Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-20, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juni 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. juni 2011 · Nr. 70 24 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge KÍ sær aftur í ár út til at fara við meistaraheitinum. Tað er sjáldan at oddaliðini, KÍ og AB, seta stig til í øðrum dystum enn teimum teirra millum. Men tað gjørdi AB í vikuskiftinum og nú hevur KÍ eina leiðslu upp á fimm stig. Tað merkir, at um KÍ ikki missir móti hinum liðnum, so skal AB vinnar báðar innanhýsis uppgerðirnar millum liðini bæði, umframt at vinna allar hinar dystirnar. KÍ vann 4-1 á HB í Gundadali. Sofía Purkhús Maria K. Thomsen, Sigrid Jacobsen og Rannvá B. Andreasen skoraðu málini fyri oddaliðið, meðan málið hjá HB var sjálvmál. Mona bjargar AB stig Heldur óvæntað misti AB stig í Gundadali móti B36. Heimaliðið kom á odda longu aftaná fýra minuttir við máli, sum Margit Magnusdóttir skoraði. Stutt fyri hálvleik økti Anja Maria Weyhe til hálvleiksstøðuna 2-0. Í seinna hálvleiki skoraði Mona Breckmann tvær ferðir fyri AB og bjargaði teimum eitt stig. Seinna málið kom ikki fyrr enn í evstu løtu. AB brendi eisini eitt brotsspark. Javnleikurin kemur illa vil hjá argjakvinnum. Heidi gjørdi bart Triði og seinasti dysturin var á Skála, har Víkingur var á vitjan. Støðan gjørdist ein greiður 5-0 sigur til Víking. Hanna I. Højgaard legði Víking á odda, áðrenn Heidi Sevdal tók yvir. Fýra ferðir skoraði hon fyri Víking og var sostatt høvðusorsøkin til at Víkingur vann 5-0. Víkingur stríðis við B36 um bronsu plássið. HB – KÍ 1-4 (1-3) 0-1 Sofía Purkhús, 4 0-2 Maria K. Thomsen, 19 1-2 Rudi Zachariassen, 26 sjálv 1-3 Sigrid Jacobsen, 43 1-4 Rannvá B. Andreasen, 90 B36 – AB 2-2 (2-0) 1-0 Margit Magnusdóttir, 4 2-0 Anja Maria Weyhe, 34 2-1 Mona Breckmann, 61 2-2 Mona Breckmann, 90 Skála – Víkingur 0-5 (0-2) 0-1 Hanna I. Højgaard 0-2 Heidi Sevdal, 37 0-3 Heidi Sevdal, 67 0-4 Heidi Sevdal, 70 0-5 Heidi Sevdal, 73 KÍ rennur undan AB Tróndur Arge Annan dystin á rað spældi FC Suðuroy javnleik 2-2 vestri á Eiðinum í Vági. Seinast var mót­ støðan AB og hetta vikuskiftið kom Skála suður á vitjan. Skála hevur ikki megnað at fylgt hinum trimum oddaliðnum og tí var FC Suðuroy greiður favorittur undan dystinum. Einki mál kom í fyrra hálvleiki, men tíggju minuttir inn í seinna hálvleik kom hol á. Ein leikari hjá FC Suðuroy er so óheppin at gera sjálvmál. Bara fýra minuttir seinni er aftur gali hjá vertinum og Atli Kristiansen leggur Skála á odda 2-0. Løtu seinni minkar John T. Poulsen um munin og ein minutt fyri tíð bjargar liðskiparin, Palli Augustinussen, FC Suðuroy eitt stig. FC Suðuroy liggur framvegis á odda, men vinnur TB dystin teir hava til góðar, so yvirhála teir FC Suðuroy og kunnu blíva nýtt oddalið. TB vann í Runavík Aldursforsetin í føroyskum fót­ bólti hevur ikki lagt kongin, hóast felagið millum annað ongan heimavøll hevur og spælir sínar heimadystir í Hvalba. Teir svørtu og hvítu av Tvøroyri hava vunnið seks dystir upp í slag og hava nú næstan innheintað FC Suðuroy á fremsta plássinum. TB var leygardagin á vitjan í Runavík hjá teimum næstbestu hjá NSÍ. TB kom væl frá byrjan og longu eftir 13 minuttir var støðan 2-0 til gestirnar. Fyrst legði Bárður Dimon TB á odda eftir 10 minuttir og tríggjar minuttir seinni økti Aron Sørensen. Andrias a Liknagøtu minkaði um munin stutt fyri hálvleiki. Einki mál kom í seinna hálvleiki, har TB spældi við einum manni minni í ein hálvan tíma. Argjamenn aftur á sigurskós AB hevði undan seinasta viku­ skiftinum vunnið sjey dystir upp í slag, men í evstu løtu í odda­ brakinum í Vági, javnaði FC Suð­ uroy við 10 monnum. Leyg­ardagin kom AB aftur á sigurskós við einum 3-0 sigri á Víkingi á Argjum. Gunnar Haraldsen legði AB á odda tá seinni hálvleikur var ein góðan minutt gamal. Áðrenn fyrsta kort­ erið av fyrra halvleiki var leikt var støðan 3-0. Tummas Justinussen og Martin G. Olsen skoraðu hini bæði málini. Tróndur Sigurðsson og Nikolej Eriksen eru báðir skaddir og tí er felagið uttan ein framherja í løtuni. Styrkir AB seg í summar, so er sannlíkt at teir hava eyguni eftir einum áleypara. Súni Friði vann í fyrstu royndini FC Hoyvík skifti í vikuni venjara. Jan M. Lauritsen takkaði fyri seg í felagnum og gamli málslúkurin, Súni Fríði Barbá, hevur tikið yvir. Hann fekk seg royndan longu dagin eftir at hann tók yvir, tá FC Hoyvík var á vitjan hjá teimum næstbestu hjá EB/Streymi fríggjakvøldið. Stevnudysturin endaði við 4-1 sigri til FC Hoyvík. Jørgen Meitilberg var við aftur eftir skaða og tað var eisini hann, ið legði FC Hoyvík á odda. Stutt fyri hálvleik javnaði Hanus Olsen fyri sundalagsmenn. Sutt inn í seinna hálvleik fekk Poul G. Olsen reytt kort og so tók FC Hoyvík yvir. Fyrst legði Jørgen Meitilberg FC Hoyvík á odda aftur. Løtu seinni økti Høgni Warberg, áðrenn Jónar Borg Dahl slerdi sigurin fastan við máli til 4-1. HB vann greitt Í Gundadali var HB greitt omaná í dystinum móti botnproppinum, 07 Vestur, sum framvegis hevur fyrsta stigið til góðar. Óli Arge legði HB á odda longu aftaná tríggjar minuttir. Løtu seinni økti Jógvan Skeel Nolsøe til bæði 2-0 og 3-0. Í seinna hálvleiki øktu Páll Holm Jacobsen og Jógvan Rói Davidsen fyri HB, áðrenn Per Heinason minkaði um munin fyri 07 Vestur. Tað er tætt í botninum, har bara trý stig skilja nummar seks frá nummar níggju. EB/Streymur-FC Hoyvík 1-4 (1-1) 0-1: Jørgen Meitilberg 32. 1-1: Hanus Olsen 45. 1-2: Jørgen Meitilberg br 61. 1-3: Høgni Warberg 64. 1-4: Jónar Borg Dahl 79. Reytt kort: Poul G. Olsen, EB/ Streymur, 53. NSÍ-TB 1-2 (1-2) 0-1: Bárður Dimon 10. 0-2: Aron Sørensen 13. 1-2: Andrias á Líknagøtu 45. Reytt kort: Jón Magnusarson, TB, 62. AB-Víkingur 3-0 (0-0) 1-0: Gunnar Haraldsen 46. 2-0: Tummas Justinussen 55. 3-0: Martin Olsen 59. HB-07 Vestur 5-1 (3-0) 1-0: Óli Arge 3. 2-0: Jógvan Andrias Nolsøe 13. 3-0: Jógvan Andrias Nolsøe 15. 4-0: Páll Holm Jacobsen 53. 5-0: Jógvan Rói Davidsen 69. 5-1: Per Heinason br 72. FC Suðuroy-Skála 2-2 (0-0) 0-1: sjálvmál 54. 0-2: Atli Kristiansen 58. 1-2: John Poulsen br 67. 2-2: Palli Augustinussen 89. FC Suðuroy snávaði móti Skála KÍ greiddi sína skyldu við einum sigri á HB í Gundadali sunnukvøldið, men fyrr um dagin megnaðu argjakvinnur ikki at gera tað sama móti B36. KÍ hevur nú lagt seg fimm stig fremst í landskappingini. Tað var ikki enn í evstu løtu, at FC Suðuroy megnaði at javna í dystinum móti Skála vestri á Eiðinum. Fyrsta plássið er av álvara hótt nú tá bæði TB og AB vunnu sínar dystir um vikuskiftið. Bæði HB og FC Hoyvík, sum hevur fingið nýggjan venjara, vunnu kærkomnar sigrar í botninum.