Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. juni 2011 · Nr. 71 6 Sosialurin TRÆTA Tvøroyrar Býráð hevur nú staðfest, at tað er ikki sinnað at slaka í trætuni um, hvør skal gjalda náttarvaktirnar á sambýlinum Milliónir í klemmu Tvørafólk eiga 6 milliónir til góðar Áki Bertholdsen Tvøroyrar kommuna er sinnað at seta hart ímóti hørðum í trætuni við Almannamálaráðið um, hvør skal rinda lønina hjá náttarvaktum á sambýlinum í bygdini. Tað hevur býráðið enn einaferð staðfest. Í sama viðfangi krevur Tvøroyrar Kommuna nú at fáa góðar seks milliónir krónur aftur úr lands­kassa­ n­um fyri útreiðslur, sum komm­unan av órøttum hevur goldið lands­kassanum. Orsøkin til, at kommunan heldur, at hon hevur goldið av órøttum, er, at hon heldur, at landsstýrið rætt og slætt ikki hevur lógarheimild til at krevja, at kommunan skal gjalda Gjalda ikki Nú er so aftur rokning komin landssýrinum fyri lønina hjá náttarvaktunum. Tvøroyrar Býráð hevur viðgjørt málið og stendur einmælt fast við avgerðina um ikki at rinda rokningina. Tvøroyrar Býráð ásannar, at eftir at lógin varð samtykt í vár, hevur landskassin nú heimild at krevja, at kommunurnar skulu rinda fyri náttarvaktirnar frá 1. mai í ár. Tí er býráðið sinnað at rinda ta seinastu rokningina. Men býráðið hevur svarað almannamálaráðnum aftur og hevur biðið Ráðið bara draga peningin frá tí, sum tað skyldar kommununi afturfyri, at kommunan hevur rindað fyri náttar­ vaktirnar øll árini frá tí at sambýlið kom í 1998. – Vil Almannamálaráðið ikki góðtaka tað, má tað stevna Tvøroyrar Býráði Vil landsstýrið ikki rinda kommununi peningin aftur, kann tað enda við, at lønin fyri náttarvaktirnar verður drigin frá so hvørt, til alt er afturrindað. Sostatt fer Tvøroyrar Kommuna ikki at rinda nakra løn hjá náttar­vakt­ u­num hesi næstu 12-13 ár­ini, var niðurstøðan á býráðsfundinum. Stevna Á Býráðsfundinum varð spurningurin eisini reist­ ur um landsstýrið ikki bara kann draga lønina til náttar­ vaktirnar av komm­unu­ skattinum, áðrenn komm­ unan fær hann útgoldnan. Tað er borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, sannførdur um, at lands­ stýrið ikki kann gera. – Skatturin er persónligur og kann ikki halda aftur uttan at kommunan gevur loyvi til tað, staðfestir hann Hann sigur, at finnur landsstýrið upp á at draga lønina hjá náttarvaktunum av kommunuskattinum, fær tað boð um at flyta pen­ingin aftur og hendir tað ikki, verður stevnt eftir pengunum. aki@sosialurin.fo Eins og flest allar aðrar komm­unur, hevur eisini Tvør­oyr­ar Komm­una rind­að fyri nátt­ar­vaktir­ nar á sam­býlunum. Tað er lands­kassin, sum hevur lagt út, men hevur síðani fingið lønina endur­goldna frá komm­ ununum. Men í vár kom fram, at tað var ivingar­samt, um lands­kassin yvir­ høvur hevði rætt at krevja, at komm­un­ur­ nar skuldu rinda løn­ ina og tí varð upp­skot lagt fyri Løgtingið í vár, har tað varð skorið út í papp, at komm­unur­nar skulu rinda lønir­nar hjá náttarvaktunum. Tó metti Heilsu­mála­ ráðið, at nú var tað sið­ venja, at kommunurnar rind­aðu fyri náttar­vaktir­ nar og tí ber ikki til at broyta manna­gongd. Tí heldur Al­manna­ mála­ráð­ið ikki, at komm­ unur­nar hava heimild at krevja nakran pening aftur. Men kortini varð upp­ skotið lagt fyri Løgtingið og samtykt fyri at beina allan iva burtur. Uppskotið varð sam­ tykt í vár. Ósamd Men bæði fleiri komm­ unur og Kommunu­sam­ skipan Føroya tulka støðuna øðrvísi, Tey tulka málið so, at upp­skot verður lagt fyri Løg­ting­ið, nettupp tí, at Almanna­ málaáðið ásann­ar, at heimild hevur ikki verið at krevja, at komm­urnar rinda fyri náttarvaktirnar. Víst verður á, at ongin ávís siðvenja er á økinum, tí í summum førum rind­ar landskassin allar útreiðslurnar. Tí er niðurstøðan hjá kommununum, at pening­ urin er kravdur inn í heimildar­loysi og sostatt eru nakrar kommunur givnar at rinda. Men Tvøroyrar Komm­ una fór eitt stig víðari og krevur nú at fáa peningin afturgoldnan, sum lands­ kassin hevur kravt inn frá kommununi til náttar­ vaktirnar. Tað eru ikki bara Kommunurnar og Komm­ unu­samskipanin, sum hava ivast í heimildini hjá lands­stýri­num at krevja kommunurnar at rinda. Tað hevur landsgrann­ skoðarin eisini gjørt og hann hevur spurt lands­ stýrið, um ætlanin var at broyta lógina á hesum øki. Skorið út í papp Tvør­oyrar Býráð hevur viðgjørt málið og stendur einmælt fast við avgerðina um ikki at rinda rokningina Í yvir 12 ár hevur Tvøroyrar Kommuna goldið fyri lønirnar hjá náttarvaktunum á sambýlinum í býnum. Nú vil Býráðið hava pengarnar aftur í landskassanum, men tað vil Almannamálaráðið ikki