Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. juni 2011 · Nr. 71 16 Sosialurin Kjak Sterkur høvuðsstaður er treyt fyri fólkavøkstri Veruleiki og spuni í Gundadali Heðin Mortensen borgarstjóri Jógvan Arge formaður í mentamálanevndini í Havn Tann konstruktiva ósemjan er góð. Tað er í ljósinum av hesum, at eg havi loyvt mær at gera viðmerkingar til eina kronikk hjá Gunvá við Keldu, borgarstjóra í Klaksvík, í Dimmalætting frá 7. juni. Konservativ sjónarmið Hennara kronikk gekk í høvuðs­heitum út uppá at skrúva føroysku samfelags­ klokk­una aftur. At spola okk­ um aftur í eina farna tíð. Aftur til sjey valdømir. Aftur til eina gamla hugsan um »lands­part­ ar«. Fasthalda nógvar komm­ unur. Og fyri alt í verð­ini ikki fjálga um høvuðsstaðin. Kronikkin vísti eina kon­ servativa hugsan, og nú eg havi lisið hana aftur, er hon framvegis líka konservativ. Skilt á tann hátt, at hon peikar aftureftir fyri alt okk­ ara sam­felag. Onki boð uppá, hvussu vit sum land skulu standa okkum í kapp­ing­ini um fólk – føroy­ingar og út­ lend­ing­ar – ið hava vilja og megi til at skapa nýtt virk­semi, nýggjar fyri­tøkur og nýggj­ar inn­tøk­ur til landið. Har var ongin visjón fyri eitt land, sum hevur brúk fyri fólka­ vøkstri og búskapar­vøkstri. Onki peikaði frameftir. Sterkur høvuðsstaður neyðugur Nú hevur Gunvá við Keldu so aftur veri úti við einari grein. Nú er undirliggjandi tónin, tann gamli og slitni, at »í Havn liva tey av at klippa hvørjum øðrum«. Havi ikki hug at fara út í ein primitivan orðadrátt við borgarstjóran í Klaksvík. Tá gerst ósemjan ókonstruktiv. Mítt høvuðspoeng er í stuttum, at Føroyar fáa bert fólkavøkstur, um høvuðs­ staðurin stendur sterkur. Um vit skulu fasthalda og tiltrekkja ung, virkisfús, væl útbúgvin, og skapandi fólk við dirvi, so krevst ein sterkur høvuðsstaður. Hví, spyr onkur. Svarið er ikki so trupult at síggja. Føroyingar eru eftirspurdir Okkara dugnaligastu fólk – tey sum duga, vilja og megna at seta ferð á og dríva landið frameftir – eru eftirspurd allastaðni í Europa í dag. Og víðari úti í verðini. Tey hava møguleikan at velja millum at búgva í Føroy­ um ella London. Millum at selja fisk í Klaksvík ella at arbeiða við designi í París. Velja millum at arbeiða á skriv­stovu í Tórshavn ella at ráð­geva stórum fyritøkum í Keypmanna­havn. Veruleikin er, at fyritøkur og býir uttanlands hava ong­ an­tíð havt so stóra at­drátt­ ar­megi sum júst nú. Tey vilja hava fatur á okkara ungu og virkis­fúsu. Og tað er ikki løgið, um okkara fólk velja sera spennandi avbjóð­ingar og høgar lønir aðrastaðni. Hetta er veruleikin, sum vit í Føroyum eru uppí ímóti. Taka kappingina upp Í Tórshavn velja vit at taka dyst­in upp við útlendskar metropolar. Tað gera vit m.a. við at hava so nógv og góð til­boð til borgararnar sum møgu­ligt: barnaansing, skúla, møgu­ leikar at seta búgv, ung­dóms­ virksemi, um­støð­ur fyri eldri, list, ítrótt, mat­stov­ur, býarlív og so frameftir. Vit brúka tíð og pening til at tryggja grund­leggj­andi og góð tilboð til allar borgarar. Vit leggja kreftir í at menna eitt sterkt alterna­tiv til útlendsku høvuðs­staðir­ nar. Vit skapa eina føroyska útgávu av einum metropoli. Mitt í hesum arbeiði – í stríðnum fyri at fasthalda og tiltrekkja føroyingar og út­lendingar – er tað, at eg sum borgarstjóri í land­sins høvuðsstaði reageri uppá sjónar­miðini hjá borgar­ stjóra­num í Klaksvík. Savnandi føroyskur metropolur Føroyar hava ikki brúk fyri, at landið aftur skal skræðast sundur í sjey valdømir. Tað tænir ikki Føroya landi at hugsa í »landspørtum« heldur enn í einum sam­ eindum og samlaðum landi. Ongin fær fyrimun av at spola Føroyar aftur til eina farna tíð. Hetta sigi eg ikki fyri at seta niður á Klaksvíkina ella aðrar býir ella bygdir. Heldur ikki fyri at upp- ella framhevja Tórshavn. Sjálvandi skulu Klaksvík eins og aðrir býir og bygdir kring landið mennast. Alt ann­ að hevði verið løgið. Tað ræð­ ur um at gera tað, sum man á staðn­um dugur væl og at fáa sum mest burturúr teim­um góðu før­leik­unum á staðn­um. Hetta hevur stóran týdn­ing fyri Føroyar sum land. Hinvegin, so skal Tórs­ havn ikki bløða fyri at út­jað­ arin skal mennast. Prísur­in fyri lokala menning eigur ikki at vera, at høvuðs­stað­ urin skal avmonterast. Veruleikin er hann, at tess meira vit spjaða tilf­eingi og orku, tess veik­ari standa vit í kapp­ing­ini við tey, sum vilja hava fat­ur á okkara góðu fólkum. Tí er brúk fyri einum sterkum høvuðsstaði. Einum kraftdepli við atdráttarmegi. Einum savnandi føroyskum metropoli. Tað er gott, at nakað nú hendir við Tórsvølli. Tað er eisini gott, at Fótbólts­sam­ band Føroya og Tórshavnar býráð hava funnið eitt stev í málinum. Samstundis má tó ansast eftir ikki at fara heilt upp frá við alskyns fyrigyklan um aðrar ætlanir í Gundadali. Havi tí hug at greiða eitt sindur frá. Lagdur er fram ein so­ nevndur masterplanur ella heildar­ætlan. Meiningin við honum er at kunna síggja og meta um Tórsvøll og granna­lag í einum hugsaðum framtíðarhøpi. Masterplanurin sjálvur er ein neyðug skitsa, sum arbeiðast kann út frá, tá tey ymsu tøkini skula takast í royndunum at dagføra og nýtíðargera Gundadal. Men aftan fyri master­ planin liggur fyrst og fremst ynskið hjá fótbólts­myndug­ leikum og býarmyndug­ leikum at fáa gjørt sjálvan Tórsvøll til eitt virðiligt tjóðarstadion. Tórsvøllur er, sum er, ikki nóg framkomin til altjóða nýtslu. Hann hevur ikki tað at bjóða, sum í dag er minsta­ mát fyri eitt stadion, ið hýsir altjóða fótbólti. Har eru ikki ljós, har eru ikki nóg borðbarar umstøður til áskoð­arar og pressu, og sjálvur grasvøllurin er ein meira at kalla deyð íløga,tí hann tolir ikki nógva nýtslu. Fyrstu ætlanirnar Hesi trý viðurskiftini eru tey, sum í hesum umfari­ num verða drigin úr master­ plani­num til fremjingar. Tórs­havnar býráð og FSF hava longu avrátt at seta ljós­ini upp. Kostnaðurin er mettur til 16,5 mió kr. FSF fíggjar 12 mió og TK 4,5 mió kr. Arbeiðið ætlast at verða liðugt í september. Stungið er út í kortið, at sjálvur vøllurin verður lagað­ur til umhvørvið, og gras­líki verður lagt á hann, so ikki minst havn­ ar­feløgini, men eisini landsliðini fáa meiri nyttu av vøllinum. Hetta skal fremjast í næstum. Sum triði liður í hesum fyrsta umfarinum skal vest­ur­síðan nýtíðargerast. Áskoð­ara­plássini verða dag­førd, tey verða takt, og undir tekj­uni skal útbúnað­ urin gerast, so hann lýkur krøvini til eitt altjóða fót­ bólts­um­hvørvi. Fíggar­ligu avgerðir­nar um hendan partin eru mær kunn­ugt ikki av­greidd­ar, og her steðga annars tær ætlan­ir, sum eru konkretar í løtuni. Eystur- og suðursíðan Í einum seinni umfari er lagt upp til at taka áskoðara­ plássini á eystursíðuni fyri. Hugsað verður um at dagføra tey og tekja tey. Hinvegin er ikki ætlanin at hava áskoðarapláss við endarnar. Masterplanurin sær fyri sær, at tann stóra tribunan suður eftir verður tikin niður, og bygningur reistur har a la bygningin við norðurendan. Hvussu hetta verður gjørt er ikki avrátt, men hugs­andi er, at annar áhug­ aður fær í boði at reisa og reka hendan bygn­ingin. Tað kann vera part­víst hotell, matstova og ymiskt annað, eisini møgu­leikar fyri innandura frítíðar­virksemi. Næsta grannalagið Fara vit so út um sjálvan Tórs­vøll, eru næstu grann­ ar­nir HB og B36 húsini, Svimji­høllin og Gunda­dals­ høllin. Heilt nattúr­ligt er, at masterplan­urin eisini metir leysliga um hesar grannar. Men lat tað vera sagt, at broytingar í hesum bygn­ ing­um og møguligar ný­ byggingar eru ikki partur av teim­um avgerðum, sum eru tiknar. Hetta eru hug­skot, sum sponsku arkitektar­ nir hava lagt fram í sínum masterplani, sum FSF og býráðið hava biðið teir gjørt, men Tórshavnar býráð hevur ikki gjørt av, um nakað av hesum skal gerast á tann hátt, sum teir skjóta upp. Kommunan eigur ikki Gundadalshøllina, so ein út­ bygging av henni er fyrst og fremst avgerðin hjá eigar­ unum, ið eru Kyndil, Neistin og Fleyr. Hinvegin eig­ur kommunan stykkið millum B36 húsið og HB-hús­ið. Tað stendur sum eitt op millum tvey stásilig ítrótta­hús. Har skal eina ferð ger­ast okkurt. Men hvat tað verður, er ongin ætlan um enn. Heldur ikki hvør, ið fremja hana skal. Svimjihøll og/ ella baðiland So er tað tann besta svimji­ høllin í Norðurhøvum. Spaniólar­nir skjóta upp at byggja hana út, so størri hylur kann fáast til vega har. Lítil ivi um, at vit hava tørv á einum baðilandi og annars eini svimji­høll aftrat, skula vit upp á 50 metrar. Men tað er ein stórur spurn­ingur, um tað er skila­ gott at pilka við ta nú­ver­ andi høllina. Tí eru fleiri røddir ímóti. Loyvi mær at halda, at spanska ríslið um at skoyta upp í núverandi svimjihyl mest av øllum er eitt kosmetiskt íkast til Gundadal sum heild. Málið um nýggja svimji­ høll og/ella baðiland eigur at verða tikið upp í sínari heild, so vit fáa ta bestu framtíðarloysnina – uttan at skula stongja núverandi svimjihylin í langa tíð. Nú hoyrdi eg Dag og Viku hendan dagin tengja eitt hugskot um súkklustudning til havnarfólk saman við ætlaðu ítrótta­bygging­un­ um. Lat meg siga, sum er, at tað hugskotið fyrst og fremst prógvar, at Jacob Haugaard hevur ikki livað til fánýtis. Bert við einum sterkum høvuðsstaði og savnandi miðstaðarøki, ið megnar at fasthalda og tiltrekkja fólk til landið, kunnu vit gera okkum vón um føroyskan fólkavøkstur. Viðmerking til borgarstjóran í Klaksvík