Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-22, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 22. juni 2011 · Nr. 71 Sosialurin Ítróttur Tróndur Arge Christian R. Mouritsen skoraði seinna málið hjá Vali. Jónas Tór Næs og Pól Jóhannus Justinussen byrj­aðu eisini inni. Tað var undan dystinum greitt, at hetta var ein torfør uppgáva, tí ÍBV liggur á øðrum plássi í lands­ kappingini. Longu aftaná 32 min­ uttir var ÍBV á odda 3-0. Stutt fyri hálvleik fekk Valur brotsspark, sum Guðjón Pétur Lýðsson umsetti til mál. Fýra minuttir inn í seinna hálv­ leik kom spenningur í uppgerðina aftur, tá Christian R. Mouritsen mink­aði um munin til 3-2. Christian hevði eisini tvey skot á mál skrivar Morgunblaðið í kvøld. Allir tríggir føroyingarnir spældu allan dystin og Jónas Tór Næs fekk eisini eitt gult kort við á vegnum. trondur@sosialurin.fo Tíðindaskriv Á Hvítusunnu luttóku súkklarar á føroyska súkklulandsliðnum í stór­ ari kapping í Danmark. Før­oyski hópurin luttók í trimum kapp­ing­ um, og koyrt bleiv í Silkeborg, Ikast og Hammel. Kappingarnar eru liður í fyri­ reikunum til Oyggjaleikirnar, sum verða á Isle of Wight um bert eina viku. Á føroyska landsliðnum eru: Torkil Veyhe Guðmundur Joensen Alfred Hummeland Bogi Kristiansen Gunnar Dahl-Olsen Venjari hjá føroyska súkklu­ lands­liðnum er danin Jacob A. Troelsen. Gunnar Dahl-Olsen er hjálpar­venjari, og er tí samstundis eitt slag av einum leikandi venjara. Meðan tað gekk minni gott hjá teimum ungu á landsliðnum, so gekk framúr gott hjá »veteran­ unum« á landsliðnum, nevniliga Bogi Kristiansen og Gunnar Dahl- Olsen. Meðan Bogi vann sær eitt 3. pláss í bólkinum H40, so eydnaðist tað Gunnar at vinna sær pláss á sigurs­pallinum í B bólkinum, ið er næst sterkasti bólkur í Danmark. Sum sagt vóru tríggjar kappingar á skránni, og tað var í kappingini í Ikast, at tað eydnaðist Gunnar sam­ an við tveimum øðrum dønum at koyra seg upp til útbrotið, ið taldi seks mans. Koyrt bleiv 133 km henda dagin, og tá menn skuldi út á síðsta umfar av fimm, so bleiv útbrotið innheitað. Løtu seinni skuldu hesir nýggju mans sprinta um sigurin, og tá eydnaðist tað Gunnar at gerast nummar trý. Hetta var ein góð, vælskipað og sterk kapping. Úrslitið gjørdist sera gott, og millum annað tí hava vit góðar vónir til komandi leikirnar. Vit fingu silvur í liðkoyringini á Rhodos, og tí fara vit eftir gullinum hesuferð, sigur Gunnar Dah-Olsen. Føroyska súkklulandsliðið skal koyra soleiðis á Oyggjaleikum: 26. juni: Býarkoyring, 1 tími + 5 umfør 28. juni: Landavegkoyring, 120 km 30. juni: Einkultstartur, 50 km Føroyingar vunnu 3. pláss í sterkari DK-kapping Súkkling Farna vikuskifti luttók føroyska súkklulandsliðið í stórari kapping í Danmark. Føroysku súkklararnir luttóku í trimum kappingum, og gjørdist úrslitið at føroyingar vunnu tvey 3. pláss Christian skoraði í ósigri Fótbóltur Valur er úti av íslendsku steypakappingini, eftir at teir í kvøld taptu 3-2 fyri ÍBV á heimavølli Tróndur Arge Í blaðnum fríggjadagin skriv­ aðu vit, at Heðin Askham og EB/Streymur møguliga skuldu skiljast, men so er ikki. Heðin Askham hevur bæði fyri Sosial­inum og leikarunum hjá EB/Streymi gjørt greitt, at tað einki hald er í leysasøgunum. Ónøgd við EB/Streym Fleiri feløg eru ónøgd við at EB/ Streymur sleppur at luttaka í Europa League í ár. Millum tey sigst verða Víkingur, sum akkurát gjørdist ov stutt til luttøku í Evropa. Tað skrivar Norðlýsið, men formaðurin í Víkingi hevur onga viðmerking sambært tí greinini. Tað ljóðar eisini, at ein mað­ ur sum Bárður Olsen er á veg úr felagnum. Hann royndi seg undan hesum kappingar­ár­ inum í B36. Hesa ferð senda søg­ur­nar hann til antin HB ella AB. Víkingur og B71 skifta um? Tað ljóðar eisini úr Sarpugerði, at Joseph Bassene, ið er búð­ sitandi í Leirvík, er heitur upp á at sleppa til Víking. Hann spælur í løtuni við B71, sum eru áhugaðir at fáa Símun Hansen hinvegin. Atli velur B36 Í skrivandi løtu hevur Alti Danielsen ikki alment kunn­ gjørt um hann velur B36 ella KÍ. Men tað tykist greitt, at landsliðsleikarin fer at velja oddaliðið fram um barndóms­ felagið. Nakað, sum Norðlýsið eisini skrivar. Venjingarvitjan í Runavík Jóhan T. Davidsen og Viljormur Davidsen hava vant við NSÍ í seinastuni, men sum skilst er hetta bara fyri at halda formin, meðan teir eru heima. HB skal hava styrk HB missir eftir øllum at døma fleiri leikarar í summar, sum fara niður at lesa. Tað er tó ikki komið navn á nakran av teimum, ið koma í teirra stað. Tað er ikki óhugsandi, at nýggi HB venjarin, Sigfríður Clementsen, vil hava fleiri royndar leikarar til HB liðið, sum als ikki hongur saman í løtuni. B71 ikki givið upp B71 formaðurin váttaði í blað­ num mánadagin, at felagið hóast ein nærmast vónleysa støðu, fer at styrkja hópin við fýra leikarum. Liðið hevur bara fingið trý stig og næstur teim­um er 07 Vestur við heili 11 stigum. Formaðurin váttar somu­leiðis, at tað eru stuðlar, ið hjálpa til fíggjarligt. Stríð um uppflyting Sum skilst so fara bæði AB og TB at styrkja um hópin í stríð­ num um uppflyting í 1. deild. Fyrr hevur ljóðað, at TB skal hava tríggjar nýggja leikarar, har millum tveir serbar. Eisini á Argjum leita tey eftir styrki, nú báðir framherjarnir, Tróndur Sigurðsson og Nikolaj Eriksen, eru skaddir. trondur@sosialurin.fo Leysasøgur Fótbóltur Tað er ikki bara í útlondinum, at tað eru nógvar leysasøgur um feløg, sum ætla at styrkja seg til eftir summarsteðgin. Tað er eisini støðan í Føroyum. Vit hava her samlað nakrar av teimum Landsliðsleikarin, Atli Danielsen, skal ætlandi styrkja um longu sera sterka oddalið úr B36