Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 20. juni 2011 · Nr. 70 Sosialurin Ítróttarblaðið øroyameistarar« Tølini vísa greitt hvussu stóran týdning Jákup á Borg hevur fyri B36 liðið. Hann er við í nógvum og er sera ágangandi. Saman við Lukasz Cieslewicz eru teir eitt tað vandamiklasta álopsparið í landinum. Jákup hevur 17 rættar avleveringar í fyrra hálvleiki og 15 í seinna. Samanlagt er tað 32 rættar og sjey skeivar. Tað er nógv fyri ein áleypara, sum vanligt bara hevur nakrar fáar bólt­nertingar í einum dysti. Hinvegin, so hevur Jákup ikki so nógvar royndir á mál. Í fyrra hálv­leiki hevur hann onga roynd móti málinum hjá KÍ og tað vísur eisini hvør hansara leiklutir mangan er í uppspælinum. Hann er við í uppbyggjandi spæl­inum, men hann er ikki altíð tann, ið skjýtur upp á mál. Í seinna hálvleiki hevur hann fýra royndir á KÍ málið og ein av teim­um er málið er til 3-1, sum í nógvar mátar punkteranði dystin fyri KÍ. Tølini fyri nærdystir vísa eisini, at hann er ágangandi. Í fyrra hálvleiki er hann í horna­ tøkum fýra ferðir við mót­ støðu­leikarar og vinnur boltin. Í seinna hálvleiki er støð­an eitt sindur øðrvísi har tað vinnur tveir og tapur ein. Tað gekk ikki so væl hjá Jákupi við dribbl­ inginum í gjár. Hann royndi fimm ferðir at koma framvið ein­um mótstøðumanni, men ta eydn­aðist bara tvær ferður út av fimm royndum. Hjalgrím Elttør hevði ikki eins nógvar avleveringar sum Jákup. Hann hevði 22 rættar av­ leveringar og níggju skeivar. KÍ liðskiparin hevði ikki sín besta dyst, men í fyrra hálvleiki var hann við í nógvum. Hann hevur fleiri dribblingar enn Jákup. Av teimum níggju ferðinum Hjalgrím royndi at koma framvið ein­um mótstøðumanni, megnaði hann átta ferðir at koma fram fram­við. Í seinna hálvleiki datt Hjalgrím úr dystinum og serliga eftir útvísingina steðgaði KÍ upp. Samanlagt var Jákup á Borg omaná í dystinum millum teir báðar, men tað er eisini munur á at spæla við einum liðið, ið liggur nummar eitt og einum uppflytara. Jákup á Borg Avleveringar: Rættar 17 – 15 = 32 Skeivar 3 – 3 = 6 Nærdystur: Vunnin 4 – 2 = 6 Taptur 0 – 1 = 1 Dribblingar: Rættar 0 – 2 = 2 Skeivar 3 – 0 = 3 Skot: 0- 4 = 4 Skot á mál: 0 – 2 = 2 Mál: 0 – 1 = 1 Hjalgrím Elttør Avleveringar: Rættar 11 – 11 = 22 Skeivar 4 – 5 = 9 Nærdystur: Vunnin 4 – 1 = 5 Taptur 1 – 1 = 2 Dribblingar: Rættar 6 – 2 = 8 Skeivar 1 – 0 = 1 Skot: 2 – 0 = 1 Skot á mál: 1 – 0 = 1 Mál: 0 – 0 = 0 Jákup á Borg og Hjalgrím Elttør í tølum: Fyrri hálvleikur – Seinni hálvleikur = Samanlagt