mikudagur 22. juni 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 22. juni 2011 · Nr. 71
Sosialurin
Lagt til rættis: Árni Joensen
Norðmenn fara
við marknaðinum
Felagið Atlantic Fresh,
sum hevur selt feskan
fisk á uppboði í enska
býnum Hull tey seinastu
seks árini, hevur latið
uppboðssøluna aftur.
Orsøkin er sambært
stjóranum,
Magnúsi
Guðmundssyni, at fe
lagið fær ikki nóg mik
ið av fiski úr Íslandi
longur. Tað kemst av, at
íslendska
hýsukvotan
er minkað nógv, sam
stundis sum reiðarí, sum
senda óvirkaðan fisk av
landinum, missa part av
kvotuni.
Stjórin
í
Atlantic
Fresh væntar, at rundur
fiskur úr Íslandi fer
at missa fótafestið á
bretska marknaðinum.
Verður einki gjørt, fara
norðmenn við markn
aðinum, tí teir missa
ikki kvotu, um teir senda
óvirkaðan fisk av land
inum, sigur hann við
Morgunblaðið.
Í Grímsey er
lundin væl fyri
Fyri stuttum gjørdu um
hvørvismyndugleikarnir
í Vestmannaoyggjunum
av at friða lundan í ár, tí
stovnurin har er so illa
fyri. Norðanfyri er øðr
vísi. Í hvussu er frættist
av Grímsey, at har er
lundin væl fyri.
Tað er ikki bara lund
in, sum hevur tað gott á
Grímsey. Íslendsk bløð
skriva, at har er eisini
nógv álka, og at talan
er helst um fugl, sum er
komin vestaneftir.
Ein íslendskur fugla
frøðingur
og
nøkur
sjálvboðin úr Bretlandi
eru í løtuni í ferð við at
telja fugl ymsastaðni í
Íslandi.
Munandi minni hall
Munandi størri útflutn
ingur og heldur minni
innflutningur
gjørdu,
at hallið á grønlendska
handilsjavnanum
var
munandi minni fyrsta
ársfjórðing í ár enn sama
tíðarskeið í fjør.
Tølini hjá hagstovuni
í Nuuk vísa, at útflutn
ingurin
tríggjar
teir
fyrstu mánaðirnar í ár
var 524 milliónir krónur,
sum er 183 milliónir
ella 52,4 prosent meiri
enn somu mánaðir í
2010. Hinvegin minkaði
innflutningurin. Hann
var 633 milliónir krónur
ella 78 milliónir minni
enn fyrsta ársfjórðing í
fjør.
Hallið á handilsjavn
anum var sostatt 109
milliónir krónur fyrsta
ársfjórðing samanborið
við 261 milliónir somu
mánaðir í 2010, skrivar
KNR.
Teir seinastu dagarnar hava nógvir norðmenn sitið við sjónvarpsskíggjan og hugt eftr tí, sum sambært norska
kringvarpinum NRK er heimsins longsta sjónvarpssending. Í sendingini, sum varir 134 tímar, eru hyggjararnir
umborð á Hurtigruten-ferjuni "Nordnorge" , sum siglir frá Bergen og norðureftir. Á vegnum fer skipið inn á fleiri
firðir. Seinasta vikuskiftið hugdu 2,6 milliónir norðmenn, og so nógvar hyggjarar hevur NRK2 ikki havt fyrr.
Í Danmark verða umleið
2.000 fólk liðug við læraraút
búgvingina í summar, men
nógv tey flestu fara beinleiðis
í arbeiðsloysisrøðina, tí tað
er einki arbeiði til teirra.
Danska kringvarpið sigur,
at bara 104 lærarastørv eru
leys at søkja, og sostatt eru
20 nýggir lærarar til hvørt
starv.
Formaðurin í danska lær
arafelagnum, Anders Bondo
Christensen, skilir væl, at
fleiri av teimum nýggju
lærarunum eru vónbrotnir,
nú teir eftir øllum at døma
ikki kunnu fáa arbeiði. Hann
vísir á, at fyri tveimum árum
síðani høvdu kommunurnar
og mentamálaráðið eitt átak,
har tey eggjaði ungum fólki
at fáa sær læraraútbúgving.
Men nú tey eru liðug, er einki
arbeiði til teirra.
Anders Bondo Christen
sen sigur, at teir seinastu 14
mánaðirnar eru 3.500 lærara
størv niðurløgd sum avleiðing
av altjóða fíggjarkreppuni.
Einki arbeiði til nýggjar lærarar
Fyri 15 árum síðani settu norðmenn tær fyrstu krónurnar í tann almenna
Oljugrunnin. Í dag er hann tann størsti almenni grunnurin í heiminum
Kvotuskipanin hevur
havt góða ávirkan
Felagsskapurin fyri búskaparligum samstarvi og menning
í Evropa, OECD, ávarar íslendingar ímóti at gera nakrar
grundleggjandi broytingar í verandi fiskiveiðistýring
Heimsins longsta sjónvarpssending
Íslendingar fáa yvirhøvur
rós í einari nýggjari frá
greiðing hjá OECD. Sagt
verður, at landið er komið
væl áleiðis við arbeiðinum
at
loysa
trupulleikarnar
eftir bankaskrædlið. Sagt
verður, at afturgongdin í
bruttotjóðarframleiðsluni
er steðgað, og at búskapar
vøksturin verður trý prosent
næsta ár.
Harafturat fáa íslendingar
rós fyri munagóð stig at
endurreisa
bankakervið,
men OECD ger vart við, at
Seðlabankin eigur at fáa
betri møguleikar at stýra
peningamálum. Skuldi tað
hent, at Ísland fer upp í
ES, eiga íslendingar sum
skjótast at seta evruna í gildi
sum gjaldoyra, sigur felags
skapurin.
Um fiskivinnuna sigur
OECD, at kvotuskipanin og
fiskivinnustýringin annars
hava havt góða ávirkan og
hava eggjað til, at stovnarnir
verða skilabetri gagnnýttir.
Tí mælir felagsskapurin ís
lendingum frá at gera nakrar
grundleggjandi broytingar í
verandi fiskiveiðistýring.