Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. juni 2011 · Nr. 70 12 Sosialurin Vælkomin til Vága Útbygging: Arbeiðið at útbyggja nýggju farstøðina í Vága Floghavn kann nú skjótt fara í gongd. Føroyska samtakið FAERPORT átti besta uppskotið, og fríggjadagin varð avtala undirskrivað við P/F Vága Floghavn. Arbeiðið skal ætlandi verða liðugt móti ársenda 2013 Orð: Rógvi Nybo Myndir: FAERPORT – Hetta er portrið hjá før­ oyingum út í heimin og hjá útlendingum inn til Føroya. Tað er umráandi at tú tekur væl móti fólki og tí er tað so umráandi, at tú eisini brúkar nakað at peningi upp á at byggja eina snotiliga flog­ havn. Tað heldur Árni Wint­ her, arkitektur. Saman við Selmar Nielsen Arkitekt­ar, Sofus M. Jakobsen ráðgev­ andi verkfrøðingar og LBF ráðgevandi verkfrøðingar eru Árni Winther Arkitektar samtakið FAERPORT, sum hevur fingið tillutað upp­ gávuna at standa fyri heildar­ ráðgevingini í samband við, at nýggja farstøðin skal projekterast og bjóðast út. Logistiskar avbjóðingar fyri framman Nú avtalan er undirskrivað millum P/F Vága Floghavn og FAERPORT, verður beint farið í gongd við at tillaga uppskotið og prosjektera arb­ eiðið. Sambært Árna Winther eru fleiri avbjóðingar, ið teir skulu snúgva seg rundan um. – Tann stóra avbjóðingin er, at meðan arbeiðið stendur við, skal alt virksemi á flog­ vøllinum haldast í gongd og órógvast sum minst, sam­ stundis sum at tað er ein hópur av trygdarkrøvum, ið skulu haldast, sigur Árni Winther. Ongum at siga eru hesi trygdarkrøvini ikki vorð­ in færri við árunum síðani yvirgangsálopini á World Trade Center fyri skjótt tíggju árum síðani. Ein liður í arbeiðinum hjá FAERPORT verður sostatt at syrgja fyri at loysa logistisku avbjóðingarnar soleiðis, at flogferðslan verður tarnað sum minst, meðan bæði mót­ tøku- og fráferðingarhøli, við­førishøli, verkstaður og eitt nú parkeringsøki verður bygt út. Bretar og barakkir Tá avgerðast skuldi hvør átti besta uppskotið, og harvið skuldi eiga rættin at standa fyri heildarráðgevingini, vóru tríggjar treytir, ið Vága Floghavn tilskilaði sær rætt­ in at meta um uppskotini eftir. Hesar vóru byggi­list­ arligu dygdini, kostnaðinum og skipanini av sjálvum arb­ eiðinum. Tá FAERPORT hevur gjørt sítt uppskot, hava teir lagt dent á, at nýggi terminalurin skal hóska væl inn í lendið við flogvøllin. Sum tað eisini sæst á myndunum, er miðskeiðis í bygninginum ein stór bogað konstruktión, ið verður nýgg­ ja fráfaringarhøllin í Vágum. – Tá vit hava gjørt upp­ skotið, hava vit havt í huga, at tað vóru bretar, ið bygdu flogvøllin. Eftir sær settu teir nógvar barakkir, ið høvdu somu bogaðu konstruktión, sum vit hava brúkt. Bogaði bygningurin vísir á bretska upprunan hjá flogvøllinum og líkist samstundis eini altjóða fráfaringarhøll, sigur Árni Winther. Liðugt í 2013 Tekningarnar á síðuni her eru sum sagt bert eitt upp­ skot til, hvussu framtíðar fráfaringarhøll í Vágum fer at síggja út. Nærri detaljurnar verða ásettar nú tá farið verður undir at prosjektera uppskotið endaligt, og av­ hongur hetta eisini av hvussu stórur endaligi kostnaðurin verður av at leingja flogvøllin. Í síðsta enda koma pengarnir úr sama posa. Arbeiðið at tillaga uppskotið og prosjekt­ era verður tó liðugt um sama mundið, sum æltanin er at verða liðugur við leinginina av flogvøllinum. – Og gongur sum ætlað, verður arbeiðið at útbyggja fráfaringarhølini liðugt móti ársenda í 2013, sigur Árni Winther. Hvat kostnaðurin á út­ byggingini verður, fær Árni Winther ikki avdúkað, men í skjølum, sum vórðu send út í sambandi við útbjóðingina í fjør, varð mælt til at nýta tilsamans 126 milliónir krón­ ur til at útbyggja sjálva far­ støðina, við eini óvissu á 14 milliónir krónur hvønn vegin. rogvi@sosialurin.fo Vága Floghavn 2013. – Vit hava havt bretar í huga, tá vit hava gjørt uppskotið, sigur Árni Winther, og vísir á, at konstruktiónin í miðjuni skal minna um barakkinar, bretar settu eftir sær. Arbeiðið skal vera liðugt móti ársenda 2013