Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-22, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. juni 2011 · Nr. 71 24 Sosialurin Ítróttur Tróndur Arge Seint í gjár boðaði HB heimasíðan frá, at felagið hevur framt eitt venjara­skifti. Úr starvinum er farin Julian Hansen, sum tvær ferðir hev­ ur tikið yvir í úrtíð. Seinnu ferð var í fjør og tá megnaði hann eisini at føra felagið til FM heitið. Í ár hevur tað ikki gingið eins væl í hond og HB liggur á einum sætta plássi við bara 14 stigum. Tað eru 14 færri enn oddaliðið B36 og bara trý stig eru oman til niðurflytingarstrikuna. »Útskifting hevur í dag verið í høvuðsvenjarasessinum hjá Voda­ foneliðnum hjá HB. Julian Hansen er givin, og Sigfríður Clementsen tekur við. Gongdin hjá Vodafoneliðnum hevur ikki verið góð í ár, og tí samdust Julian og felagið fyrr í dag um at enda samstarvið. Í kvøld hev­ur felagið so gjørt avtalu við Sigfríða Clementsen um at taka við høvuðsvenjarastarvinum restina av kapp­ingarárinum«, skrivar HB á heimasíðuni. – Eg havi valt at taka av hesi avbjóðingini, tí hon sær spennandi út. HB er eitt stórt felag við eini rík­ari søgu og hetta er avgjørt eitt av teimum feløgunum, sum tú sum venj­ari vil sleppa at venja, sigur Sigfríður Clementsen við Sosialin. Sigfríður ræðist ikki HB hevur skift nógv út á venjara­ postinum seinnu árini, men Sigfríður ræðist ikki upp­gáv­una. – Eg havi bara játtað meg til enda av kappingarárinum og tað fyri­ haldi eg meg til. Eg haldi, at eg havi nakað at bjóða HB og umvent, so tað hugsi eg ikki um og ræðist ikki uppgávuna, sigur Sigfríður. – Eg eri ikki verjukendur. Sigfríður hevur fyrr havt orð á sær sum ein verjukendur venjari, men hvussu passar tað saman við eyðkenda HB spælið, sum er meiri álopskent. – HB er í dag í eini støðu, har teir kunnu brúka meg. Tað er ikki uttan orsøk, at teir venda sær til mín. Men tá tað er sagt, so meti eg ikki, at eg eri nakar verjukendur venjari. Eg leggi stóran dent á at liðini hjá mær eru væl skipaði, men hyggur tú eftir tíðini í B36 og EB/Streymi, so sært tú at vit hava skotið nógv mál, sigur Sigfríður víðari. Málið er javnvágur HB liðið tapti seinast á Streym­nesi greitt móti EB/Streymi, sum liggur triðja plássi. Hóast EB/Streym­ur brendi trý brotsspørk, so vunnu teir sannførandi móti ein­um tungum og lítið hugagóðum HB liðið. Hvat er so málið? – Málið er at fáa javnvág á lið­ið aftur og arbeiða okkum vekk frá botninum. Vit mugu verða eyð­ mjúkir og spæla við einum øðrum hug­burði. So kunnu vit hyggja eftir stiga­talvuni tá kappingarárið er kom­ið at enda, sigur Sigfríður. Má stóla uppá teir eldru Fyri at røkka málinum má okk­urt broytast og Sigfríður hevur longu fyrstu uppgávuna sunnu­dagin móti grannunum og odda­lið­num B36. – Tað er ikki so nógv eg fái broytt til næsta dystin, so tá má eg stóla upp á teir eldru og meiri royndu leikararnar, at ganga á odda. Eg fari at royna at skipa liðið betri og eitt nú fáa deyðbóltar og annað upp á pláss, men eg ræðist ikki B36 dystin, sigur Sigfríður. Tað hevur ljóðað, at tveir leikarar úr Danmark eru á veg til felagið, umframt at teir royndu at fáa Atla Danielsen til felagið. – Tað eru nakrir leikarar, ið fara av landinum at lesa eftir summar­ feriuna og felagið arbeiður í løtuni við at fáa leikarar í teirra stað, sigur Sigfríður. Fyribils er ongin hjálparvenjari sett­ur, men Sigfríður hevur ein ávís­an mann í tonkunum. – Eg havi spurt meg fyri hjá ein­um manni, sum eg gjarna vil hava sum hjálpavenjara. Tað er ikki komið upp á pláss enn og tí lata vit hann vera ónevndan, sigur Sigfríður. Sigfríður Clementsen hevur sein­astu tíðina verið viðmerkjari hjá bæði Miðlahúsinum og sjón­ varp­inum hjá Kringvarpinum, tað verð­ur hann fyribils ikki longur. – Tað er fótbóltinum eg brenni fyri og tá eg ikki hevði nakað starv í ár, so var tað upplagt at royna seg í einum øðrum leikluti. Tað hevur verið spennandi, men tá tú fær eitt arbeiði sum tað hjá HB bjóðað, so tekur tú sjálvandi av, sigur Sigfríður at enda. Fyrsta uppgávan hjá nýggja venj­arinum verður longu sunnu­ dagin, tá teir møta oddaliðnum og grann­unum úr B36. Ræðist ikki B36-dystin Fótbóltur Sigfríður Clementsen er nýggjur venjari hjá HB, sum hevur siglt í tungum sjógvi alt kappingarárið. Hann sær uppgávuna sum eina spennandi avbjóðing og avsannar, at hann er ov verjukendur til eyðkenda HB spælið Sigfríður Clementsen: Tað er ikki so nógv eg fái broytt til næsta dystin, so tá má eg stóla upp á teir eldru og meiri royndu leikararnar, at ganga á odda ...men eg ræðist ikki B36 dystin útskifting – HB er í dag í eini støðu, har teir kunnu brúka meg. Tað er ikki uttan orsøk, at teir venda sær til mín, sigur nýggi høvuðsvenjarin hjá føroyameistarunum, Sigfríður Clementsen Savnsmynd