Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 20. juni 2011 · Nr. 70 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Leygardagin vann Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði søguligan sigur á Sundalagsstevnu í Hósvík. Hetta var fyrsta ferðin nakrantíð, at gentu­báturin hjá fuglfirðingum vann hesa kappingina. Tað hevur nógvu tey seinnu árini verið langt millum sigrarnar í kappróðri hjá fuglfirðingum, og tí var tað merkisvert, tá ið tað í fjør eydnaðist Erlu Kongsdóttir at vinna seks sigrar og harvið FM heitið, Men tað var í kappingini mill­um 5-mannafør við kvinnum. Kappingin millum 5-mannafør við gentum er ikki so gomul. Fyrsta árið, at kappingin millum tær yngru og tær eldru var í tveimum var í 2005, og síðani tá hevur Erla Kongsdóttir ikki vunnið gentu­ kappingina. Ikki fyrr enn leygar­ dagin í Hósvík. Á Norðoyastevnu vann Hvassi av Oyri, og Beinta úr Miðvági var næstfremst. Ta ferðina var Hvassi trý sekund frammanfyri Beintu, sum aftur var tvey sekund frammanfyri Erlu Kongsdóttir. Tað vil siga, at ta ferðina var Hvassi fimm sekund frammanfyri Erlu Kongs­dóttir. Tær í myrkareyða bátinum vóru eisini hesa ferð leingi væl við. Tær kappaðust við Erlu Kongsdóttir um fremsta plássið, og tað var leingi tætt. Men tá ið tað restaðu einir tvey hundrað metrar, gjørdu tær úr Fuglafirði ein orduligan vørr. Erla Kongsdóttir fleyg eina bátslongd framum, og á málinum var munurin fýra sekund ella meiri enn ein bátslongd. Hesa ferð endaði Beinta á triðja plássi – eitt sekund frammanfyri Sílið. Tróndur Arge Seinastu árini hevur gongdin hjá annars sigursvanda Havnar Róðrar­ felag ikki verið góð. Leygar­dagin boðaðu úrslitini í dreingja­kapp­ ingini frá, at tað er vón fyri stavn: HR var í hesi kappingini umboðað av bæði Drekanum og Sílinum, og báðir bátarnir megnaðu heiðurs­ merkjapláss. Drekin vann, og Sílið endaði á triðja plássi. Blikur av Argjum vann silvur, og harvið endaðu øll heiðurs­merkini í høvuðsstaðnum. Á Norðoyastevnu vóru hesir trígg­ ir ávikavíst nummar 4, 5 og 3. Hesa ferð var munurin sera lítil, og í endaspurtinum tóktist tað sum um, at teir allir tríggir í lítlum løtum vóru fremstir. Á Norðoyastevnu vann Royndin Fríða, og Jallurin var næstfyrstur. Hesa ferð hilnaðist tað ikki so væl hjá hesum báðum favorittunum: Royndin Fríða aftast, og Jallurin var nummar sjey. Hesir báðir lógu borð um borð mitt í feltinum, og tað var eingin enda á óhappunum. Á Royndini Fríðu vóru teir so óhepnir, at róðr­ ið brotnaði, og Jallurin fekk sera vánaligan start. Tað tóktist sum um, at óhappið á Royndini Fríðu eisini ávirkaði dreingirnar í Róðrar­ felagnum Knørri. Úrslitið ber við sær, at FM kappingin er víðopin. Á Jóansøku, sum verður á Tvøroyri leygardagin, fer ivaleyst ábending at fáast um, hvussu styrkismunurin er millum teir, sum higartil hava verið á heiðurs­merkjaplássunum. Tá verð­ ur Drekin mitt í feltinum, og Blikur og Sílið verða undir hvør sínum borði á Drekanum. Úrslitið á Sunda­ lagsstevnu ber við sær, at Royndin Fríða verður í uttasta geiranum. Mynd: Jens Kristian Vang Erla fyri fyrstu ferð 5-MANNAFØR GENTUR Fyri fyrstu ferð nakrantíð eydnaðist tað leygardagin gentunum úr Fuglafirði at vinna genturóðurin Tað kiksaði hjá favorittunum 5-MANNAFØR DREINGIR Royndin Fríða og Jallurin duttu beinanvegin burtur ímillum, og so tóku teir í høvuðsstaðnum av HR var í hesi kappingini umboðað av bæði Drekanum og Sílinum, og báðir bátarnir megnaðu heiðurs­merkjapláss Mynd: Jens Kristian Vang