Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. juni 2011 Ítróttarblaðið Kappróður Alt um kappróðurin á Sundalags­ stevnu um vikuskiftið Kappróður s20-23 »Í ár verða teir føroyameistarar« B36, við farliga álopsparinum, Jákup á Borg og Lukasz Cieslewicz á odda, staðfesti sína oddastøðu við greiðum 4-1 sigri á KÍ Fótbóltur s14-15 Heri Simonsen Við at brenna trý brotsspørk í fyrra hálvleiki í vodafonedystinum ímóti HB við Margáir í Streymnesi hevur EB/Streymur á margháttligan hátt skrivað seg í fótbóltssøgubøkurnar. Eingin í Føroyum veit um, at tað er hent í fremstu fótbóltsdeildini áður, at eitt lið hevur brent trý brots­ spørk í sama hálvleiki, og tá enntá innan­fyri ein hálvan tíma. Alex José dos Santos, Gert Hansen og Arnbjørn Hansen brendu allir hvør sítt brotsspark. Fyri EB/Streym fekk tað ikki ítróttarligar fylgjur, tí liðið vann kortini dystin ímóti HB, tá samanum kom. Og tá skoraði Arnbjørn Hansen enn­tá tvey »van­ lig mál« í seinna hálv­leiki. Copa America í 1999 Tann sum kortini er endaður í met­ bókini hjá Guinness er fyrr­ver­andi argentinski landsliðs­spæl­arin, Martin Palermo, sum í dysti ímóti Kolumbia í Copa America enda­ spælinum megnaði at brenna trý brotsspørk. Tó vóru øll ikki brend í sama hálvleiki. Eitt varð brent í fyrra hálvleiki, og hini bæði vóru brend í seinna hálvleiki. Tá hann skeyt fyrsta brotssparkið rakti bólt­urin tvørstongina. Tað næsta brots­sparkið fór uppum, og tá hann skeyt tað triðja brotssparkið vardi Miguel Calero í tí kolombianska mál­inum fyri skotinum hjá Martini Palermo. Bo'ness FC í 1938 Fáir føroyingar munnu hava hoyrt um skotska fótbóltsfelagið Bo'ness FC, sum áðrenn seinna heimskríggj spældi í tí næstbestu og triðbestu skotsku fótbóltsdeildini. Í 1938 vann Bo'ness FC seg í finaluna í Scottish Qualifying Cup, har mót­ støðu­liðið var Stranraer FC. Tá út­ inti Bo'ness sama »roysnið« sum EB/Streymur við at brenna trý brots­spørk í fyrra hálvleiki. Stutt eftir fór liðið úr skotsku liguni. Í dag er Bo'ness United, sum liðið nú eitur eitt amatørlið. Um nakar livir av teimum, sum spældu finaluna í Scottish Qualifying Cup í 1938, so kann viðkomandi so ugga seg við, at nú hevur eitt lið úr Føroyum gjørt teimum kunstin eftir. EB/Streymur, Martin Palermo og Bo'ness FC Fótbóltur EB/Streymur er komið í eitt alternativt og øðrvísi fótbóltssøguligt selskap við at brenna trý brotsspørk í einum hálvleiki Søgulig hending við Margáir, tá EB/Streymur misbrúkti heili trý brotsspørk Mynd: Álvur Haraldsen