mánadagur 20. juni 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 20. juni 2011 · Nr. 70
Sosialurin
Hevur
tú
hoyrt
søguna
um
tann
allar
seinasta
dinosaurin?
Soleiðis spurdi ein kona
meg
skemtandi
nakað
herfyri.
Nei, mátti eg viðganga, eg
hevði ikki hoyrt ta søguna.
”Hvat hugsaði tann sein
asti dinosaururin, áðrenn
hann doyði?”, spurdi hon.
Og hon var líka skjót við
svarinum: ”Hann hugsaði:
gævið alt var sum fyrr”.
Vit flentu bæði.
Men undir skemtisøguni
um seinasta dinosaurin býr
ein álvarsamur sannleiki.
Dinosaururin – hitt forna
dýrið,
sum
einaferð
var
einaráðandi her á fold – er
ikki til longur.
Hví? Jú, hitt risastóra og
sterka djórið megnaði ikki
at laga seg til nýggjar tíðir
og umstøður. Tí gekk tað til
grundar.
Poengið er einfalt men
sera týðandi: tey, sum ikki
megna, duga ella vilja laga
seg til nýggjar tíðir og um
støður, fáa tað sera trupult.
Gævið alt var sum fyrr
Hetta vóru tankarnir, ið
komu mær til hugs, eftir at
eg hevði lisið eina kronikk
hjá Gunvá við Keldu, borgar
stjóra í Klaksvík.
Kronikkin eitur ”Sum eitt
valdømi missa vit Føroyar
sum land”. Prentað í Dimma
lætting frá 7. juni, á síðu 9.
Les hana.
Ógvusligt
ljóðar
tað
kanska, men eg noyðist
erliga at siga, at sjáldan havi
eg lisið á prenti nakað, sum
rakar so langt við síðuna av.
Heldur
enn
at
peika
frameftir fyri Føroyar, peikar
kronikkin aftureftir, øll sum
hon er.
Heldur enn at vísa, hvussu
vit sum land taka okkum
fram, mælir kronikkin til,
at vit skulu taka okkum
aftur. Vit skulu bakka. Spola
menningina
aftur.
Flyta
samfelagsklokkuna aftur til
eina farna tíð.
Tað, sum er ómetaliga
syrgiligt at síggja í hesi
kronikk, er, at ongastaðni
fyriheldur hon seg til tær
ovurstóru avbjóðingar, ið
Føroyar sum samfelag hava.
Fokusið í kronikkini er
lokalt og aftureftirlítandi.
”Gævið alt var sum fyrr”,
hugsaði dinosaururin.
Tey merkisverdu
sjónarmiðini
Hvørji eru so sjónarmiðini,
sum borgarstjórin í Klaksvík
leggur fyri dagin?
Lat meg í stuttum savna
nøkur teirra saman her:
• Føroyar mugu aftur til
skipanina við sjey valdøm
um, tí so fæst virðing fyri
vinnuni,
landspartarnir
í Føroyum fáa kjølfesti,
og politisku flokkarnir
gerast disciplineraðir
• Løgtingslógin um eitt
valdømi fyri allar Føroy
ar var eitt kvett, sum ein
stakir politikarar framdu
•
Løgtingslimir
kenna
trongd til at ”tekkjast og
stuðla
høvuðsstaðnum”
upp á bekostning av økj
um kring um landið
• Kommunur mugu ikki
leggjast saman tvørtur
um ”landspartar”
• Kommunur mugu ikki
gerast ov stórar, tí so hvørva
landspartar, teir missa sín
samleika, og dynamikkurin
verður burtur
• Kommunusamanlegging
ar hótta nærdemokratiið
• Fólk gerast líkasæl og
virkisleys, um onki lokalt
kommunustýrið er.
Eg eri veruliga bilsin av
hesum sjónarmiðum.
Er hetta veru
liga tað, sum skal flyta
Føroyar fram á leið?
Ein valskipan, sum pett
ar landið sundur aftur?
Smáar og veikar kommunur,
sum onki formáa sær? Av
montering av høvuðsstaðn
um, sum er einasta veru
liga kraftsentur í Føroyum?
Nalvaskoðan og tað, sum
verri er?
Tann kaldi veruleikin
Nei, hetta kunnu vit snøgt
sagt ikki brúka til nakað sum
helst í dagsins samfelag.
Her skulu heilt aðrir
tankar til, um Føroyar skulu
standa seg í kappingini við
onnur lond.
Hvør er støðan í sam
felagnum í dag? Tann stutta
versjónin er, at Føroya land
hevur
ómetaliga
stórar
avbjóðingar.
Framvegis
eru
stórir
búskaparligir trupulleikar.
Kassarnir hjá Landsstýrinum
og Løgtinginum eru tómir.
Fíggjarlógirnar hava reyðar
botnlinjur ár undan ári. Sama
hava nógvar av fyritøkunum.
Búskaparvøkstur
hava
vit ikki sæð í áravís. Og
fólkatalið í Føroyum hevur
seinastu 10 árini staðið í stað.
Vit
mangla
búskapar
vøkstur og fólkavøkstur!
Hetta eru stóru høvuðs
trupulleikarnir, sum allar
góðar kreftir í landinum
mugu standa saman um at
loysa. Øll mugu taka lut í
arbeiðnum
–
serstakliga
landspolitikarar og vit, sum
arbeiða í kommununum.
Um vit sum land lata
standa til, so missa vit
framtíðina, ið vit ynskja
og unna okkara børnum.
So verður megin spakuliga
sogin úr okkara samfelag.
Íbúgvarnir fara at gerast
støðugt eldri, og her fara
ungfólk ikki at tíma at vera.
Hetta er tann kaldi veru
leikin, sum vit øll standa yvir
fyri.
Tann gamla plátan
um polarisering
Sæð í hesum álvarsama ljósi,
nyttar tað onki at leggja tær
g o m l u
l o k a l
politisku
pláturnar á
aftur plátu
s p æ l a r a n .
Tíðin er farin
frá teimum. Tær
eru ov slitnar.
Tak
tann
gamla
melodiin
um
Havnina
móti
Klaksvíkini.
Prátið
um, at summi ”vilja tekkjast
og stuðla høvuðsstaðnum”.
Niðurlagið snýr seg um at
polarisera og sáa split millum
høvuðsstaðin og aðrar býir
og bygdir. At seta fólk í mið
staðarøkinum
upp
móti
teimum í útjaðaranum. Fáa
lív í aftur gamlar konfliktir.
Eg havi sagt tað áður og
má tíverri endurtaka meg
sjálvan: Klaksvík gerst ikki
meira høvuðsstaður av, at
summi vilja avmonterað tað,
sum er bygt upp í Tórshavn.
Eg vil klárt og týðiliga
taka frástøðu frá hesum.
Hetta hoyrir fortíðini til. Nú
mugu vit koma víðari!
Kappingin er móti
útheiminum
Fyri Tórshavn snýr arbeiðið
seg ikki longur um at kappast
og keglast við Klaksvíkina
ella onnur í Føroyum.
Í okkara verð eru ongir
”landspartar”
í
Føroyum.
Vit mugu øll ásanna, at
Føroyar eru eitt evarska lítið
land við fáum íbúgvum og
avmarkaðum tilfeingi. Vit
hava ikki ráð til at tosa um
”landspartar”, sjey valdømir,
veikar kommunur og tær
tornhøgu útreiðslurnar, sum
fylgja við hesum.
Kappingin stendur móti
útlendskum høvuðsstaðum.
Europeiskum metropolum.
Teir hava so nógv spenn
andi og avbjóðandi at bjóða
okkara ungu og framfýsnu.
Longu
nú
hótta
metro
polarnir við at drena okkara
land fyri bestu kreftirnar.
Hvat skulu Føroyar seta
upp ímóti Keypmannahavn,
London og París? Hvussu
skulu vit draga fólk og
fyritøkur til okkara land?
Hvussu skulu vit fasthalda
fólk, sum vilja vera her, búgva
her og hava sítt familjulív
her. Tey, sum vilja arbeiða í
og menna okkara fyritøkur?
Tey, sum vilja gera íløgur her
í Føroyum? Stovna nýggjar
fyritøkur? Skapa nýggjar
inntøkur? Tryggja vælferð
og skapa eitt gott samfelag?
Uttan
iva
eru
nógv
boð uppá tað. Men eitt er
púra vist: vit koma ongan
veg
uttan
eitt
veruligt
kraftsentur. Ein kraftdepil,
sum kann tiltrekka fólk og
skapa búskaparvøkstur.
Tórshavn er einasti
kreftdepilin
Einasti
veruligi
føroyski
kraftdepilin er í Tórshavn!
Tað er ikki fyri at seta niður
á aðrar býir ella onnur økir.
Soleiðis er tað bara. Her er
fólkagrundarlagið, her eru
neyðugu stovnarnir, her eru
spennandi vitanarfyritøkur,
her eru tilboð um trivnað, og
her er orka at gera tað, sum
krevst.
Hvat hendir, um vit gera,
sum kronikkin hjá borgar
stjóranum í Klaksvík leggur
upp til?
Jú,
so
verður
einasti
kraftdepilin spakuliga av
monteraður.
Tá
verður
einasta veruliga føroyska
alternativið til teir spennandi
men hóttandi býirnar niðri á
europeiska meginlandinum
spakuliga kvalt.
Tann greiði boðskapurin
úr Tórshavn er, at okkara
lítla land má savnast – ikki
spjaðast.
Vit mugu øll laga okkum
til nýggjar tíðir og broyttar
umstøður.
Annars endar okkara søga
líka sum søgan um seinasta
dinosaurin.
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Seinasti dinosaururin
Kjak
Tey, sum laga seg til nýggjar tíðir og umstøður, hava møguleika at skapa framburð
og vøkstur. Hini, sum heldur vilja flyta samfelagsklokkuna aftur til eina farna tíð,
fáa tað trupult. Viðmerking til kronikk hjá borgarstjóranum í Klaksvík