Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. juni 2011 · Nr. 70 18 Sosialurin Ítróttarblaðið Heri Simonsen Hanus Jóhannesen, formaður í B71 ásannar, at støðan á stiga­ talvuni ikki boðar frá góðum. Spurdur um leiðslan í B71 kanska heldur skuldi gjørt sum leiðslan í AB gjørdi í 2010, og trimma hópin, og so taka ítróttarligu avleiðingarnar, svarar Hanus Jóhannesen, at tað ætla teir sær ikki. B71 fer at styrkja hópin við fýra spælarum, fyri at kunna bjarga sær tilveruni í Voda­ fone­deildini. Spurdur um talan er um eitt fíggjarligt ævin­týr, undirstrikar Hanus Jóhannesen, at tað er tað als ikki. Góðir stuðlar hjá felag­ num bera sín stóra part av byrðuni, fyri at kunna fíggja spælara­keypini í summar­ steðg­inum. Formað­urin í B71 er tó greiður yvir, at tað eru heili níggju stig upp til bjarging, og at tað kom dátt við hjá B71 at tapa ímóti júst ÍF, sum lá á næst­aftasta plássinum undan heimadystinum ímóti ÍF leygar­ dagin. Hanus Jóhannesen slær tó fast, at leiðslan í B71 fer kortini at gera sítt til, at B71 hevur ein hóp, sum kann røkka áttanda plássinum í Voda­fonedeildini. ÍF bøtti um málmunin Málturkur hevur verið ein afturvendandi trupuleiki hjá ÍF, og hava nýggju venjarar­ nir, Rúni Nolsøe og Símun Eliasen arbeitt nógv við hes­ um undir venjing. Áðrenn dystin í Traðardali á Sandi ímóti B71 leygardagin, hevði ÁF bert skotið 12 mál í 11 dystum. Umframt at bjarga sær trý sera týdningarmikil stig í niðurflytingarstríðnum, so bøtti ÍF eisini munandi um málmunin við einum 4-1 sigri. Longu í sjeynda minutti kom ÍF á sigurskós við málið sum Dánjal á Lakjuni skeyt. Í seinna hálvleiki økti fyrst til 2-0 við brotssparki. Fritleif í Lambanum skeyt sítt fyrsta mál í bestu fótbóltsdeildini mið­skeiðis í seinna hálvleiki, og tá 79 minuttir vóru farnir staðfesti Bogi Løkin sigurin. Ímóti dystarenda pyntaði Mohammed Tijani um úrs­litið, men tað kundi ikki burtur­ forklára, at B71 hevði verið vertur fyri bæði einum familju­ festivali, og einari málveitslu leygardagin. Settu seg á dystin Dánjal á Lakjuni hjá ÍF metti, at ÍF setti seg á dystin beinavegin: – Vit skora tíðliga í dystinum, og koyra á aftaná tað. Eg haldi sjálvur, at vit hava tað sum er av málmøguleikum í fyrra hálvleiki, har B71 kanska bara hevur ein málmøguleika allan fyrra hálvleik. Annars høvdu vit næstan alt sum varð á skránni, og stýrdu eisini spælinum. Vit livdu kanska eitt sindur vandamikið í byrjanini í seinna hálvleiki, har B71 kemur til nakrar málmøguleikar, men teirra veruliga stóra málmøgu­ leiki kemur beint aftaná, at vit hava skorað til 2-0, greiddi Dánjal á Lakjuni frá. Ein katastrofa Høgni Midjord hjá B71 helt, at tað var einki minni enn ein katastrofa, at teir í B71 taptu heimadystin ímóti næstaftasta liðnum í vodafonedeildini. – Vit ætlaðu at vinna á ÌF, men tað gekk ikki rættiliga, sum vit vildu tað, ásannaði Høgni Midjord aftaná dystin ímóti ÌF. Nú bíðar Høgni Midjord eins og allir aðrir B71-spælarar og fjepparar eftir, at nevndin við Hanusi Jóhannesen á odda styrkir um hópin, og vónina um at yvirliva í vodafonedeildini. heris@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Christian Høgni Jacobsen spældi høvuðsleiklutin í málveitsluni á Dungasandi í gjár. Framherjin, sum hevur verið millum mest eyðsýndu spælararnar í føroysku kappingini seinastu tvey kappingarárini, skjeyt bæði mál og syrgdi fyri, at við­leik­ ar­arnir fingu upplagdar mál­møgu­ leikar. Runavíkingurin er tann full­ komni einstaklingurin, sum er bólt­snillingur sum fáur í føroysku kapp­ingini. Fær ikki landsliðsboð Christian Høgni Jacobsen hevur mest sum ikki verið partur av lands­ liðshópinum, síðani Brian Kerr tók við sum føroyskur landsliðsvenjari. Sosialurin hevur áður fregnast um orsøkina, men tað er torført at fáa eitt greitt svar. Tað verður ofta sagt, at ein­ staklingar hóska ikki væl til før­ oyska landsliðið. At standa seg væl í føroysku kappingini er ikki ein sjálvsøgd borgan fyri plássi á landsliðnum. At seta Rógva Egilstoft Nielsen ella aðrar vága­ menn av, er ikki tað sama, sum at renna framvið nøkrum av heimsins bestu verjuspælarum. Tað er ein av orsøkunum, at Hans Pauli Samuelsen ongantíð hevur sær fast pláss í før­oyska landsliðshópinum. Christian Høgni Jacobsen hevur hin­vegin fleiri dygdir. Hann er dugna­ligur bóltspælari, umframt at hann er stríðshugaður. Brian Kerr hevur ikki runavíkingin í lands­ liðshópinum – spurningurin er hví. Vágamenn stríddust Tað var nær við, at 07 Vestur fekk eitt stig í gjár. Vágamenn vóru aftan fyri 1-4, men stríddu seg aftur upp á 4-4. Gestirnir úr Runavík fingu tvey mál seinastu løtuna. Rógvi Egilstoft Nielsen gjørdi sjálvmál, áðrenn Christian Høgni Jacobsen økti um leiðsl­una. Jóan Pauli Dahl Jakobsen, sum fyrr hevur verið millum stengurnar í B36, vardi málið hjá 07 Vestur hesaferð. Kristian Joensen, sum hevur verið málverji seinastu dyst­ irnar, er leigaður úr NSÍ, og hann kundi tískil ikki spæla. Jóan Pauli Dahl Jakobsen hevur verið í Dan­ mark seinastu mánaðirnar, men hann er nú í summarfrí. Tróndur Arge Við tveimum málum í fyrra hálv­ leiki megnaði Víkingur at halda fast um næstfremsta plássið í deild­ini. Avrikið móti B71 fyri viku síðan var ikki sannførandi og tí sóu fleiri B68 hava ein møguleika í hes­um dystinum. Men við málum frá Finni Justinussen og Erlingi Jacobsen megnaði Víkingur at fáa fult á Toftum. B68 royndi í seinna hálvleiki at trýsta og fingu eisini eitt mál, men Víkingur stóð sterkur og vann 1-0. Málið hjá B68 skoraði Stig-Roar Søbstad. trondur@sosialurin.fo B71 hevur ikki mist vónina Vodafonedeildin Hóast tað sær ógvuliga svart út á stigatalvuni, so fer B71 at styrkja seg til seinnu hálvu av kappingini í tí vón, at tað ber til at bjarga tilveruni í vodafonedeildini Tann fullkomni einstaklingurin Víkingur heldur fast Vodafonedeildin Hann skjýtur mál. Hann fer framvið mótstøðumonnum. Hann hevur avgerandi avleveringarnar. Hann stríðist og treiskast eftir bóltinum. Christian Høgni Jacobsen er millum teir bestu í føroyskum fótbólti Vodafonedeildin Víkingur vann í gjár torføru uppgerðina á Toftum við tveimum málum móti einum. Sigurin merkir, at Víkingur framvegis liggur á øðrum plássi tvey stig aftanfyri oddaliðið B36 07 Vestur 4 NSÍ 6 B68 1 Víkingur 2 B71 1 ÍF 4 MILLUM TEIR BESTU Christian Høgni Jacobsen hevur verið millum teir bestu í føroysku kappingini seinastu tvey árini Mynd: nsi.fo