Hans
Jacobsen
veit
at siga, at smoltstøðin
Yviri á Dal í ár helst fer at
framleiða tvær miljónir
smolt. Støðin er útbygd,
sum árini eru gingin og
kann í dag framleiða fleiri
smolt enn áður.
– Nú sjógvurin verður
endurnýttur í nógv størri
mun enn áður, eru eisini
betri
møguleikar
við
smoltalingini, leggur hann
aftrat.
Hans Jacobsen sigur,
at tá smoltstøðin Yviri
á Dal varð bygd í 1995,
varð hon projekterað til
500.000 smolt, og nú kann
framleiðslan tátta í tvær
miljónir smolt.
– Áður settu alistøðirnar
smolt út tvær ferðir um
árið, men nú verður smolt
sett úr at kalla alt árið, tó
kanska ikki í desember og
januar. Hans leggur aftrat,
at størsta smoltstøðin hjá
felagnum er á Viðareiði við
einum kapasiteti á næstan
tríggjar
miljónir
smolt
um árið. Hann væntar,
at Bakkafrost fer at seta
út millum 8 og 9 miljónir
smolt í ár.
– Hugurin er framvegis
líka góður, tó at eg ikki eri
nakar ársungi longur, sigur
fryntligi Hans Jacobsen,
primus motorurin aftanfyri
fyritøkuna, sum nú hevur
vaksið seg so stóra, at
eingin fyritøka í landinum,
sum fæst við fisk, er størri.
vilmund@sosialurin.fo
Makrelur ikki
til ídnað
Hóast stívliga 20.000 tons av makreli nú verða leysgivin í eini
felagskvotu at fiska frá á midnátt í kvøld, væntar Odd Eliasen
á Havsbrún ikki, at hetta fer at merkjast á virkinum í Fuglafirði.
Sama hevur stjórin í fyritøkuni, Bergur Poulsen, eisini sagt
Hugurin
líka góður
Hóast Hans Jacobsen, vanliga róptur Hans á
Bakka, næstu ferð fyllir 73 ár, er hann framvegis
virkin - um enn ikki á sama hátt sum áður
Hýsustovnurin
er ógvuliga lítil. Tað
hevur ikki verið nøkur
nevniverd tilgongd av
hýsu í fleiri ár
EILIF GAARD
- Veiðan eftir hýsu og toski eigur at minkast
við 25% og veiðan eftir upsa við 10%. Haraftrat
eiga gýtingarfriðingar og ungfiskur at verjast,
sigur Havstovan, har Eilif Gaard er stjóri