Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 22. juni 2011 · Nr. 71 Sosialurin Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo Margretha búði við okkara synum Johan og Hassadi einsamøll í okkara húsum í Havn, og eg kendi meg at hava eina vagabóndatilveru á Tvøroyri. Hóast eg sum so hevði tak yvir høvdið, var støða mín fullkomiliga láturlig fyri ein sýslumann at vera í. Setti sjálvan Niels J. Mortensen uppá pláss Eg var ikki enn komin í samband við fólkið í bygdini. Eg hevði havt ein samanbrest við sjálvan Niels J. Mortensen um vøruklarering, sum hann vildi hava greidda á sín vanliga hátt. Niels Juel helt, at hann kundu siga mær, hvar skápið skuldi standa. Men nú mátti hann boyggja seg fyri mínum boðum. Eg hevði eisini rættin á míni síðu. Hetta frættist millum fólk, so tá merkti eg eina serliga virðing fyri mær. Eg royndi at leiga eini hús, so eg kundi fáa familjuna suður. Men hetta var hopleyst. Fólk komu úr øllum Føroyum til Tvøroyrar at fáa arbeiði, sum nóg mikið var av. Fólk búðu í hvørjum kjallara. Annars bygdu handilsmenninir skúrar til fiskagenturnar. Her var eisini rok viðhvørt, tá fiskimenn við kenning vildu inn til genturnar, sum tær flestu vóru hampafólk. Men knappliga skein sólin. Skradd­arameistarin Petersen, sum var abbi konu Ejler, Siggu, hevði hús á Hvítanesi, har verkstaður var í kjallaranum. Ein sonur teirra var listamaðurin Sigmund Petersen. Tey vóru adventistar, og tey høvdu hug at fara at búgva nøkur ár á Skodsborg, sum var høvuðsstøðin hjá donsku adventistunum. Eg roknaði so við, at tá ið tey komu aftur, hevði staturin bygt okkum eini hús. Tað var gott endiliga at fáa familjuna suður. Á umferð Ein sýslumaður hevði tá í tíðini tvær árligar umferðir til allar bygdir í sýsluni. Fyrst var tað grannastevnuumferðin í januar og februar, og so var tað skatta­ umferðin, sum var í juli-august. Tá ið eg tók við starvinum skuldi eg beinanvegin fara á mína fyrstu umferð. Á hesi ferðini skuldi inn­ krevjast ein matrikulskattur, sum skuldi gjaldast av allari jørð, sum var matrikulerað. Hetta var ein skattur, sum stav­ aði frá 1894 til gjald av teimum út­ reiðsl­um, sum tá vóru av takser­ ingini av jørðini. Grundarlagið fyri innkrevjing av hesum skatti var eitt yvirlit yvir alla ognarjørð. Hetta yvirlit skuldi dagførast við fráboðan frá sóknarstýrunum. Men tá ið eg tók við, var hetta yvirlit alt annað enn dagført. Skipanin var so torskild og arbeiðskrevjandi, at dagføring nærum ikki bar til. Men á fyriliggjandi grundarlagi skuldi eg skriva umleið 2.000 skatta­rokn­ingar, sum tilsamans ljóð­aðu uppá kr. 1.600. Tær størstu rokningarnar vóru ikki so mikið sum 10 kr, meðan tær minstu vóru 0,18 oyru, sum tó vóru hækkað til 2 oyru. Hetta vóru láturligar upphæddir. Fyri tað almenna hevði tað verið nógv lættari at slept hesi innkrevjing og heldur nýtt tíðina til meira krevjandi uppgávur. Men eg fekk skrivað rokning­ar­ nar. Fór so frá bygd til bygd eftir at hava kunngjørt nær eg kom til tær ymisku bygdirnar. Eg var spentur uppá, hvussu mítt møti við fólkið fór at vera. Men eg roknaði við, at øll sum vóru heima, fóru at møta upp á vanliga gjaldingarstaðnum fyri at síggja tann nýggja sýslumannin. Soleiðis varð eisini. Tað gekk eisini væl at fáa pen­ ingin inn. Tó vísti tað seg í nógvum førum, at tann sum stóð fyri rokn­ ingini, var deyður fleiri ár framman undan, og at jørðin var farin til teirra arvingarnar. Men tað var tó altíð onkur, sum vildi gjalda hesar rokningar. Eg fekk allan peningin inn, men tað var mær greitt, at tað almenna kundi ikki skriva rokningar uppá fólk, sum høvdu ligið í grøvini í fleiri ár. Eg setti mær fyri at dagføra yvirlitið, men tað mátti gerast á ein einfaldari hátt enn higartil. Á hesi umferðini var eg sera væl móttikin. Mong gjørdu meg var­ an við, at vit vóru í ætt gjøgnum mammu, og tey bjóðaðu mær inn á gólv­ið. Eg takkaði fyri, men tað lá ikki altíð fyri at koma, so nógv vóru tey. Fólk høvdu gjøgnum nógv ár við Effersøe fingið ta fatan, at sýslumaðurin var ein sera fjarur persónur, sum var ov høgtsettur at hava nakað við vanlig fólk at gera. Og nú kom ein sýslumaður, sum kundi taka hvønn mann í hondina og tosa við tey øll. Fyri tað bleiv tað átalað, sum skuldi átalast. Eg haldi ikki, at tað fór nøkur tign av embætinum fyri tað. Mín undanmaður hevði føst hús, har hann gisti. Eg helt til í somu húsum, burtursæð frá bygdum, har eg hevði nærmastu ætt sum í Porkeri, har eg hevði fleiri systkinabørn. Í Vági plagdi eg at búgva hjá stórkeypmanninum Petur Dahl, sum var giftur við mostur mammu. Hetta var eitt stórt hús, og tey høvdu altíð gestir. Í húsinum var ein stór stova næst køkinum. Kona Petur sat vanliga millum øll fólkini, sum høvdu ymiskt at gera. Petur gekk vanliga gjøgnum stovuna á veg til ella frá skriv­ stovuna, sum var beint við set­ húsini. Var kona hansara ikki í stovuni, plagdi hann at siga: »Er eingin heima,« sjálvt um stovan var full av fólki, sum arbeiddu ella tað vóru gestir inni. Petur var kendur sum ein fram­ úr maður, sum var virdur fyri sítt ídni og dugnaskap. Hann var byrjaður sum fiskimaður, og hevði við dugnaskapi uppalt fleiri mann­ ingar, og úrslitið av tí sást gjøgnum fleiri ættarlið. Var Petur tann stóri rokarin og ein kempa, so var kona hansara tann milda, sum altíð dugdi at fáa alt í rættlag, tá ið Petur kanska kundi fara nóg so harðliga fram. Konan hevði í sínum ungdómi verið sera vøkur. Tað sama skal omman mín í Porkeri hava verið. Tær vóru sum sagt systrar. Í Sumba plagdi Effersøe at búgva hjá læraranum Niclas Djurhuus. Teir vóru saman í tinginum. Men nú lá tað ikki fyri hjá honum at hýsa mær. Kanska hevði hann heldur ikki hug til tess. Men hann mælti mær til at fara til Catrinu Symphor, sum plagdi at hýsa presti. Hjá henni var alt í lagi. Hon hevði sitið einkja í mong ár og hevði saman við sínum ógifta soni Petur røkt alla ta nógvu jørðina í húsinum. Hon var øll árini, eg gisti hjá henni, tann mest umsorgsfulla vert­inna, ið kundi hugsast. Hennara matur var ein­faldur men góður. Tað var breyð, skerpi­kjøt, skinsakjøt, feskt kjøt og vanliga kókað heit mjólk. Tað var so hugaligt at fáa heita mjólk, tá ið eg móður og gjøgn­um­vátur kom til Sumbiar aftaná ein langan gongu­túr, ofta úr Fámjin. Tað hendi ofta, at sumbingar eftir eina grannstevnu bjóðaðu mær til hús. Eg vildi ikki siga nei, tí fekk eg ofta nátturða fleiri ferðir. Men tá ið eg kom heim til Cathr­ inu, ofta úti móti midnátt varð eg møttur við orðunum: »Nú eru tyg­ um bæði svangur og móður.« Tað seinna passaði men ikki tað fyrra. Eg vildi ikki sára Cathrinu, so tað var einki at gera uttan at eta eina ferð enn. Í Hvalba kom eg fyrstu árini at búgva hjá prestinum Gullak Jacob­sen, og síðan hjá Jens Paula Skaalum, mínum ungdómsvini, giftur við trímenningi mínum Astrid Larsen úr Porkeri. Losjan á Tvøroyri, sum Kristian Djurhuus mátti fáa sær sum bráfeingis skrivstovu Niels Juel Mortensen var »kongurin« á Tvøroyri. Men Kristian Djurhuus bakkaði ikki fyri honum Tá ið Kristian Djurhuus kom til Tvøroyrar, var bygdin miðdepil fyri fiskiskap í Føroyum. Hetta er Tvørátunga, har fiskimenn og fiskagentur úr øllum Føroyum hittust at stuttleika sær Komandi partur Miðvikan er avmarkað til fýra partar um mánaðin. Tískil verður komandi partur um tvær vikur. Hann verður um »landasvíkjaran« í Vági Poul Morell Nielsen, sum var ein hetja!