Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. juni 2011 · Nr. 70 16 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge – Við Magáir Tað er púra kvirt meðan framherjin við 22 talinum rennir til bóltin og setur innaru síðuna á. Fyri triðju ferð upp á 28 minuttir hevur dóm­ arin, Rùni Gaardbo, bríkslað fyri brots­sparkið til EB/Streym, um­ framt at hann eisini hevur peikað á brotssparksplettin í hinum end­ anum. Marcin Dawid í HB málinum lenar seg til sína høgru í somu løtu sum Arnbjørn Hansen rakar bóltin. Skotið er eftir jørð, men ikki so hart. HB málverjin fær høgru hond á lága skotið og ongin trýr sínum egnum eygum. Bólturin fer umvegis stongina rullandi vekk frá málinum. EB/Streymur hevur upp á 28 minuttir brent trý brotsspørk – ótrúligt. Fróði tryggur Longu aftaná ein minutt verður bríkslað fyri brotssparki fyri fyrstu ferð. Marni Djurhuus heldur í Hans á Lag, sum fer umkoll. Fróði Benjaminsen umsetur brotssparkið til mál og HB hevur fingið eina dreyma byrjan. Men tá er so eisini alt sagt, tí eftir hetta setti EB/ Streym­ur seg á dystin og trýsti eitt tungt HB lið langt aftur á vøllin. Umframt brotsspørkini, so hevði EB/Streymur eisini aðrar risa møgu­ leikar. Størsta møguleikan hevði Arnbjørn Hansen, tá hann brádliga stóð leysur í fimm metr­inum, men hann sparkaði bóltin beint á Marcin Dawid í HB málinum. Brotsspørkini Tá dysturin er eitt korter gamal fer Sorin Anghel umkoll í HB brots­ teig­inum og dómarin bríkslar fyri brots­sparki. – Eg var kláur yvir, at tá vit fingu eitt brotsspark, ið eini støðu sum ikki verður dømt so oftani, so skuldi ikki so nógv til fyri at tað kom eitt í hinum endanum, sigur Julian Hansen, venjari hjá HB um fyrsta brots­sparkið hjá EB/Streymi. Alex dos Santos skjýtur, men Marcin Dawid hevur lisið hann av og bjargar. Eitt brent brotsspark er nú ikki so óvanligt. Tá fyrri hálv­ leikur er ein hálvan tíma gamal fær HB verjan ikki rudda vekk og bólt­ urin endar fyri føturnar á Paula G. Hansen, sum javnar fyri EB/Streym. Minuttin eftir verður Arnbjørn Hansen feldur av Marcin Dawid og nýtt brotsspark til EB/Streym. – Tað var ikki avgjørt framman­ undan hvør skuldi skjóta, men eg bjóðaði meg fram. Eg royndi at plas­ era bóltin, men hann fór eina sponn við síðuna av, sigur Gert Hansen eftir dystin við Rás2. Eisini Gert Hansen valdi at skjóta til høgru fyri Marcin Dawid. Hesa ferð valdi HB málverjin at tveita seg til sína vinstru, men bólturin trillaði framvið málinum. Tvey brend brotsspørk er eitt sindur serstakt. Løtu seinni verður brent á triðja sinni og dysturin er nú ein søgulig hending í føroyskum fótbólti. Arnbjørn avgerð Arnbjørn Hansen hevur brent brots­ spark og ein risa møguleika í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki er Arnbjørn aftur har sum vit kenna hann. Eftir langt innkast og eitt innlegg úr høgru endar bólturin fyri Søguligur dyst Vodafonedeildin EB/Streymur staðfesti á sundalagsstevu, at teir eru sinnaðir at geva B36 og Víkingi skarpan gang í stríðnum um gullheiðursmerkini í ár. HB er hinvegin í fullkomligari upploysn. Hóast EB/Streymur brendi trý brotsspørk í fyrra hálvleiki, so vann EB/Streymur greitt EB/Streymur 3 HB 1