mikudagur 22. juni 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. juni 2011 · Nr. 71
20
Sosialurin
Miðvikan
21. partur
U
ndangongumaður mín sum
sýslumaður, Oliver Effersøe,
boðaði mær frá, at hann einki
hevði ímóti at eg fór at arbeiða í
skrivstovuni sum var í hansara
húsum.
Hans
Olaf
Hansen,
fulltrúin hjá Effersøe, setti meg
inn í ein part av arbeiðinum, men
tað var skilligt, at hann ræddist
Effersøe, sum avgjørt ikki dámdi
sín eftirmann.
Dagmar Holm helt áfram á
skrivstovuni. Hon segði mær eftir
nøkrum døgum, at hon var fegin
um tað. Men hon hevði skilt á Effer
søe, at starvsfólkið skuldi leggja frá
sær samstundis um hann. Tí hevði
hon sagt upp.
Kis, systkinabarnið, kom so
eisini at arbeiða hjá mær, men tað
tók sjálvsagt sína tíð hjá honum at
koma eftir øllum.
Effersøe hevði havt sína egnu
skipan við at skráseta málini. Hetta
gjørdi tað sera trupult at finna tey
fram hjá einum, sum var nýggjur
í arbeiðinum. Hetta var enn ein
avbjóðing.
Effersøe helt seg burtur frá
skrivstovuni. Men ein dagin var
ein persónur komin á skrivstovuna
í sambandi við eina skiftissak. Tá
møtir Effersøe knappliga upp, og
meðan viðkomandi er til staðar,
roynir hann at læra meg, hvussu
ein slík sak skal handfarast. Enda
málið var greitt, at nú skuldi hesi
gamli sýslumaðurin geva tí nýggja
sýslumanninum
inn
við
skei,
hvussu hann skuldi arbeiða. Hetta
var eg rættiliga argur um. Men tað
var so heppið, at nettupp skiftis
sakir vóru mítt serøki frá tíðini á
dómaraskrivstovuni í Havn. Eg
kundi tískil rætta uppá Effersøe, og
hetta kom ikki væl við hjá honum.
Sjálvsagt vóru á eini sýslumans
skrivstovu nógv viðurskifti, sum
vóru fremmand fyri mær, og sum
eg skuldi læra. Men eg var heilt
sannførdur um, at hetta skuldi eg
nokk klára. Eg føldi eisini, at ein
hægri makt leiddi meg, og at tað var
onkur, sum bað fyri mær til tann
Almáttuga, hvørs signing eg leit á.
Men onkuntíð kundi ivi vera í
mínum sinni. Tað vóru eisini løtur,
tá eg fór til songar, at eg spurdi meg
sjálvan, um tað var veruleiki, at eg
var sýslumaður á Tvøroyri, og um
eg ikki fór at vakna upp og síggja, at
alt hevði verið ein dreymur.
Tað vóru framvegis trupulleikar
við brennivíni. Eg minnist eitt
sunnukvøld, at tað var vitjan úr
Havn í samband við ein fótbólts
dyst. Margretha var eisini komin
suður at hyggja at viðurskiftunum
hjá mær.
Júst tá vóru fullir menn, sum
roynda at elva til klammarí, og
ein teirra var serliga ringur. Tað
eydnaðist mær at fáa hann til hús.
Men tá gjørdist hann púra ørur
og kravdi ein knív at verja seg við.
Tá kom pápi hansara til, og hann
lovaði, at sonurin skuldi ikki sleppa
út aftur.
Hetta tyktist alt at vera í lagi, og
eg loyvdi mær at fara til Havnar við
Smirli saman við Magrethu. Hetta
skuldi ikki bila, tí eg slapp suður
aftur longu dagin eftir.
Tá ið eg kom suður aftur fekk eg
at vit frá Hans Olaf Hansen, sum
ikki enn var farin úr starvi, at sami
maður var komin út aftur og hevði
framt herverk á eitt pakkhús, sum
var nýtt til tollskyldugar vørur.
Tað
varð
send
frágreiðing
um hetta til fútan. Nakrar dagar
seinni fekk eg eina átalu frá Heise,
dómaranum, um at eg var farin til
Havnar undir hesum umstøðunum.
Beiskleikin um, at eg varð blivin
sýslumaður, sat framvegis í honum.
Hinir donsku embætismenninir,
sum heldur ikki høvdu dámt mína
tilnevning, blíðkaðust tó skjótt.
Húsvillur
Um miðjan juli, 14 dagar eftir, at eg
var byrjaður, fór Hans Olaf Hansen
úr starvi. Nakrar dagar seinni kom
Effersøe inn á skrivstovu mína og
segði mær, at nú hevði hann selt
húsini til Gudmund Mortensen, son
Niels Juel, hóast hann hevði fingið
tey boð frá amtmanninum, at
staturin vildi tingast um at keypa
húsini.
Eg mátti tískil beinanvegin flyta
alt, sum hoyrdi til embætið út úr
húsinum.
Hetta var sum at fáa vátan vøtt
framman á. Eg setti meg beinan
vegin í samband við amtmannin,
sum segði, at eg mátti finna mær
eitt ella annað høli at fara í.
Eg tosaði við mammubeiggja
mín Lars Larsen um hetta, og hann
mælti mær til at royna at leiga høli
í losjuni. Hetta eydnaðist eisini.
Hesi høli vóru kanska ikki tey mest
egnaðu, men tað var einki annað at
gera.
Eg hevði leigað eitt sovikamar
frá »frøknunum« Petersen. Tær
høvdu mótahandil og vóru vin
konur við konu mammubeiggja
mín Lars. Eg át so á Hotel Tvøroyri.
Eg royndi at tingast við ymisk
fólk um at keypa eitt grundstykki,
so eg kundi byggja mær hús. Tað
skuldi verið nógv mikið av jørð í
bygdini, men eingin vildi selja.
Støðan hjá mær var ikki hugalig.
Kristian Djurhuus:
Tordi at seta sjálvan
Mortensen upp á pláss
Undangongumaður mín sum sýslumaður, Oliver Effersøe, boðaði mær frá, at hann hevði
einki ímóti, at eg fór at arbeiða á skrivstovuni, sum var í hansara húsum
Hetta er í hesum umfarinum seinasti partur í hesi røð um Kristian
Djurhuus og hansara. Hetta er bert ein lítil partur av tí, sum hann
hevur skrivað. Men tað gevur kortini ábending um eina áhugaverdan
mann, sum dugur væl at greiða frá. Nógvir lesarar hava hildið hetta
tilfar vera sera áhugavert. Kanska verður møguleiki fyri at taka
hesa røð upp aftur sum frá líður
Kristian sum løgmaður. Hetta man vera onkur kongavitjan
Tingmanningin hjá Sambandsflokkinum í 1918.
Framman f.v. Mikkjal Samuelsen, Vík, Michael Matras, Viðareiði,
Jógvan Poulsen, Strendur og Jóan Jákup Weihe, Norðskála.
Aftan f.v. Jógvan Rasmussen, Sørvági, Andrass Samuelsen, Fuglafirði,
Oliver Effersøe, Tvøroyri, Poul Niclasen og H.C.W. Tórgarð, báðir Tórshavn.
Sum tað skilst var ikki ov væl millum Oliver Effersøe og Kristian Djurhuus