mánadagur 20. juni 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. juni 2011 · Nr. 70
28
Sosialurin
Sjúrður Skaale er heilt
mótfallin í síni seinastu
viðmerking um stjórnar
skipanina. Føroysk tíðar
rokning og føroyskt grund
lógarsmíð
eru
nærum
uppsteðgað, bara tí stjórn
arskipanin er førkað aftur
um ólavsøkuna, og nú kann
alt gera tað sama, tykist
hann at halda.
Hvørjir
flokkar
eru
orsøk til hvat, veit eg
ikki, men útvarpið hevur
sagt, at tríggir flokkar eru
samdir um ikki at hava
fleiri
tingfundir
í
hesi
tingsetuni. Teir eru Sam
bandsflokkurin, Javnaðar
flokkurin og Tjóðveldi. Tí
fellur
stjórnarskipanin
burtur, men kemur sam
bært løgmanni framaftur.
Løgmaður
nevndi
í
útvarpinum hósdagin, at
umráðandi er at hava breiða
semju um eitt so stórt mál
sum
stjórnarskipanina.
Í løtuni er ikki semja um
høvuðsorðingina,
og
70
broytingaruppskot vóru til
alt uppskotið. Er arbeiðið
tá liðugt? Neyvan, so nú er
at taka seinasta takið eftir
ólavsøku.
Skrivið greitt
Sjúrður Skaale vil vera
við, at Óli P. hevur svarið
upp á alt í sambandi við
stjórnarskipanina.
Gævi,
tað var so einfalt, at ein
satirutekning loysti allar
politiskar knútar. Hann
sigur eisini, at grundlógin
og heimastýrislógin skulu
fatast
sum
sáttmálar,
og at Føroyar eru ikki
undirskipaðar Danmark.
Javel, so skrivið greitt
í
stjórnarskipanina,
at
Føroyar eru ikki undir
skipaðar annað land. Tá vita
vit, hvat vit atkvøða um. Og
tá veit danska løgmálaráðið
eisini, hvør føroyska støðan
er, sama løgmálaráð, sum
er so stívrent í sínum
grundlógartulkingum,
at
Føroyar nóg illa fáa flutt
seg av fetanum í heiminum.
Greitt er, at øll tey,
sum
hava
arbeitt
við
stjórnarskipanini seinastu
12 árini, hava gjørt eitt
stórt og týdningarmikið
arbeiði, og tá breiða semjan
um stjórnarskipanina er
vorðin veruleiki, kunnu
vit øll fegnast um nýggja
fólkaræðisliga grundarlag
Føroya. Tað verður stórt.
Góða
eydnu
og
gott
summar!
Kjak
Viðmerkingar til grein hjá
Anniku Olsen um børn
og ung við sálarsjúku
Sirið Stenberg
Góða Annika
Eg lesi altíð við áhugað tað,
sum tú skrivar, og meira enn
so kemur tað fyri, at eg kann
taka undir við pørtum av tí tú
førir fram. Soleiðis var eisini
tá ið eg las greinina hjá tær á
Vágaportalinum um, at børn
og ung við sálarsjúku eiga at
vera raðfest hægri og øðrvísi.
Greinin byrjar so væl við
at vísa á hvussu gott tað er,
at tað nú er tikin politisk
avgerð um at byggja nýggjan
psykiatriskan depil. Hetta
vænti eg at allir føroyingar
fegnast um. So er at vóna
at politiska avgerðin verður
gjørd til verðuleika, og ikki
bert er frammi í tíðini tí tað
stundar til val !
Talið
á
børnum
sum
standa í bíðirøð til barna
psykiatriska
viðgerð
og
útgreining er alt ov stór, og
tað vísir tú eisini á og kemur
við
uppskotum
hvussu
hetta kann loysast. Tað er
eisini gott, men tá ið tú so
víðari metir bestu loysnina
vera at seta sálarfrøðingar
at arbeiða í skúlunum, so
er tað at eg ikki heilt eri við
meir. Og hetta hevur onki
við sálarfrøðingarnar at gera,
men argumentini fyri hví tú
vilt seta teir inn i skúlan at
arbeiða. Tú skrivar í greinini
at ”tað er ein sannroynd at
skúlasjúkrasystrarnar ikki
hava teir neyðugu psyko
logisku førleikarnar at meta
um at geva næmingunum
neyðugu hjálpina” Sanniliga
ein pástandur ið vil nakað !
Hertil skal eg kunnað
um at skúlasjúkrasystrar
nar, sum í dag eita heilsu
frøðingar, fyrst eru útbúnar
sjúkrarøktarfrøðingar, síðan
hava tær starvsroyndir á
barnaøkinum umframt, at
tær allar hava eina víðari
útbúgving við sergrein í
fyribyrgjan og heilsufremjan
á smábarna og skúlaøkinum.
Fyribyrging
Tað er jaligt at tú hugsar
fyribyrging, tí tað er sjálvsagt
rætti
hugsunarhátturin,
soleiðis at fyriskipanir og
onnur fyribyrgjandi átøk,
kunnu vera settar í verk so
tíðliga sum gjørligt, soleiðis
at trupulleikin ikki sleppur
at
vaksa
seg
yvirhonds
stóran, sum einans kann
darva barninum á lívsleiðini,
og minka um lívsgóðskuna.
Fyribyrging byrjar ikki
í skúlaárunum, men við at
finna fram til teir faktorar
sum ávirka menningina hjá
barninum neiliga, so tíðliga í
lívinum sum tilber. Tað kann
vera trupult at vísa á akkurát
hvørjir hesir faktorar eru,
men tú nevnir sjálv narkar,
herímillum viðføddir egin
leikar, siðamisbrot og ov høg
krøv til barnið.
Væntandi
sosialpolitikkur
Um tað skal geva meining at
tosa um fyribyrging skulu vit
byrja við at hugsa um barnið
longu í viðgongutíðini. Vit
hava so at siga ongan sosial
politik, men ”seta okkurt í
verk” so hvørt sum onkur
trupulleiki verður alt ov
sjónligur. Eg eftirlysi verðu
ligum sosialpolitikki sum
hugsar í heildum og byrjar
við barnakonuni, familjuni,
og so framvegis. Hvørjar
fortreytir eru tað í nøkur av
okkara børnum vera fødd
inn í ??
Barnsburðarfarloyvi
er ov stutt
Tídningarmiklasti
faktor
urin fyri góðari sálarligari
heilsu er at barnið fær
tryggar stabilar relatiónir
til foreldrini fyrstu 3 livi
árini. Hetta er staðfest í
gransking og vísti t.d danski
sálarfrøðingurin Niels Peter
Rygaard, sum júst hevur
verið í Føroyum og havt
skeið á hetta, og kundi hann
somuleiðis vísa á at um
henda relatión ikki var nóg
sterk hevði barnið 50 % hægri
títtleika fyri seinni í lívinum
at enda í psykiatriska við
gerðarsysteminum. Hetta er
vitan í vil nakað ! Og tó, so eru
vit ikki komin longri fram á
leið enn at vit sum samfelag
hava ásett at 30 vikur til
barnsburðarfarloyvi.
Her
skuldi verið nakað at arbeitt
víðari við um hugsunar
hátturin er fyribyrging.
Langur bíðlisti = góður
førleiki at uppspora
Tað synist mær so øvugt at
tú knýtir ein langan bíðlista
við manglandi førleikar at
finna børnini við sálarligum
trupulleikum. Er hetta ikki
tekin um júst tað øvugta, at
børnini vera funnin, men tað
tað strandar víðari frammi í
systeminum tá ið tað kemur
til viðgerð ? Hevði tað ikki
verið skilabetri at sett ínn í
viðgerðarliðnum
umframt
við fyribyrjgandi átøkum á
smábarnaøkinum ?
Vísandi til ársfrágreið
ingina hjá Barnaverndar
stovu Føroya fyri 2010 so er
staðfest at heilsufrøðing
arnar eru tann starvsbólkur
ið sendir flestar fráboðanir
til barnaverndartænastunar
kring landið. Víðari verður
staðfest at nógvar av hesum
fráboðanum snúgva seg júst
um sálarligar trupulleikar
við umbøn um sálarfrøðiliga
hjálp.
Tað
kundi
verið
áhugavert at vita um nøkur
hagtøl vóru fyri fráboðanir
til Sernám, men hesar er ikki
eydnast mær at finna.
Heilsufrøðingar skulu
veita øllum børnum
í Føroyum tænastu
Heilsufrøðingarnir
arbeiða
sambært lógum og kunn
gerðum við ásettum kriteri
um um hvørja fyribyrgjandi
heilsutænastu øll børn í
Føroyum hava rætt til. Hóast
hetta kann eg kunnað teg um,
at tað seinasta heyst vóru 14
skúlar í Føroyum sum ongan
heilsufrøðing
høvdu,
og
tískil hava hesir næmingar
onga heilsufrøðiliga tænastu
fingið. Tù skrivar um at renna
undan ábyrgd, men her eru
nøkur sum renna skjótt. Hava
politikkarir ikki ábyrgd av at
tey lógartryggjaðu rættindini
sum børnini hava á tænast
um vera uppfylt áðrenn nýggj
tiltøk vera sett í verk ?
Við at hava eina væl
skipaða fyribyrgjandi heilsu
tænastu til øll børn í Føroyum
er eitt gott grundarlag lagt fyri
at tryggja at trupulleikar vera
funnir tíðliga umframt, at tað
ber til at fyribyrgja ávísum
skeivleikum í menningini so
tíðliga í lívinum sum tilber.
Verður spart í fyribyrgjandi
partinum, so kunnu vit vera
vís í at nógvir trupulleikar
fara at taka seg upp, sum
so ad hoc vera ”loystir” og
áðrenn vit hava vent okkum
so eru so nógvir fagbólkar um
børnini, at tað í fleiri førum
kann gera støðuna verri enn
frammanundan. Vánlig ella
ov lítil fyribyrging er við til at
skapa størri viðgerðartørv, tað
er staðfest.
Tú vísir til skúlabørnini,
men mær vitandi skulu
allir skúlar hava fast tilkyti
til
sálarfrøðing
hjá
Ser
nám. Hevur tú tryggja tær
at hesi hava góðar treytir
at virka undir ? ella eru tey
í somu støðu sum heilsu
frøðingarnar ?
Eg sigi ikki at heilsu
frøðingar kunnu frelsa alla
verðina.
Sjálvsagt
skulu
teir samstarva tvørfagliga
og ávísa víðari, og tað meti
eg eisini verður gjørt. Sigi
heldur ikki at fyribyrgjandi
arbeiði sum í dag verður
gjørt ikki átti at verið endur
skoða og ment enn meir.
Ongin fagbólkur ”eigur”
børnini, men øll eiga vit
skylduna at hjálpa teimum
Góða Annika, verð við
virkandi til at fáa tað arbeiði
sum longu er í gongd at
virka, áðrenn tú mælir til at
seta nakað nýtt í verk.
Tá málið
kemur
framaftur
- ískoyti um stjórnarskipan
Gævi, tað
var so
einfalt, at
ein satiru
tekning
loysti allar
politiskar
knútar