mikudagur 22. juni 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 22. juni 2011 · Nr. 71
Sosialurin
Í morgin 23. juni hava Hall
gerð og Frits Jacobsen í Sør
vági diamantbrúdleyp.
Hallgerð er fødd 10. apríl
og Frits 2. januar 1929. Tey
vóru sostatt bæði 22 ár, tá
tey giftust 23. juni 1951 fyri
60 árum síðan.
Hallgerð er dóttir Mariu
og Jóan Hendrik Svabo Sam
uelsen. Tey búðu á Steins
mørk í Miðvági. Hon var
fjórðelst av 10 systkjum.
Frits er sonur Elsbu og Elias,
vanliga nevndur Keldu Lias,
ið búðu á Kettusnøklunum
í Sørvági. Frits var fimtur í
røðini av 9 systkjum.
Hallgerð og Frits eiga 8
børn, fýra synir og fýra døt
ur. Børnini eru øll búsitandi
í Føroyum uttan tann eini
sonurin, Bjarki, sum býr í
Keypmannahavn. Tveir av
synunum Elias og Frits Heðin
búgva í Sørvági og Eyðfinnur
býr í Havn. Tvær døtur, Maria
og Jóna, búgva eisini í Havn,
Elsba býr í Klaksvík og yngsta
dótturin Aimé býr í Sørvági.
Ommu- og abbabørnini eru
21 og langommu-og lang
abbabørnini eru 6 í tali.
Frits er múraralærdur
og hevur stóran part av ar
beiðslívinum arbeitt sum
múrarameistari,
umframt
rikið sementstoypivirki bæði
í Sørvági og í Havn. Nøkur ár
í 60’unum arbeiddi hann tó
hjá Statens luftfartsvæsen
á flogvøllinum í Vágum, tá
reglulig flogferðsla júst var
byjað í Føroyum. Frits hevur
altíð havt stóran áhuga fyri
samfelagsmálum og verið
virkin á hesum øki.
Hallgerð legði í sínum
ungu árum alla orkuna í at
bjóða børnunum eitt ríkt og
mennandi barna- og ung
dómslív. Umframt at standa
fyri húsarhaldinum, hevur
hon seymað og bundið hvørt
plagg til síni børn, meðan
tey vóru smá. Seinni fór hon
at arbeiða á flakavirkinum,
har hon treivst sera væl, til
hon gavst vegna aldur. Hall
gerð hevur eisini havt stóran
áhuga fyri felagsmálum og
var m. a. virkin í húsmøðra
felagnum í fleiri ár.
Tey hava dáma væl at
ferðast, eisini sum pensjón
istar saman við øðrum í pen
sjónistafelagnum, og hava
annars bæði verið virkin í
felagnum. Hallgerð gongur
enn regluliga til fimleik á
Sýnini í Miðvági.
Góðu tit bæði – móðir, fað
ir, vermóðir, verfaðir, omma,
abbi, langomma og langabbi -
Vit ynskja tykkum tillukku á
degnum og takka fyri alt tað
góða, tit hava givið okkum
og ynskja tykkum blíðan
byrð á lívsins kvøldarstund
og endað við vøkru orðum
John Lennons:
Grow old along with me
Two branches of one tree
Face the setting sun
When the day is done
God bless our love
God bless our love
Børnini við familju
Diamantbrúdleyp
23. juni verður Viggo Hansen
80 ár. Faðir Viggo var Anthon
Hansen, sum var ættaður úr
Túni á Toftum. Anthon var
fiskimaður og tiltikin góður
flettari. Móðir Viggo var
Hansina Hansen, fødd Elde
vig, sum var ættað úr Eldu
vík. Sum ung genta kom
Hansina út í prestagarðin á
Nesi at tæna, og tað var um
hetta mundið, at tað rann
saman millum Anthon og
Hansinu.
Hansina var ein hjartarein
og góð mamma, sum doyði
av sjúku í 1952 einans 56 ára
gomul. Hetta var ein svár og
døpur tíð hjá Viggo og hans
ara 8 systkjum.
Viggo vaks upp niðri í
Túni. Men tá ið Viggo var 6
ára gamal, vóru Túnhúsini
tikin niður, tí avgjørt var, at
nýggi bygdavegurin skuldi
leggjast júst har, ið húsini
stóðu. Familjan hjá Anthon
og Hansinu varð tí noydd
at flyta í onnur hús í sama
grannalagi.
Viggo var ein raskur smá
drongur. Hann var sera nær
lagdur. Honum dámdi væl at
røkja bø og haga. Torvleypar
nir, ið hann hevur borið um
brúnna við Toftavatn, eru
nógvir í tali.
Tá ið Viggo var liðugur
við barnaskúlan, fór hann
til skips, eins og nógvir av
javnaldrunum. Hann sigldi
við Høganesi fyrstu tíðina,
og seinni sigldi hann við før
oyskum og norskum línu
bátum. Nøkur summur róði
hann somuleiðis út í Grøn
landi.
Tá ið Viggo var vorðin nak
að eldri, valdi hann at fara
í starv á Línfrost, har hann
hevði sína dagligu gongd í
samfull 37 ár.
Í 1969 giftist Viggo við
Rosu Hansen, fødd Lam
hauge. Rosa er úr Rituvík, og
hon hevur verið Viggo ein
góð og trúføst kona. Viggo
og Rosa bygdu hús inni í
Runavík. Tey fingu fýra væl
skapt børn og eiga í dag 12
barnabørn, ið Viggo er sera
errin av.
Tað, ið eyðkennir Viggo, er
hansara róliga lyndi. Viggo
er eitt gott fólk í allar mátar.
Hann er familjukærur og
ein trúfastur vinur. Hann er
evnaligur, og hansara partur
hevur ongantíð ligið eftir.
Viggo bróðir – eg fari við
hesum fáu orðum at takka
tær fyri alt tað, ið tú hevur
verið fyri meg og míni. Tú
vart mín fyrimynd, tá ið eg
var smádrongur. Og nú tú
verður áttati, ert tú fram
vegis ein menniskja, ið eg
virðismeti avbera høgt.
Beiggi tín Harry
Viggo Hansen á 80 ára degnum
Kunngjørt verður, at elskaði sonur og bróðir okkara
Rógvi Jacobsen
ættaður úr Vatnsoyrum
búsitandi í Havn
er deyður, 33 ára gamal.
Anna, Tummas, Benjamin, Linda og Amanda
Tey, ið vilja minnast Rógva, kunnu lata Sinnisbata eina gávu,
konto nr 9181-1469438
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá
kæri pápi, verfaðir, abbi, og langabbi okkara
Nicodemus Rasmussen
Tórshavn
doyði og varð jarðaður.
Vit takka prestunum Una Næs og Sverra Steinhólm
fyri góð orð, starvsfólkinum á Tjarnargarði, ið
vóru um hann síðstu tíðina, kirkjutænarum og
sangarum, Bjarna Restorff og Tórshavnar Manskóri
fyri sang í kirkjuni og øllum tykkum, sum á ymiskan
hátt veittu okkum hjálp. Takk fyri blómur, kransar,
heilsanir og gávur til Tjarnargarð. Takk øll, ið fylgdu
honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Oddmar, Suni, Ólavur, Jonna Kathrina og Ninny
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
www.ebenezer.fo
Øll eru hjartaliga vælkomin!