mánadagur 20. juni 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. juni 2011 · Nr. 70
14
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge – Gundadalur
Ein lítil hálvur tími er farin av
dystinum í Gundadali og úr B36
skýlinum hoyrst sangur. »B36, B36
– í ár verða teir føroyameistarar.«
Lukasz Cieslewicz hevur júst lagt
árstalsfelagið á odda 2-0 og hóast
munurin ikki hevur verið so eyð
sýndur, so er álopið hjá B36 náði
leyst. Føroyameistara tult er at
hoyra um alt Gundadal, tí B36
hevur fatur á rætta endanum. Í
verjupartinum er tjúkt fyri. Jonas
Flint Rasmussen og Odmar Færø
eru sterkir sum oksar, meðan Høgni
Eysturoy og Símun Joensen røkja
sínar uppgávur væl á bakkunum.
Frammanfyri teir er ein blandingur
av stríðsmonnum, sum Klæmint
Matras, John Hansen, Ingi Højsted
og Heini í Skorini. Allir eru teir
sinnaðir at sveitta blóð fyri at verja
borg. Millum stríðsmenninar, eru
eisini tveir bóltsnillingar. Annar er
kendur gøtumaður og hevur eitt
framúr fríspark, meðan hin hevur
allar fortreytir fyri at gerast ein
av okkara heilt góðu miðvallarum.
Súni Olsen og Róaldur Jacobsen
hava báðir sínar styrkir við bólt
inum. Hvør í sínum lag eru teir
mangan keldan til góðar sendingar,
ið álopsparið, Lukasz Cieslewicz og
Jákup á Borg, skapa góðar møgu
leikar burtur úr. B36 hópurin er
nakað tunnur, men so leingi flestu
av hesum eru tøkir og spæla væl, so
er tað nógv, ið bendur á at árstals
felagið verður við til seinasta umfar
í oddastríðnum.
Ikki sama KÍ liðið
Tá KÍ seinast var í Gundadali vunnu
teir 4-1 á HB og alt bar til. Klaks
víkingar vunnu dystin um miðvøllin
og av tí sama, so vunnu teir dystin.
Men so var ikki í gjár. Høgni Madsen
og Nenad Stankovic stríddust á
miðvøllinum og nakrar ferðir komu
teir við góðum avleveringum, men
B36 miðvøllurin megnaði í fleiri
førum at steðga uppspælinum hjá
KÍ. Týdningarmiklasti maðurin
í tí skapandi spælinum hjá KÍ er
Hjalgrím Elttør. Hann hevði ikki
ein av sínum góðu dystum og end
aði við at verða fluttur á vinstra
vong, meðan hann móti HB fyri tað
mesta lá mitt fyri. Vóru KÍ hepnir,
so kundu teir eitt nú fingið brots
spark stutt fyri hálvleik og javnað.
Men sjálvt um munurin ikki var
so eyðsýndur, so tóktist B36 vera
omaná.
»Í ár verða teir
føroyameistarar«
Munurin á spælinum var ikki so
stórur, men munurin er á kvalitet
inum á ávísum plássum á vøllinum.
B36 hevur styrkt seg til hetta kapp
ingarárið og tí skulu teir eisini
verða sterkari enn eitt KÍ, sum
akkurát er flutt upp og hevur mál
at verða verandi í deildini. Tað var
eisini munurin í Gundadali í gjár.
B36 hevur nú eina grannauppgerð
eftir fyri summasteðgin og tapa teir
ikki tann dystin, so eru teir ósigr
aðir í fyrru hálvu. KÍ skal í sein
asta umfarium fyri steðgin spæla
í Gøtu.
trondur@sosialurin
»Í ár verða teir fø
Vodafonedeildin Soleiðis sungu
B36 viðhaldsfólkini í gjár, meðan liðið
hjá teimum enn eina ferð staðfesti, at
teir eiga eitt tað besta og mest livandi
álopsspældið í landinum. Lukasz Cieslewicz
skoraði trý, meðan síðu maðurin, Jákup
á Borg skoraði tað fjórða. Saman hava
teir ikki verið til at steðga í ár
Gott álopspar
Sera vandamikla álopsparið, Jákup
á Borg og Lukasz Cieslewicz stóðu
fyri málunum hjá oddaliðnum
Myndir: Álvur Haraldsen
B36
4
KÍ
1