Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. juni 2011 · Nr. 71 22 Sosialurin Í dagrøktini í Fuglafirði arbeiða 6 dagrøktarar. Spælistova er knýtt at dagrøktini. Í dagrøktini ganga áleið 30 børn, í aldrinum 0 – 5 ár. Vit hava brúk fyri tær. Vit sóknast eftir einum námsfrøðingi, til eitt tíðaravmarkað starv til spælistovuna hjá Dagrøk- tini. Vit vænta at tú hevur dirvið at seta dags- skránna og skipa eitt námsfrøðiligt innihald í degnum fyri børnini í dagrøktini. Vit vænta tí at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, ert ja-lig/ur, dugir at samstarva við børn, foreldur og dagrøktarar, tekur ábyrgd og dugir at seta tær mál. Vit bjóða eitt spennandi starv, ið støðugt er í menning, har tú kanst vera við at mynda og seta tín dám á dagrøktina. Setanarviðurskifti fyri námsfrøðing í spælistovuna: • Starvið er 40 tímar um vikuna. • Starvið verður sett 15. August 2011. • Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs- gevarafelag Føroya. Lønarstig 11-18 • Arbeiðstíð, mánadag til fríggjadag millum 07.30 - 17.15. Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett fyribils. Vit sóknast eftir einum dagrøktara tíðaravmarkað, í eitt ár, frá 1. August 2011. Ein treyt fyri at søkja starvi er, at dagrøktar- heimið skal vera barnavinarligt innrættað, har rúm er til børnini at spæla, og at eitt hóskandi trygt spæliøki er uttanfyri. Vit vænta at tú, dugir at arbeiða sjálvstøðugt, hevur hug at skapa ein tryggan og mennandi gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum. Setanarviðurskifti fyri dagrøktara: Lønin verður ásett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðs- gevarafelag Føroya fyri dagrøktarar. Skrivlig umsókn skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 11. juli 2011 kl. 12. Fuglafjarðar kommuna, Postboks 30, 530 Fuglafjørður Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjørghild Arnholdtsdóttir, deildarleiðara, telefon 23 80 94 ella Jógvan Philbrow leiðara, telefon 23 80 91. Kommunan skilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella onga at taka. Námsfrøðingur og dagrøktari til Dagrøktina hjá Fuglafjarðar kommunu, at byrja 15. august 2011 Fuglafjarðar býráð Fuglafjarðar býráð At byrja 8. august 2011 Kambur er stovnur, ið veitir heildags tilboð til 6 ára gomul børn og frítíðarskúlabørn. Vit hava brúk fyri tær. Vit sóknast eftir einum námsfrøðingi, til eitt tíðaravmarkað stuðulsstarv, ið hevur dirvið at seta dagsskránna, bæði fyri tey 6 ára gomlu og frítíðarskúlabørnini. Vit vænta tí at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, ert ja-lig/ur, dugir at samst- arva, tekur ábyrgd og dugir at seta tær mál. Vit bjóða eitt spennandi starv, ið støðugt er í menning, har tú kanst vera við at mynda og seta tín dám á stovnin. „Kambur“ liggur í einum nát- túruríkum umhvørvi, har ið náttúran natúrliga setur sín dám á gerandisdagin. Setanarviðurskifti Starvið er 30 tímar um vikuna. Starvið verður sett 8. August 2011. Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs gevarafelag Føroya. Lønarstig 11 - 18 Arbeiðstíð, mánadag til fríggjadag 07.30 - 17.15. Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett fyribils. Skrivlig umsókn skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 11. juli 2011 kl. 12. Fuglafjarðar kommuna Ennivegur 38 Fo-530 Fuglafjørður Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jógvan Philbrow, leiðari, telefon 23 80 91. Kommunan skilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella onga at taka. Námsfrøðingur til Kamb Fuglafjarðar býráð Fuglafjarðar býráð Søkt verður eftir: • Einum námsfrøðingi, at arbeiða 40 tíma viku í barnagarðsstovu, at byrja 8. august 2011 • Einum námsfrøðingi, at arbeiða 35 tímar viku við sertørvi í barnagarðsstovu, at byrja 8. august 2011 • Einum námsfrøðingi, at arbeiða 30 tíma viku í barnagarðsstovu, at byrja 8. august 2011 til og við 29. juni 2012 • Einum námsfrøðingi, at arbeiða 35 tíma viku í vøggustovu, at byrja 8. august 2011 • Einum hjálparfólki, at arbeiða 30 tíma viku í vøggustovu, at byrja 8. august 2011 til og við 29. juni 2012 Vit sóknast eftir starvsfólki: • ið kunnu arbeiða sjálvstøðugt, og eru før fyri at orða seg skrivliga • ið hava arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum • ið hava umsorgan fyri børnunum • ið eru eldhuga og jalig • ið hava góð samstarvsevnir • ið síggja møguleikar fram um mørk • ein fyrimunur um tú dugir at spæla okkurt instrumentið, ert kreativur og dámar at verða úti í natúruni Vit kunnu bjóða tær: • fjølbroyttar arbeiðsuppgávur • eitt starv, har tú kanst brúka tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan • samstarv við sernám (náms- og sálarfrøði- lig ráðgeving), sosialu deild og stovnar hjá Fuglafjarðar kommunu Setanartreytir: Løn eftir sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið. Nærri fast at vita um størvini við at venda sær til leiðaran í dagstovninum Marius Joensen, á 238030. Umsóknir saman við avritum av prógvum og viðmælum, skulu verða Býráðsskrivstovuna, Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður, í hendi í seinasta lagi 6. juli 2011 kl. 12.00. Starvsfólk til dagstovnin í Fuglafirði Fuglafjarðar býráð Fuglafjarðar býráð Ósabakkavegur · 410 Kollafjørður · tlf 42 14 05 Fólk søkist Søkt verður eftir fólki at byrja skjótast møguligt. Arbeiðsuppgávurnar verða í størsta mun inni á virkinum, har viðkomandi kemur at verða ein partur av termorúta framleiðsluni. Vit ynskja, at umsøkjarin er nærlagdur, kann arbeiða sjálvstøðugt, hevur teldurkunnleika á byrjunarstøði og koyrikort. Hevur hetta tín áhuga ring so á tlf. 73 94 03