mánadagur 20. juni 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. juni 2011 · Nr. 70
22
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Kvívíkingar hava vunnið nógvar
sigrar í kappróðri. Kvívíkingur eigur
fleiri FM heiti í kappingini millum
8-mannaførini, og dreingirnir hava
ofta vunnið við Junkaranum.
Hóast nógvar sigrar, so var talan
um merkisverdan og søguligan
sigur, tá ið Junkarin leygardagin
vann kappingina millum 5-manna
førini við kvinnum. Hetta var
nevniliga fyrstu ferð yvirhøvur, at
Junkarin við kvinnum vann ein
róður.
Tá ið úrslitini á Norðoyastevnu
verða havd í huga, so var sigurin
kortini ikki púra óvæntaður. Í
Klaksvík var Junkarin nummar
tvey, bara eitt sekund aftanfyri
Jallin.
Í Hósvík var als eingin kapping
um
fremsta
plássið.
Junkarin
legði seg beinanvegin á odda, og
Junkarin var ógvuliga sannførandi.
Tað sást, tá ið ljósablái báturin
úr Kvívík fór um málið meiri enn
tríggjar bátslongdir frammanfyri
teir næstu. Harvið hevur Junkarin
lagt seg á odda í FM kappingini,
sum tær úr Kvívík ongantíð hava
verið í nánd av at vinna.
Á Norðoyastevnu vann Jallurin,
sum ta ferðina var eitt sekund
frammanfyri Junkaran. Í Hósvík
var Jallurin í tættari kapping við
Blik um næstfremsta plássið. Ta
kappingina vann Blikur, sum var
stóran stavnin frammanfyri Blik.
Á Norðoyastevnu var Beinta
nummar fýra, Falkur var nummar
fimm og Teistin nummar seks. Í
Hósvík býttu Beinta og Falkur um
pláss.
trondur@sosialurin.fo
Tróndur Arge
Viðmerkjararnir vóru ikki so væl
nøgdir, tá ið tað leygardagin á
portal.fo varð sagt, at kappingin var
avlýst millum 6-mannaførini við
monnum. Tað høvdu teir sjálvandi
loyvi til. Men boðskapurin í hesum
var, at tað var als eingin kapping
millum teir seks luttakararnar. Tá
ið teir fóru um málið var tað leyst
millum allar bátarnar.
Á Norðoyastevnu vann Riddarin,
sum var trý sekund frammanfyri
Lóm, og aftur hesa ferð vóru tað
bátarnir úr Miðvági og av Argjum,
sum vóru ávikavíst nummar eitt
og tvey. Men hesa ferð megnaðu
argjamenn ikki at geva miðvingum
kapping, tí Riddarin var átta sekund
ella umleið tríggjar bátslongdir
frammanfyri Lóm, sum aftur var
tíggju sekund frammanfyri Smyril
úr Vági.
Fyrstu 200-300 metrarnar var
eitt sindur av kapping, men so var
spenningurin avblástur. Riddarin
svam frá øllum hinum, og tá ið hann
fór um málið, hevði Lómur tríggjar
bátslongdir eftir á mál.
Allir bátarnir komu á mál í somu
røð sum seinast, burtursæð frá at
Gongurólvur hesa ferð var nummar
fýra. Á Norðoyastevnu var hann á
sætta plássi og aftastur.
trondur@sosialurin.fo
6-MANNAFØR MENN Meðan fleiri av hinum favoittunum
høvdu trupulleikar, so var tað eingin slingur í valsinum
hjá miðvingum, sum vunnu í stórum stíli
Riddarin
vardi borg
Tróndur Arge
Tá ið sammett verður við
fyrstu FM kappingina, so var
talan um fýra nýggjar vinnarar
í kappróðrinum á Sundalags
stevnu í Hósvík. Felags fyri
allar teir nýggju vinnararnar
var, at teir vóru í kappingunum,
sum vóru á túsund metrum.
Nýggju vinnararnir vóru
Drekin í dreingjaróðrinum,
Hvessingur í kappingini millum
6-mannafør við kvinnum,
Erla Kongsdóttir í gentu
róðrinum og Junkarin í kapp
ingini millum 5-mannafør við
kvinnum.
Genturnar á Ørnini og
dreingirnir
á
Spógvanum
vunnu aftur hesa ferð í barna
róðrunum, og hinir vinnarar
nir óru Riddarin við monnum í
kappingini millum 6-mannafør
við monnum, Argjabáturin og
Klaksvíkingur.
Harvið
um
boðaðu vinnararnir í teimum
níggju róðrunum níggju ymisk
róðrarfeløg.
Í fýra róðrum var munurin
millum fremsta bátin og tann
næsta ikki nógv meiri enn eitt
sekund. Eingi met vórðu sett
í kappróðrinum á Sundalags
stevnu. Tað mundi komast av,
at róðrarlíkindini ikki vóru so
góð. Fríska høgættarlotið lá
upp á tvørs av róðrarøkinum,
og tað argaði manningarnar.
Næsti
FM
kappróðurin
verður nú leygardagin, tá ið
tað verður kappast á Jóansøku,
sum hesa ferð verður á Tvør
oyri.
Fýra nýggir
vinnarar
KAPPRÓÐUR: Hóast veðrið ikki var
vánaligt, so vóru róðrarlíkindini ikki
góð í Sundalagnum, har róðrartíðin
var longri enn á Norðoyastevnu
Tróndur Arge
Dreingirnir í Róðrarfelagnum
NSÍ vunnu á Norðoyastevnu,
og teir vunnu aftur í Hósvík. Í
Klaksvík vóru teir bara stavnin
frammanfyri Fípuna Føgru. Í
Hósvík var munurin eitt sek
und aftur til teir næstbestu,
sum vóru tvøradreingir um
borð á Firvaldi. Í Hósvík end
aði Fípan Fagra á triðja plássi.
Firvaldur luttók ikki á Norð
oyastevnu.
Á Norðoyastevnu vóru tað
genturnar á Ørnini í Sandavági,
sum vóru bestar í barnaróðr
inum, og soleiðis var tað eisini
á Sundalagsstevnu.
Í Klaksvík var munurin aftur
til Blik gott og væl tvey sekund.
Í Hósvík var Hulda næstbest.
Hon var eitt sekund aftanfyri
Ørnina. Á Norðoyastevnu var
Hulda nummar fýra. Hesa ferð
endaði Blikur á triðja plássi.
trondur@sosialurin.fo
BARNARÓÐUR Bæði í kappingini
millum dreingir og gentur vóru
vinnararnir teir somu í Hósvík, sum
tað vóru í fyrstu FM kappingini
Spógvin og
Ørnin best í
barnaróðrinum
Mynd: Jens Kristian Vang
Mynd: Jens Kristian Vang
Søguligur sigur
til kvívíkingar
5-MANNAFØR KVINNUR Fyri fyrstu ferð nakrantíð eydnaðist
tað leygardagin kvinnunum í Kvívík at vinna í kappróðri