Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 22. juni 2011 · Nr. 71 Sosialurin Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo BMW Neue Klasse 50 ár Fimmti ár eru liðin síðan BMW skiftu stíl og komu á marknaðin við tí sonevnda »BMW Neue Klasse« BMW skiftu heilt stíl í 1961 og komu á marknaðin við BMW 1500, sum var ein modernaður sedan við góðum og tryggum koyrieginleikum. Seinni komu onnur modell sum t.d. 1602, 1802, 2002 og 2002tii. Hesir vóru eitt sindur minni, men bygdir í sama stíli við størri motorum. BMW 1500 hevði 1,5 litra motor, og í 1967 kom BMW 1800 við 1,8 litra motori og seinni kom so eisini BMW 2000 við 2,0 litra motori. Allir við sama designi. Hesir eru forgangarar hjá BMW 500 seriuni, sum kom á marknaðin í 1972. Fyrsti bilurin hjá BMW var ann­ ars ein upprunaligur enskur Austin 7, sum varð bygdur uppá licens í fleiri londum. Í Týsklandi varð hann framleiddur við navninum Dixi. Seinni keypti Bayrisce Motor Werke (BMW) verksmiðjuna, og kom hesin Dixi ella Austin 7 í 1928 at verða tann fyrsti bilurin, sum BMW fram­leiddi. maggi@sosialurin.fo Fyri 50 árum síðan komu BMW á marknaðin við BMW 1500, sum var fyrsti bilur í sonevnda »BMW Neue Klasse« frá 1961 Fyrsti bilurin hjá BMW var hesin Dixi frá 1928 Eitt rættiliga genialt hugskot. Ein Vespa skutari við síðuvogni sum er bygdur um til eitt VW Rugbreyð. Designið á síðuvogninum er tað sama sum á Volkswagen Type 2, sum kom á marknaðinum í 1950. Vespa við Rugbreyð síðuvogni Í sendingini verður vitjað hjá fyritøkuni Glarmeistarin í Havn, har samrøður eru við Ragnar Guttesen og Poul Guttesen, ið hava spesialiserað seg í øll­um sum hevur við glas og rútar at gera. Eisini verður hybrid­bilurin Toyota Auris HSD royndarkoyrdur saman við Høgna Háberg Hansen, sølu­manni hjá Reyni Service. maggi@sosialurin.fo Vinnu- & Bilradio Hósdagin kl. 16.10 Poul Guttesen Ragnar Guttesen