mikudagur 22. juni 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 22. juni 2011 · Nr. 71
Sosialurin
Kári stendur
einsamallur
Landsnevndin og hin tingmaðurin fyri Sjálvstýrisflokkin taja staðiliga
frástøðu frá bersøgnu útsøgnini hjá floksformanninum um Lars
Løkke Rasmussen, forsætisráðharra. - Vit hava sagt Kára á Rógvi, at
hetta skal ikki henda aftur, samstundis sum vit hava álit á, at hann
er best egnaður sum formaður, sigur landsnevndarformaðurin
Uni Holm Johannesen
Tá Kári á Rógvi rópar danska
forsætismálaráðharran fyri
eitt r-hol og eitt bakbeist, er
tað ikki við vælsignilsi frá
landsnevnd Sjálvstýrisfloks
ins. Tað sigur Jan Asbjørnson
Joensen, landsnevndarfor
maður.
– Hann tók munnin ov
fullan. Hatta eru hansara
orð, og landsnevndin tekur
sjálvsagt staðiliga frástøðu
frá hasum útsagnunum. Tað
er ikki rætt av Kára á Rógvi
at rópa forsætisráðharran
fyri eitt r-hol. Tað hevur Kári
á Rógvi eisini fingið greitt at
vita frá okkum, sigur hann.
Kári P. Højgaard, sum er
hin tingmaðurin fyri Sjálv
stýrisflokkin, ger eisini púra
greitt, at hann tekur ikki
undir við sínum formanni í
hesum føri.
– Meira havi eg ikki at siga,
sigur Kári P. Højgaard.
Landsnevndin viðgjørdi
bersøgnu umtaluna av Lars
Lars Rasmussen, forsætis
ráðharra, á landsnevndar
fundi mánakvøldið. Tá var
greiða niðurstøðan, at sjón
armiðið hjá Kára á Rógvi er
ikki sjónarmiðið hjá flokki
num – men bara hjá Kára á
Rógvi.
Hava álit á Kára
Formaðurin
í
Sjálvstýris
flokkinum verður ofta skírd
ur sum gløggi og arroganti
løgfrøðingurin. Sum aka
demikarin, sum tilvitað tosar
niður á onnur.
Ákærurnar heglaðu oman
yvir Kára á Rógvi, tá hann
hartaði ein løgfrøðing í um
sitingini fyri at hava verið ov
óformell, tí løgfrøðingurin
byrjaði ein teldupost við at
skriva »Hey Kári«. Innihaldið
var niðurlátandi boð um, at
tingmaðurin kundi ikki orða
seg sum hann ætlaði í ávísum
tingmáli. Kári á Rógvi leyp
eisini fram av í sinnimuni í
februar, tá hann sendi einum
týskum
fanatiskum
um
hvørvisaktivisti ein teldupost
um Holocaust. Hann viðgekk
alment, at tað var skeivt at
svara aftur við Holocaust.
Jan Asbjørnson Joensen
staðfestir, at bersøgna um
røðan av Lars Løkke Rasmus
sen fær heldur ikki avleið
ingar fyri Kára á Rógvi. Hann
ger púra greitt, at lands
nevndin hevur álit á floks
formanninum.
– Tað er ikki landsnevndin,
sum ger av, hvør skal vera
formaður. Hann verður bein
leiðis valdur á aðalfundinum.
Vit hava sagt Kára á Rógvi, at
hetta skal ikki henda aftur,
samstundis sum vit hava álit
á, at hann er best egnaður
sum formaður. Landsnevndin
hevur heldur ikki frætt frá
fólki kring flokkin, at tey
vilja hava, at hetta skal fáa
størri avleiðingar fyri for
mannin enn eina harðliga
átalu, sigur Jan Asbjørnson
Joensen, landsnevndarfor
maður.
Tað vil siga, at lands
nevndin tekur frástøðu frá
umtaluni av Lars Løkke
Rasmussen, men hevur álit á
formanninum?
– Ja, og har endar hetta
málið fyri okkara viðkom
andi, sigur hann.
Tað er ásett í viðtøkunum,
at formaðurin í Sjálvstýris
flokkinum skal vera løgtings
umboð ella landsstýrisumboð
fyri flokkin. Tað eru sostatt
bara tvey formansevni í
flokkinum í løtuni; Kári á
Rógvi og Kári P. Højgaard.
»Landsnevndin hevur heldur ikki frætt frá
fólki kring flokkin, at tey vilja hava, at hetta
skal fáa størri avleiðingar fyri formannin
enn eina harðliga átalu«
– Jan Asbjørnson Joensen, landsnevndarformaður
»Bara so ongin ivi skal vera, so stendur
R-hol fyri ríkisfelagsskapshol, akkurát
sum við R-frádrátti.«
– Kári á Rógvi
Soleiðis skrivaði
hann um Lars Løkke
Tað var á Facebook, at Kári á
Rógvi skrivaði sína hjartans
meining um forsætisráðharran.
Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum skrivar
soleiðis á Facebook tann 10. juni:
»Ynk, ynk, ynk. Hasin forsætisráðharrin er tann
visaligasti nakrantíð. Hevur lisið løgfrøði, men seinast
hann var heima, hevði hann ikki lisið grein mína í
Juristen um stjórnarskipan okkara; hesuferð bíðar
hann eftir 'en udredning', áðrenn hann kann viðmæla
WTO limaskapi. Eitt R-hol, sum krógvar seg handan
formalitetir og frøðingar. Ynk, ynk, ynk.«
Kári á Rógvi skrivar soleiðis um
forsætisráðharran tann 14. juni:
»Maðurin er bakbeist; fari ikki siga annað; kann
ikki lúgva, bara tí eg siti á Tingi. Hansara diplomati
er 'gun boat diplomacy' og hann far aftur av somu
skuffu. Umframt ringt fólk er hann so eisini bæði
vánaligur fakmaður og vánaligur leiðari, á veg út úr
politikk, tíbetur.«
Dagin eftir, tann 15. juni,
skrivar hann soleiðis:
»Stuttligt kortini. Forsætisráðharri Danmarkar er
juristur, men lesur ikki Juristen. Hann er politikari,
men kann ikki taka støðu politiskt til føroyskan WTO
limaskap, í staðin skal hann spyrja juristar, um tað
er 'lov' (Føroyar eru longu limur í norðurlendsku
skattauniónini og WTO er fyri stjórnir ikki statir);
hann er pro-ríkisfelagsskapin men virðiir ikki,
at stýrisskipan var yvirtikin sum sermál eftir
heimastýrislógini í 1948. Men harmast fólk? At Kári
kanska hevur gjørt hann keddan! Álvaratos, maðurin
óhøviskur, ódugnaligur og óegnaður; tann fíni
sessurin eigur at seta honum krøv, ikki geva honum
óuppiborna virðing.«
Kári á Rógvi heldur fram seinni um kvøldið:
»Sum eg fyrr havi skrivað her á facebook: einasti
mátin at fáa føroysku bløðini at viðgera politik(arar)
er at kalla onkran r-hol - prógvið er at síggja á www.
sjalvstyri.fo undir tíðindi. «
Og:
»Bara so ongin ivi skal vera, so stendur R-hol fyri
ríkisfelagsskapshol, akkurát sum við R-frádrátti.«
Tað er ikki rætt av Kára á Rógvi at rópa forsætisráðharran fyri eitt r-hol. Tað hevur Kári á Rógvi eisini fingið greitt at vita frá
okkum, sigur landsnevndarformaðurin