Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. juni 2011 · Nr. 71 18 Sosialurin Leo Poulsen Pete Bethune sjálvur kom til landið í gjárkvøld, men nøkur av seks mans stóra bólkinum komu framman undan. Teirra millum Donald Newe, sum kallar seg høgra hond hjá Bethune. Donald Newe sigur, at teirra felagsskapur – sum ikki hevur kunngjørt nakað navn enn – leggur stóran dent á, at teir eru ímóti grinda­drápi, tí tvøstið og spikið eru heilsuskaðiligt. – Møður í Tórshavn geva ikki sínum børnum grind at eta, tey eru so mikið upplýst. Tá tú kemur út á bygd er støðan ein onnur, sigur Donald Newe. Hann sigur, at seks fólk stóra toymið, sum verður í Føroyum nakrar vikur, er her fyri at læra meira um hví vit drepa grind. Sjálvur er hann nærmast tað, ið á enskum verður kallað horsewhisperer, meðan ein kvinnuligur limur í bólki­num er serfrøðingur innan hundar og kettur. – Vit vilja ikki hava tykkum at steðga grinda­ drápinum, tí hvala­ stovnurin er í vanda. Vit vita at stovn­urin ikki er hóttur. Vit vilja hava tykum at steðga við grindadrápinum av einari orsøk eina: Tað er heilsu­ skaðiligt at eta tvøst og spik, sigur Donald Newe. Ruddingardag Hann heldur, at vit mugu taka í egnan barm, tá tað kemur til dálking. – Tá tú gongur fram við strondini er tað ikki smá­ vegis, ið liggur og flýtur í sjóar­málanum. Eg skal ikki siga, at tað ikki kann koma rekandi aðrastaðnis frá, men eg eri vísur í, at megin­ parturin kemur frá tykkum sjálvum, sigur Donald Newe. Hann sigur, at nøkur av tiltøkunum, ið toymið fer at skipa fyri, er upplýsingar­ fundur. – Mítt øki er hestar, og eg havi ætlanir um at skipa fyri einum slag av skeiði um, hvussu ein fer við hestum. Sama fer starvsfelagi mín, ið hevur hundar og kettur sum serfrøði, sigur Donald Newe. Eitt annað stórt tiltak, sum toymið hjá Pete Bethune fer at skipa fyri, er ein ruddingar­dagur. – Vit ætla at boða frá ein­ um slíkum ruddingardegi, helst ein leygar­dag, tá flestu fólk hava frí, sigur Donald Newe. Ikki Sea Shepherd Í februar mánað, tá Pete Bethune var í Føroyum saman við Ady Gill, var nógv orka løgd í at sannføra um, at hesir báðir høvdu vent felagsskapinum Sea Shepherd bakið. Og eisini Donald Newe brúkti tíð og orku at undirstrika, at teir langt frá umboða illa lýdda felagsskapin. – Metodirnar hjá Sea Shep­herd er at sparka hurðar inn, at skjóta fyrst og spyrja aftan á. Tað er slett ikki okkara stílur. Vit brúka orð heldur enn handling, vit ganga diplo­matiska vegin, sigur Donald Newe. Tað er sjálvandi tryggj­ andi at vita, at slíkar gerðir, sum at renna inn í hvalabátar er nakað, sum Pete Bethune hevur lagt aftan fyri seg. Men kortini kundi Donald Newe ikki bara sær at hava peikifingurin á lofti. – Tit skjóta tykkum í fótin við framhaldandi at drepa grind. Fólk halda seg burtur úr Føroyum og taka frástøðu frá tykkum, og tað kostar í síðsta enda, sigur Donald Newe. Nýggir tónar: Tit skaða heilsuna Felagsskapurin hjá Pete Bethune er komin til landið, og teir hava lagt á heilt annan bógv enn aðrir djóraverndarskapir, sum havast at grindadrápi. Nú vilja tey verja føroysku fólkaheilsuna Leo Poulsen »We will be filming a new series for Whale Wars on the pilot whale hunt in the Faeroe Islands. Filming this summer«. Tað stóð sambært heimasíðuni hjá Ani­ mal Planet í per­són­liga FB-profili­num hjá Paul Watson, men tykist nú at vera tikið av aftur. Sambært Animal Planet er sannlíkt, at japanesarar ikki taka upp hvalaveiði í suður­ havinum í vetur aftur, og tí er neyðugt hjá monn­unum hand­an røðina at finna aðrar leiðir. Tí heldur Animal Planet, at upptøkur kring oyggj­ar­nar kundi skapt grundarlagið fyri fimtu sesong av rað­ send­ingini, ella kundi verið ein nýggj »spin­ off« av Whale Wars. – Vit fara at hava fólk á strondunum, á sjónum, undir vatni og í luftini. Tíðin er komin at steðga hesum ræðuleika eina­ferð með alla. Grinda­dráp er brot á Bern konventiónina og Dan­mark má verða stillað til svars. Skulu føroyingar njóta gott av ES, mugu teir halda seg til ES reglar, hevur Paul Watson sagt í eini fráboðan. Sambært Animal Planet kunnu føroy­ ingar vænta sær Sea Shepherd skipini »Steve Irwin« og »Brigitte Bardot« undir Føroyum í summar. Whale Wars upp­tøkur í Føroyum Animal Planet skrivar fyrst í juni, at Sea Shepherd sam­bært Paul Watson fer at gera upp­tøkur við Føroyar um føroyskt grinda­dráp Sambært Animal Planet kunnu Føroyar gerast ástaðið fyri upptøkum til Whale Wars í summar www.torshavn.fo Summarsólstøðuhald í Sandágerði Summarsólstøðuhaldið byrjar í Sandágerði hóskvøldið 23. juni kl 19 við ponyríðing og øðrum undirhaldi, serliga fyri børnini. Í ár fer Hanus G. Johansen at spæla og syngja, áðrenn borgarstjórin, Heðin Mortensen, fer at halda summar- røðu. Skótarnir fara at brenna stórt bál og Bjarni Restorff, kórleiðari, stendur fyri felagssanginum, sum byrjar um kl. 21. Aftaná verður sum vanligt er føroyskur dansur. Donald Newe er høgra hond hjá Pete Bethune Mynd: Leo Poulsen