Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. juni 2011 · Nr. 71 mikudagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Komandi vikuskiftið, 24.-26. juni, verða sangmøtir við norska sangevangelistinum Irene Krokeide Alnes. Tiltøk vera bæði í Klaksvík og á Toftum. Irene er óivað best kend saman við Marit Stokken. Tær hava sungið saman síð­ ani 1974 og hava givið hóp­in av fløgum um út. Tær eru víða kendar í Norra, har tær ferðast nógv sum sang­ evangelistar. Har eru tær kendar sum “Marit og Irene”. Tær hava eisini eina heima­síðu sum eitur: www. maritogirene.com. Har ber til at lesa um tær og hoyra brot úr teirra sangum. Í 1980 vóru tær í Føroyum og vitjaðu. Tá sungu tær á landsstevnuni hjá sjó­mans­ kvinnuringunum í Føroyum, sum tá var hildin í Runavík. Ætlanin var, at Marit skuldi vera við á føroya­vitj­ anini nú, men vegna sjúku í familjuni, hevur hon givið avboð. Ístaðin fara Niels og Fríðbjørg Hammer at syngja saman við Irenu. Niels og Irena kennast frá bíbliuskúla í Norra og sungu nógv saman tá. Skráin fyri sangmøtini er hendan: Fríggjadagin 24. juni kl.20.00 í KFUM&K í Klaksvík Leygardagin 25. juni kl.20.00 í Tabor á Toftum Sunnudagin 26. juni kl.18.00 í Tabor á Toftum. Sunnudagin fer Taborkórið eisini at syngja á møtinum. Sum siður er, so skipar Tórs­ havnar kommuna aftur í ár fyri summarsólstøðuhaldi í Sandágerði. Tiltakið byrj­ar hóskvøldið kl. 19 við pony­ ríðing og øðrum undirhaldi, serliga fyri børnini.  Í ár fer Hanus G. Johan­ sen at spæla og syngja, áðr­ enn borgarstjórin, Heðin Mort­ensen, fer at halda summ­arrøðu.  Skótarnir fara at brenna stórt bál og Bjarni Restorff, kórleiðari, stendur fyri fe­ lagssanginum, sum byrjar um kl. 21.  Aftaná verður sum van­ ligt er sjálvandi føroyskur dans­ur, og vónað verður, at nógv fólk fara at nýta høvið at koma ein túr út í Sandá­ gerði. Tríggir menn hava gjørt av, at nú skal Løgtingið í summarfrí. Tað eru formenninir í Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Tjóð­veld­in­ um – tann sokallaða makrel­sam­ gongan. Ikki tí, tað er helst einki galið við tí, tó at Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin hava sent út al­ ment mótmæli. Og rætt hava teir í smáu flokkunum, at tað tykist margháttligt, at teir als eingi boð fáa, men frætta um tað í miðlunum, at teir nú hava fingið summarfrí. Bill Justinussen og Kári á Rógvi vísa á, at nakað ringur hevði Høgni Hoydal verið, um hann varð viðfarin á slíkan hátt – »at um ein meirluti hevði boðað frá, at landsstýrið nú fór at stýra við kunngerðum, og at tingið ikki sleppur at viðgera tingmál til endans«. Men, siga Bill Justinussen og Kári á Rógvi, at »andstøðuleiðarin, ið vera skal, er sjálvur við í hesi ráðagerð.« Mánadagin segði løgmaður við útvarpið, at tað er frægast, at løgtingið ikki kemur saman aftur fyrr enn á ólavsøku. Hann segði, at landsstýrið hevði ikki fleiri mál, sum tørvaðu politiska viðgerð í ting­inum. Men hann vildi ikki svara upp á spurningin, um hann hevur gjørt eina undirhondsavtalu við Høgna Hoydal soleiðis, at Høgni Hoydal sleppur undan stjórn­ar­ skip­anaruppskotinum, meðan Kaj Leo Johannesen sleppur undan at yvirtaka útlendingaøkið. So tann spurningurin stendur ósvaraður – vit kunnu bara gita. Men tað er eitt politiskt maktspæl, sum gongur fyri seg í løtuni, so tað er heilt vist, at handlað verður við politiskum mál­ um – og tann telvingin tykist virka nógv betur, enn tá samgongna er. Vit plaga jú at tosa um andstøðu inni í samgonguni. Soleiðis er tað altíð. Men nú, tá Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin sita einsa­ mall­ir í minnilutastýri, so er ikki pláss fyri hesi andstøðuni, og tí sampakkar tað sera væl, at Tjóðveldi er við á síðulinjuni, tí nú fáa bæði samgonga og andstøða nakað – og samgongan verður hildin skákmát av eini veruligari andstøðu. Vilja tingfólk hava nakað burtur­ úr, ja so er tað ikki verri enn ­so, enn at tingmálini verða løgd framaftur eftir ólavsøku, so sum løgmaður vísti á. Er viljin til staðar, so fæst kanska eisini ein líkinda loysn á stjórnarskipanaruppskotinum. Løgmaður vil hava størri kon­sen­s­ us, og tað er sjálvandi eitt gott mál at seta sær. Við teprum meiri­lutum, so koma vit ikki úr tjóð­skapar­ligu nagga­tódnini – og vísa tingfólk ikki veru­ligan vilja, so kunnu vit skjóta ein hvítan píl eftir tjóð­skapar­ málinum næsta mansaldurin. Tað, sum tó hevur størstan týdning er, at politiska skipanin fær arbeitt. Tað tykist vilji vera til tað í makrelsamgonguni – sum helst verður landsins nýggja leiðsla eftir valið. Bæði samgonga og and­ støða fáa nakað burturúr Í døgunum 23. til 29 juni verður forkunnug fram­ sýning i Smiðjuni í Lítluvík við listamanninum Jógvan Andreas á Brúnni. Framsýningin kann sig­ast at viðgera mót­setn­ ing­arnar millum tað menn­ iskjaskapaða og náttúr­una – tað nátúrliga og  ónátúr­ liga – og millum framtíðina og minnir. Seinastu tvey árini hevur Jógvan Andreas einans mál­ að oljumálningar, og hetta er hansara fyrsta  framsýning við einans oljumálningum. Í  myndarøðini brýtur Jógvan Andreas í ávísan mun upp úr nýggjum. Formurin er nú meira einfaldur, og einstaka subjektið fær størri rúmd í myndini. Spennið millum litríku og døpru myndirnar av stór­býnum og nostalg­isku myndirnar úr heim­land­ inum lýsir kanska væl skift­andi sinnið hjá lista­ manninum og útisetanum. Samanumtikið ein eklekt­ isk og nútíðarkend mynda­ røð, sum ber boð um ein listamann í støðugari menn­ing. Um listamannin Jógvan Andreas á Brúnni er 30 ára gamal og uppvaksin í Fuglafirði. Seinastu tíggju árini hevur hann fyri tað mesta búð uttanlands, og hevur nomið sær útbúgv­ ing á myndlistaskúla í Keypmannahavn og lista­ skúla í London. Jógvan Andreas hevur áður havt listaframsýningar í Ribarhúsi í Fuglafirði og í Føroyahúsinum í Keyp­ mannahavn. Hann er eisini kendur sum trummu­leikari í ORKA og í GESTUM, tveim­um av teimum mest ný­skapandi føroysku tón­ leikabólkunum seinastu mongu árini. Tað natúrliga og ónatúrliga hittast í Smiðjuni Politisk summarfrí Norskur sangevangelistur vitjar Summarsólstøðuhald í Sandágerði Veru­leiki og spuni í Gunda­dali Jógan Arge kjak á síðu 16 Nakað annað land roynt til­feingis­ gjald? bogi andreasen kjak á síðu 17 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo