mikudagur 22. juni 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 22. juni 2011 · Nr. 71
Sosialurin
Tað er ikki gott, hjá fólki
við skerdum førleika at
ferðast í Føroyum!
– Nógvir almennir stovnar
hava atgongd til fólk við
koyristóli, men tað er ikki
allastaðni hetta letur seg
gera.
Tað er heldur ikki pláss
allastaðni til ein hjálpara,
(tey sum ikki kunnu koyra
koyristólin sjálvi, men hava
tørv fyri einum hjálpara).
Hinvegin vantar tað nógv
almenn WC til fólk við skerd
um førleika á teimum ymisk
um almennum og privatum
stovnum í Føroyum. T. e. á
fleiri posthúsum, í bank
um, umborð á strandfara
skipunum t. e. umborð á
SAM,
Ritan,
Silberin
og
Másanum. So her er ikki lætt
hjá teimum at ferðast til tær
ymisku útoyggjarnar.
Somuleiðis
er
eingin
rampa til fólk við skerdum
førleikum við Bygdaleiðum
hjá SL, og har ber ikki til at
ferðast hjá fólkið við koyri
stóli.
Tey støðini sum eru best
fyri er ivaleyst Ellis- og Røkt
arheimini í Føroyum, men
tað skuldi eisini bara mangla.
Her er nógv at taka fat í,
um vit skulu fáa okkum upp
á altjóða støði. Hetta er ikki
gott nokk og má raðfestast
hægri frá politiskari síðu.
Sí, annars leinkju frá MBF,
um støðuna hjá fólki við
skerdum førleika í Føroyum,
har yvirlit er um alt landið.
Sí
http://www.mbf.fo/get.
file?ID=14
Hevur nakað annað land
roynt tilfeingisgjald?
Bogi Andreasen
Í Føroyum skrivar og tos
ar annað hvørt fólk um
‘tilfeingisgjald’
á
okkara
fiskivinnu
til
at
fylla
hol í landskassanum av
almennari ovurnýtslu.
Hallið verður tað sama
í 2012 sum í ár, slaka hálva
milliard.
Løgmaður tosar um at
‘styrkja reiðaríini fíggjarliga’
við at díkja skipini undir í
loyvisgjøldum sum prís fyri
at sleppa at fiska. Johan
Dahl tosar um at ‘periodisera’
fiskiskap fyri at sleppa und
an ‘olympiskum fiskaríi’.
Men vita vit um nakað
annað land í heiminum, har
hitt almenna fær stórvegis
inntøkur av at selja fiskiloyvi
í ‘nakrar dagar ella vikur’,
sum ein búskaparfrøðingur
tók til?
Ein íslendskur professari
í fiskivinnubúskapi ávaraði
staðiliga ímóti at taka privata
ognarrættin úr fiskivinnuni.
Her í Norðurlondum og
í Evropa heldur eingin, at
‘tilfeingisgjald’ kann brúkast
til almenna inntøku ella til at
teirra fiskivinnu meiri løn
sama.
Jú, víst kunnu føroyingar
royna at ganga undan og
uppfinna eina ‘fiskidagabúð’,
sum
selir
fiskidagar
í
smásølu til hægstbjóðandi.
Fiski- og búskaparfrøð
ingar sita og stara niður í
excel-ørk og rokna fiskiskap
og fiskivinnu út, meðan
fiskimenn stríðast við veru
leikan.
Skulu tilmælini hjá frøð
ingunum ikki enda galið,
má talið á føroyskum fiski
skipum niður í helvt, úr
verandi 80 niður í 40 skip ella
færri. Av teimum má tá hvørt
skip fiska minst dupult so
nógv sum nú.
Er nøkur vissa fyri tí?
Sum er hevur allur fesk
fiskaflotin hall. So har er til
feingisgjald útilokað.
Mest sannlíkt er, at út
lendingar eftir 2018 ígjøgnum
føroyskar strámenn fara at
keypa fiskidagarnar undir
Føroyum og lata plimsollarar
við
útlendskari
manning
fiska ‘ogn Føroya fólks’.
Mest ræðandi dømi um
nakað, sum líkist tilfeingis
rentu, sæst við at ‘googla’
Falkland. Har búgva eini
3-4.000
fólk,
sum
‘eiga’
200.000 tons av fiski innan
fyri fiskimarkið. Men har er
bert hendinga fiskimaður.
Tað mesta av hesari ‘ogn
Falklands fólks’ verður fisk
að av fremmandum skip
um (Korea, Kina, osfrv) fyri
loyvisgjald.
Falkland
fær
fyri hetta slag av ‘tilfeingis
gjaldi’nú bert 150 mió kr um
árið íalt.
Annars liva falklendingar
av einari bretskari herstøð,
av
ferðavinnu
og
mest
av
seyðahaldi
(500.000
áseyðum, sum geva 2.000
tons av heimsins bestu ull
um árið).
Men neyvan verður ‘ull
Føroya gull’ aftur.
Levi Mørk
valevni til løgtingsvalið
Javnaðarflokkurin
Fiski- og búskaparfrøð
ingar sita og stara niður
í excel-ørk og rokna
fiskiskap og fiskivinnu
út, meðan fiskimenn
stríðast við veruleikan
Høgraradikali
skansin: síðsta
forðingin
fyri frælsi
Dagfinnur Danbjørg
Tað gerst alt meira greitt, at
um okkara tjóðskaparfrælsi
skal vinnast, so má høgra
radikali skansin avvápnast.
Teirra
frælsisretorikkur
er skaðiligur, tí hann er
innantómur og verður bert
nýttur sum agn fyri at inn
fanga góðvarin tjóðskapar
fólk, sum ongantíð fáa
valuta fyri stuðulin, men
bert verða neutraliserað
við orðum uttan handling.
Og tá tey høgraradikalu
nærum einans tonkja í
peningi , samstundis sum
tey stuðla øllum kreftum,
sum
kúga
frælsisrørslir
kring allan heim, so er ikki
annað at vænta enn svik
og lótur í frælsisstríðnum
herheima. Og sostatt eru
tey størsta forðingin á
okkara frælsisleið. Og tí er
samstarv við høgraradikal
um frælsið spilt arbeiði
og spilt tíð. Harafturímóti
kann ein effektiv avdúking
av teirra virki kanska máa
støðið
undan
teimum,
soleiðis at málið kann verða
rokkið innan fá ár.
Fíggjarliga vilja teir hava
alt. Landshúsarhaldið skal
bert hóra undan. Helst
ongan skatt, hóast teir
ofta eru fyrstir í lands
kassanum, tá okkurt er, og
teirra solidaritetur við teim
mongu, ið liva á lívsins
skuggasíðu, er nærum ikki
eksisterandi.
Og nú tilfeingissúlurnar
gjøgnum strámenn verða
máaðar undan fyri útlend
skar pengamenn, soleiðis
at ognarrættur til tað, ið
svimur á firðum, í sundum
og í havinum í vissan mun -
og til óbøtiliga skaða - gerst
útlendskur, gerst galin endi,
um fóturin ikki verður
settur í hurðina. Tí tað er
fullkomuliga
mjørkatos,
tá tosað verður um, at fáa
føroyingar aftur til Føroya
eftir
lesna,
samstundis
sum útlendingar fara heilt
ella partvíst avstað við til
feingisvirðunum. Tí - um so
verður - so kunnu Føroyar
bert breyðføða uml. helvt
ina av teimum, ið nú liva í
Føroyum. Og tað er einki
minni enn ein katastrofa.
Vit mugu taka ann
að
skinn
um
bak
og
krevja, at fólksins ogn
verður verðandi á fólksins
hondum, og at ein strá
mannakanning verður sett
í verk av øllum, ið bara ber
brá av strámannavirksemi.
Og samstundis mugu
vit herja á tann høgraradi
kala og mammonfikseraða
skansan,
sum
er
hin
størsta og kanska einasta
reella forðingin fyri einum
frælsum og solidariskum
Føroyum.
Vit mugu
taka ann
að skinn
um bak
og krevja,
at fólksins
ogn verður
verandi á
fólksins
hondum