mánadagur 20. juni 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. juni 2011 · Nr. 70
26
Sosialurin
Nøvn
Eftir stutta sjúkralegu and
aðist Svend Thulesen í Keyp
mannahavn tann 1. juni 2011, 82
ára gamalur. Virkin. Forvitin.
Tíðindafróður.
Skemtiligur.
Kontantur. Mentamaður. Og
vina- og familjukærur til tað
seinasta.
Við hesum hevur eitt av
mest týðandi vinnulívsfólkum
í føroyskari søgu lagt árarnar
inn. Svend – ella “Thulesen”,
sum hann varð róptur millum
manna – fekk stóran og slóð
brótandi týdning fyri vinnu
lívið og fiskivinnuna, bæði
sum
starvsfólk,
stjóri
og
nevndarlimur í nøkrum av
størstu fyritøkunum í Før
oyum. Hann gjørdist ein “in
stitusjón”, sum øll kendu og
høvdu eina meining um – og
sum fekk tættir og teiti um
seg í skemti á Norðoyastevnu
og í Útvarpinum. Eitt nú dugdi
Robert McBirnie serliga væl at
herma eftir Svend og hansara
serstaka tosingarlagi (sum
Svend skemtaði sær óført við
at hoyra).
Thulesen kom úr Danmark
sum smádrongur til Føroya
við familjuni, tá pápin fekk
prestastarv í Vági. Hann gekk
preliminerskúla har suðuri,
og fór undir seinna heims
bardaga blaðungur í læru á
skrivstovni hjá J. Dahl Gørðum
í Vági, sum tá enn var ein av
stóru fyritøkunum í Føroyum.
Har fekk hann um endan á
slupptíðini og byrjanina á
teimum broytingartíðum, ið
vóru á veg í føroyskari fiski-
vinnu.
Eftir bardagalok fór Svend
til Danmarkar á studentaskúla
og handilsskúla har hann tók
prógv sum siviløkonomur og
starvaðist hjá altjóða fyritøku.
Hann varðveitti tó allatíðina
sambandið til Føroya og før
oyska umhvørvið í Keyp
mannahavn. Og tá hann og
Asta Gaard úr Vági giftust
fyrst í, var akkerið kastað enn
djúpri móti Føroyum.
Tað var tó umvegis Grøn
land, at kósin hjá Svend
varð sett beinleiðis inn aft
ur í føroyska vinnulívið. Í
1960 varð hann settur sum
stjóri á Nordafar í Føroyinga
havnini. Og tey næstu sjey
árini varð Svend oddamaður
í eini fyritøku og fyri einum
virksemi, har ein sonn ídn
aðarkollvelting varð framd úti
í grønlendsku oyðimørkini.
Føroyinghavnin og Norda
far vóru útgerðarmiðdepil fyri
tí stóra flota av útróðrarbátum,
línuskipum, snelluskipum og
trolarum úr Føroyum og úr
flestu evropeisku fiskivinnu
tjóðum, sum søktu vaksandi
toskastovnin við Grønland. Tá
var enn saltfiskaframleiðsla
álitið. Men undir leiðsluni
hjá Thulesen varð farið und
ir nútímans feskfiskafram
leiðslu og at byggja mest
framkomna
flakavirkið
í
Norðurhøvum
tá.
El-fram
leiðsla, vatnveiting, ísvirki,
íbúðarhús, nýggir útróðrar
bátar og annað vórðu bygd til
tess at økja um framleiðslu
møguleikarnar. Og hvørt ár í
summarhálvuni
starvaðust
upp í 5-600 føroyingar í Før
oyingahavnini – umframt teir
útróðrarmenn á øðrum pláss
um og tær manningar og skip,
ið avreiddu ella vóru knýtt at
virkseminum á annan hátt.
Hesin nýggi framleiðslu
háttur á Nordafar í Grønlandi,
gjørdist fyrimyndin fyri teim
um flakavirkjum, ið vóru farin
at taka seg upp í Føroyum í
60’unum, og sum rættiliga
tóku dik á seg fram gjøgnum
sjeytiárini.
Í 1967 varð Thulesen so
kallaður heim á klettarnar
og settur sum stjóri hjá J.F.
Kjølbro
í
Klaksvík,
sum
leingi hevði verið ein tann
størsta fyritøkan í Føroyum
við nógvum og fjølbroyttum
virksemi á ymsum plássum í
landinum. Hetta var ein risa
uppgáva, tí fyritøkan hevði
staðið fyri og stóð eisini tá fyri
stórum fíggjarligum avbjóð
ingum eftir eina kreppukenda
tíð í pørtum av stóra virksem
inum.
Svend hevur sjálvur greitt
frá, at hetta var ein trupul
tíð, har virksemið hjá tí stoltu
fyritøkuni mátti leggjast um
og avmarkast. Virksemið varð
miðað aftur til fiskivinnu,
fiskiídnað og heilsøluvirksemi
burturav, meðan annað virk
semi varð skilt frá til onnur
ella steðgaði. Hann mintist
sjálvur afturá, at hann skjótt
fekk eyknevnið “Lukas” norð
uri i Klaksvík, tí hann “lukkaði”
fleiri av teimum handverks-,
ídnaðar- og framleiðslutætt
um, sum Kjølbro hevði fevnt
um.
Sum stjóri á Kjølbro stóð
Thulesen eisini síðani á odda
fyri byrjaðu broytingini til
feskfiskaframleiðslu á landi
og á sjógvi. Á Kósini varð
flakavirkið bygt út. Nýggir
Kjølbrotrolarar vórðu bygdir,
har farið varðendaliga frá
síðutroli og saltfiski til hekku
trolarar og feskfisk við verk
smiðjum og flótandi flaka
virkjum umborð. Og Svend
var ómetalig errin av teimum
trolarum, ið vórðu bygdir í
hansara tíð.
Svend hevði eisini mong
álitisstørv sum nevndarlimur
og formaður í eitt nú Føroya
Fiskasølu og øðrum vinnu
feløgum. Eitt skifti fór Svend
enntá inn í politikk, tá hann
varð valdur inn í Klaksvíkar
Býrað fyri Javnaðarflokkin í
eitt býráðsskeið. Sjálvur metti
hann, at hetta var læruríkt,
men segði seg vera alt ov
ótolnan og lítið hugaðum fyri
teimum langdrignu avgerðar
gongdunum í politikki.
Sjálvur lærdi eg Svend
Thulesen at kenna í sam
bandi við tær sendingar um
Grønlandsútróður og Føroy
ingahavnina,
sum
eg
var
so heppin at sleppa at gera
í Sjónvarpi Føroya saman
við
Bjarnheðini
í
Hoyvík
og Mikkjali Øster í 1996-97.
Dugnaligu menninir hjá Lions
Club í Vágunum høvdu tikið
stig til og savnað pening og
fólk til ferðina. Og teir høvdu
fingið Svend Thulesen við. Í
14 dagar húsaðust vit – eldri
útróðarmenn
og
sjómenn,
sjónvarpsfólk og so stjórin,
Thulesen – umborð á einum
gomlum politibáti, vit høvdu
leigað, har vit sigldu til gomlu
útróðarplássini
á
vestur
strondini og endaðu í Før
oyingahavnini. Tað var ein
framúr
túrur,
har
Svend
treivst sera væl frammi í luga
rinum saman við Martini
Ejdesgaard, sála, og har vit
allir fingu ómetaligar nógvar
og góðar søgur, upplivingar og
samveru á leiðini.
Lagnan legði tað so, at
bert fáar dagar fyri, at Svend
andaðist, varð sendingin um
Føroyingahavnina
endur
send í Kringvarpinum, har
Svend so livandi greiddi frá,
meðan hann gekk tær gomlu
gøturnar í Føroyingahavnini
og sat í tí gamla lenistólunum
frá íbúðini hjá familjuni (ið
varð rópt “Himmelbjerget”, tí
hon lá hægst millum bygn
ingarnar).
Svend Thulesen var ein
sera nærlagdur og væl lisin
maður. Og hann var ein
sannur fongur fyri søgufólk
og øll onnur við áhuga fyri
samfelagsviðurskiftum,
vinnuvirksemi og fiskivinnu.
Hann var ein livandi alfrøði,
sum
kundi
oysa
dúgliga
av síni vitan, minnum og
royndum niður í smálutir.
Og tað var ikki bert við orð
um. Tá ið vit arbeiddu við
at gera sendingarnar um
Grønlandsfiskiskapin,
bjóð
aði hann okkum norður at
vitja í Klaksvík í heimið hjá
sær og Astu. Og eg mundi
dottið uppeftir, tá hann vísti
á savnið hjá sær av tilfari.
Hann hevði savnað alt sum
varð skrivað í bløðum og
bókum um Nordafar, Grøn
landsfelagið, skipini og út
róðarbátarnar, ár fyri ár í
væl
uppsettum
mappum.
Hann
hevði
myndatilfar
frá øllum virkseminum. Og
hann hevði eitt stórt savn av
livandi myndum langt aftur
í tíðina, har alt virksemið so
at siga er skjalfest. Tað sama
fyri virksemið hjá Kjølbro.
Gomlu Sjúrðarberg, Skálaberg
og og Sundaberg – og teir
nýggju. Myndir og filmar frá
heilt gomlum trolarum sum
Jóannesi Patursson, Brandi
Sigmundasyni, eldir línuskip
um, snelluskipum o.a. Ein dýr
grípur av vitan og skjalfesting
fyri eftirtíðina.
Tá Svend legði frá sær
sum stjóri hjá Kjølbro síðst
í nítiárunum, kundi hann
hyggja aftur á eitt slóðbrót
andi og virkið lív í føroyskum
vinnulívi. Har hann hevði verið
partur av øllu teimum stóru
broytingunum í føroyskari
fiskivinni
og
fiskiídnaði.
Hann gleddi seg at njóta
pensjónistatilveruna saman
við Astu. Og tey gleddu seg
at flyta niður til Danmarkar
og at síggja meira til dóttrina,
Randi, versonin Hans Paula
og abbasynirnar. Tað var tí ein
dygg sorg, at Asta andaðist so
stutt eftir hetta. Men Svend
untist kortini at fáa nøkur góð
og virkin ár saman við sínum
nærmastu, frá sínum nýggja
heimi á Følfodvej á Amager í
Keypmannahavn.
Gjøgnum eina góða felags
vinkonu, var eg so heppin
at hava samband við Svend
nakrar ferðir seinastu árini,
tí eg varð sendur til hansara
við røstum og turrum kjøti
frá vinkonuni í Føroyum.
Hann stóð oftast fyri mær
á
flogvøllinum
og
koyrdi
meg í egnum bili inn á Fólka
tingið. Seinast eg sá hann,
var hann sum vanligt lættur
upp á sporið, knappur í vend
ingini, koyrdi bilin sum ein
unglingi – og vit fingu long
og áhugaverd prát. Hann
fylgdi við í øllum, sum hendi í
Føroyum, í donskum politikki
og heimspolitikki við. Ikki
vóru vit samdir politiskt, og
tað gjørdi bert prátini tess
meira áhugaverd. Og eitt kann
sigast sum Svend: Hann kundi
sanniliga tosa fyri seg og hevði
nógv upp á hjarta.
Á okkara ferð í Grønlandi
í 1996 hildu vit eina seinastu
andakt í toftunum av gamla
føroyska sjómansheiminum
í Syðru havn á Ravnoynni.
Svend varð sum prestasonur
biðin at lesa ein lítlan lestur.
Tað megnaði hann sera væl,
og tað gjørdist ein serstøk og
hátíðarlig løta.
Nú varð so seinasta andakt
hildin og seinasti lestur lisin
fyri Svend Thulesen. Men eftir
hann liggur eitt megnarverk
og mong góð minnir, sum liva
áfram. Víst er tað, at ongin
fer at keða seg í selskapi við
teimum.
Friður og tign veri yvir
minninum um Svend Thul
esen.
Høgni Hoydal
Ein varði í vinnulívssøgu Føroya
Svend Thulesen til minnis
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu í
sambandi við at okkara elskaða dóttir og systir
Lea Katarina Hansen
andaðist og varð jarðað.
Eina serstaka tøkk til familju og
vinir, fyri umsorgan og uggan.
Takk til barnadeildina á LSH.
Takk til Sonju Klein prest.
Takk til Petur Háberg fyri sera
vakran sang í kirkjuni.
Takk til øll, sum sendu flottar
blómur og kransar.
Takk til øll, sum hjálptu til í ervinum
og takk fyri allar køkurnar.
Av hjartanum takk øll somul.
Kærar heilsanir
Jens Hjørleif, Durita og Victoria
TøKK