Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-20, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 20. juni 2011 · Nr. 70 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Hvussu langt er tað síðani, at Ørvur síðst vann ein róður, er tað onkur, sum hevur spurt. Tað er ikki so undarligt, at spurningurin verður reistur, tí 8-mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag plagdi ofta at vinna, men Ørvur hevur ikki vunnið seinastu árini. Og so er tað ein veruleiki, at hesa ferð var tað væl tættari frá Ørvi og fram til Argjabátin, enn tað var á Norðoyastevnu. Á Norðoyastevnu var munurin trý sekund, tá ið Argjabáturin vann á Ørvi. Aftur í Hósvík vóru tað hesir báðir, sum kappaðust um fremsta plássið, og aftur hesa ferð var tað Argjabáturin, sum vann. Leingi sá tað út til, at sigurin hjá Argjabáturin skuldi verða trivaligur, men so spentu teir á Ørvi rættuliga í, og á málinum var Ørvur bara eitt stórt sekund aftanfyri vinnarabátin. Á Norðoyastevnu var kappingin um næstfremsta plássið millum Ørv og Nevið Reyða sera tøtt, og á málinum var bara eitt sekund frá Ørvi og aftur til Nevið Reyða. Í Sundalagnum hekk Nevið Reyða leingi uppií, men so tók at dragna, og tá ið teir fóru um málið, var Ørvur tíggju sekund frammanfyri Nevið Reyða. Fyri fjúrtan døgum síðani var Kvívíkingur seks sekund aftanfyri Nevið Reyða. Í Hósvík var munurin fýra sekund, og Miðvingur, sum í Klaksvík var ellivu sekund aftanfyri Nevið Reyða, var minni enn eitt sekund aftanfyri Nevið Reyða og harvið á fimta plássi. Og so var tað svarið upp á spurningin í innganginum. Ørvur vann á Fjarðastevnu í 2006. Tað vil siga, at tað eru fimm ár síðani síðsta sigurin. Leygardagin fáa teir heiman fyri ánna nýggjan møguleika at bjóða teimum uttan fyri ánna av. So fæst at síggja, um Argjabáturin enn eina ferð verður førur fyri at renna undan! trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge Kvinnurnar í Hvalvík/Streymnesi lótu ongan iva vera, tá ið tær leyg­ ar­dagin kappaðust í Hósvík á Sunda­lagsstevnu, sum jú eisini er stevnan hjá teimum í Hvalvík og Streymnesi. Sigurin var kærkomin, tí hetta var fyrsta ferðin síðani 1998, at Hvessingur við kvinnumanning hevur vunnið á Sundalagsstevnu. Ta ferðina varð kappast í Hvalvík. Hvess­ingur hevur ikki vunnið í Hós­vík síðani 1996 ella fyri fimtan árum síðani. Á fyrstu metrunum fóru Hvess­ ingur og Gongurólvur skúm­andi stavn um stavn, men tá ið start­ spurturin var av, legði Hvessingur seg á odda, og síðani hugdu tær úr Sundalagnum ongantíð aftur um seg. Tølini siga, at talan var um heilt øðrvísi kapping hesa ferð, enn tað var í fyrsta FM róðrinum í ár: Á Norðoyastevnu vann Gongurólvur við trimum sekundum aftur til Hvessing, og hesa ferð var Hvess­ ingur tvey sekund framman­fyri Gongurólv. Á Norðoyastevnu var Jarnbardur níggju sekund aftanfyri Hvessing, og hesa ferð var Jarnbardur átjan sekund aftanfyri Gongurólv. Í fjør var Hvessingur næst­ fremst­ur fýra tær fyrstu ferðirnar, áðrenn tað eydnaðist at vinna tvær ferðir. Leygardagin varð fyrsti sigurin í ár vunnin longu í aðru royndini. Gongurólvur róði fyri fyrstu ferð á Norðoyastevnu, tá ið tær í Havnar Róðrarfelag vunnu lutfalsliga tryggan sigur. Leygar­ dagin fæst á Trongisvágsfirði at síggja, um Gongurólvur verður førur fyri at svara aftur, ella um Hvess­ingur rættuliga er komin fyri seg. Í FM kappingini liggja hesir báðir – Gongurólvur og Hvessingur – stavn um stavn. trondur@sossialurin.fo Fyrsti sigurin í heimasjógvi í 13 ár 6-MANNAFØR KVINNUR Eftir at hava verið eina bátslongd aftanfyri fyri tveimum vikum síðani, so var Hvessingur hesa ferð eina bátslongd frammanfyri Gongurólv 8-MANNAFØR Hesa ferð var Argjabáturin bara stóran skutin frammanfyri Ørv Tað styttist millum Argir og Havnina á málinum var Ørvur bara eitt stórt sekund aftanfyri vinnarabátin Mynd: Jens Kristian Vang hetta var fyrsta ferðin síðani 1998, at Hvessingur við kvinnumanning hevur vunnið á Sundalagsstevnu Mynd: Jens Kristian Vang