Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. juni 2011 · Nr. 70 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Hvussu fer tað at hilnast, tá ið róðrarteinurin hjá 10-manna­før­ unum verður 2000 metrar og harvið 500 metrar longri, enn hann var á Norðoyastevnu. Hetta var ein av spurningunum undan næstu FM kappingini millum flaggskipini í kappróðrinum. Í Klaksvík vann Klaksvíkingur fyri fyrstu ferð í 41 ár í heimasjógvi, men sigurin var ógvuliga tepur. Ta ferðina var tað bara stavnurin á muni, eftir at Vestmenningur hevði verið frammanfyri allar 1500 metr­ arnar. Í Hósvík var einki at rafla um. Klaksvíkingur fekk betri start enn Vestmenningur og Hoyvíkingur, sum beinanvegin datt afturav og ongantíð gjørdi seg galdandi í kapp­ ingini. Vestmenningur royndi fleiri ferðir at bjóða av, men Klaksvíkingur hevði sinniliga yvirskotið og stýrdi kapp­ingini. Aftur og aftur hevur tað verið staðfest, at í slíkum støðum er tað ógvuliga torført at taka tann, sum er omaná, og soleiðis var tað eisini hesa ferð. Vestmenningur fór fyrri und­ an endaspurtin, og eina løtu tókt­ist tað sum um, munurin fór at styttast eitt sindur, men so svar­aði Klaksvíkingur aftur, og í endaspurtinum var eingin ivi. Við sann­førandi og trivaligum tøkum og als ongari ábending um, at vandi var á ferð, rann Klaksvíkingur frá Vestmenningi, og á málinum var munurin meiri enn ein bátslongd. Hagtølini siga, at vestmenningar eiga nógv fleiri sigrar í kappingini millum 10-mannaførini, enn klaks­ víkingar eiga. Vestmenningur hev­ ur ikki vunnið FM síðani í 2000, og eftir tvær av sjey FM kappingum er tað lítið, sum bendir á, at tað fer at eydnast í 2011. Hóast sera sannførandi avrik hesa ferð, so kanna klaksvíkingar sær sjálvandi ikki FM heitið. Tað resta framvegis fimm róðrar, og í fleiri av hinum kappingunum í Hós­vík sást, at tað ber væl til, at úrslitini eina ferð eru heilt øðrvísi, enn tey vóru frammanundan. Veruleiki er tað tó, at tað skal ganga so ógvuliga nógv øðrvísi næstu ferðirnar, enn tað higartil hevur gjørt, um Klaksvíkingur ikki skal stevna beint fram ímóti FM heit­inum. Á Trongisvágsfirði fæst at síggja komandi leygardag, um troysku vestmenningarnir fara at svara aftur. trondur@sosialurin.fo 10-MANNAFØR Úrslitið í Hósvík bar ikki boð um, at tað skal eydnast Vestmenningi at vinna FM fyri fyrstu ferð síðani í 2000 Klaksvíkingur stýrdi alla tíðina Klaksvíkingur fekk betri start enn Vestmenningur og Hoyvíkingur, sum beinanvegin datt afturav og ongantíð gjørdi seg galdandi í kapp­ingini Mynd: Jens Kristian Vang