mánadagur 20. juni 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 20. juni 2011 · Nr. 70
Sosialurin
Ítróttarblaðið
tur við Margáir
føturnar á landsliðsframherjanum.
Hann fær fótin á og bólturin snýtur
HB málverjan, sum má taka málið
á seg, hóast hann fleiri ferðir fram
til tá hevur bjargað HB. Tjúgu
minuttir fyri tíð avgerð Arnbjørn
Hansen dystin, sum í nógvar mátar
longu er avgjørdur, tí HB hevur
einki at bjóða uppá. Eftir frísparks
innlegg er Arnbjørn Hansen fyrstur
á og so er 3-1 og sundalagsstevnan
er bjargað.
Fegin Heðin
Heðin Askham var fegin eftir
dystin, men í hálvleikinum er tónin
ein annar.
– Eg haldi at vit eru greitt omaná
í fyrra hálvleiki og tað er forferdiligt
at vit ikki eru á odda við tveimum
ella trimum málum í hálvleikinum.
Eg gjørdi greitti hálvleikinum – í
ramasta álvara – at Egil á Bø skuldi
taka brotsspark um vit fingu eitt
afturat, sigur Heðin Askham eftir
dystin.
EB/Streymur hevur framvegis
møguleikan fyri at vinna greipuna
í ár. Liðið er í steypafinaluni og væl
við í oddastríðnum í landskapp
ingini.
HB einki at bjóða uppá
Summarsteðgurin kemur væl við
hjá HB, sum fullstendiga er steðga
upp. Spælið hongur ikki saman,
menn tykjast ikki vera í form og
liðið bleiv snøgt sagt hólvað av við
Margáir leygarkvøldið. Eitt er at
HB hevur vunnið meistaraheitið
tvey tey seinastu árini og tí ikki er
undir størri trýsti enn vanligt at
vinna, men avrikin í løtuni eru út
av lagi vánalig. Tað ljóðar, at HB í
gjár hevði nakað sum minnir um
ein kreppu fund og at bæði danskur
venjari og tveir leikarar eru áveg til
felagið. Um úrslitini vilja illa fyri
HB, so er møguleiki fyri, at HB fer
í summarferiu sum nummar átta,
um teir tapa grannauppgerðina
komandi leygardag.
trondur@sosialurin.fo
Uni Holm Johannesen
Heðin Askham fer at flenna, tá
hann verður spurdur nærri.
– Nei, tað passar avgjørt ikki.
Eg havi sáttmála við EB/Streym
fyri hetta kappingarárið, og
eg renni ikki undan ábyrgdini,
sigur hann.
Venjarin
hjá
EB/Streymi
vísir eisini aftur, at tað hevur
verið upp á tal, at hann gevst í
Sundalagnum.
– Satt at siga, eri eg bilsin av
hesum søgunum. Eg veit ikki,
hvar søgurnar stava frá. Eg fari
ongan veg, staðfestir Heðin
Askham.
Askham
er bilsin av
søgunum
Heðin Askham dugir ikki at siga,
hvar søgurnar um, at hann gevst sum
venjari í Sundalagnum, stava frá
Hóast trý brend brotsspørk, so kundu sundalagsmenn
fegnast um ein greiðan sigur á føroyameistarunum
Myndir: Álvur Haraldsen