mánadagur 20. juni 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. juni 2011 · Nr. 70
Sosialurin
Floghavn ár 2013
Føroyskt samtak
At teir hava ringt við at fáa armarnar niður aftur
í FAERPORT samtakinum er skilligt. Hetta var ein
satsninugur, og í síðsta enda vísti samtakið at føroyska
vinnan er kappingarfør við útlendsku kempurnar.
– Hetta er ótrúliga umráandi fyri føroysku vinnuna,
at vit fáa víst at vit eisini eru kappimngarfør. Nógv
hevur verið tosað í seinastuni um, at fleiri av teimum
stóru arbeiðunum eru endaði á útlendskum hondum,
men nú hava vit so víst, at vit eisini eru førir fyri at taka
kappingina upp, sigur Árni Winther.
Síðani í vetur hevur kappingin staðið millum fýra
fyritøkur, sum vórðu undangóðkendar. FAERPORT
Konsortiið er Árni Winther Arkitektar, Selmar Nielsen
Arkitetur, LBF ráðgevandi verkfrøðingar og Sofus M.
Jakobsen ráðgevandi verkfrøðingar. Undirveitari eru
COWI Consult. Ein av stóru avbjóðarunum til at fáa
arbeiðið var millum annað Rambøll Danmark A/S, sum er
ein rættiligur risi innanfyri hesa vinnuna.
Síðani í vár hava 2-3 fólk sitið við hesum uppskotinum
næstan burturav, og tískil er tað ein stór satsning hjá
einum lítlum samtaki, og stendur nógv upp á spæl.
– Tí hava vit eitt sindur ringt við at fáa armarnar
niður aftur nú, tá vit hava fingið avtaluna upp á pláss.
Hetta vísir, at føroyskar fyritøkur eru kappingarførar við
umheimin bæði fakliga og fíggjarliga, og at tær eru førar
fyri at átaka sær stórar og týðandi uppgávur, sigur Árni
Winther.
Umframt Rambøll Danmark A/S, sum fekk næst
hægstu meting, vóru eisini MAP Arkitektar við fleiri og
eitt samtak millum BIG og Fuglark.
- RN
25
Mennirnir handan FAERPORT. Frá vinstru: Árni Jakobsen,
Selman Nielsen, Árni Winther og Eyðbjørn Brimnes