Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. juni 2011 · Nr. 71 14 Sosialurin Nøvn Á myndini eru f.v.: Hanus Kjølbro, leiðari, Árni Stenberg, Sumba, Dan Knudsen, Glyvrar, Líggjas Joensen, Nes, Berint Kalsø, Klaksvík, Dan Thomsen, Klaksvík, Fróði Thomsen, Sumba, Rúni Hansen, Søldarfjørður, Jann í Giljum, Klaksvík, Signar Jacobsen, Klaksvík, Hans Asbjørn Eysturdal, Innan Glyvur, Eliesar Jakobsen, Skopun, Ingvald Justesen, Klaksvík, Bernhard Gudmundsson, Klaksvík, Christian Olsen, Klaksvík, Eyðun Højbro, Klaksvík og Rólvur í Norðnástovu, Mikladalur. Á myndini mangla: Jógvan Petersen, Viðareiði, Jógvan Tróndheim, Klaksvík og Regin Mørkøre, Hósvík. Virðislønir fyri gott avrik fingu Rólvur í Norðnástovu og Berint Kalsø frá Tryggingarfelagnum og Norðoya Sparikassa, ávikavíst. Umframt fekk Rólvur í Norðnástovu virðisløn frá Føroya Skipara- og Navigatørfelag fyri besta avrik í hesum ári. Skiparaflokkurin – prógvini handað 20. juni So løgið skuldi tað vera. Bert nakar tímar eftir minn­ ingarhaldið um abbasonin við sama navni, andaðist Sig­mund Hentze av Sandi, 80 ára gamal. Meðan abbasonurin varð ryktur burtur í sínum besta blóma, var Sigmund nú komin upp í árini og var blivin heilsuveikur. Soleiðis kann lívið eisini laga seg. Sum so nógvir í hans­ ara aldri var Sigmund fiski­ maður stóran part av sínum virkna lívi. Hann fór í 1947 til skips við “Elin” úr Vági. Men aftaná fór hann eitt skeið at virka royðugrót í Nóls­oy. Hetta var tá ein av okkara útflutningsvørum, og grótið varð nýtt til mál­ ingaframleiðslu. Tey næstu nógvu árini var Sigmund við suður­oya­ skipum. Fyrst hjá teimum á Løghamri í Vági og seinnu árini hjá N.J. Mortensen á Tvøroyri, sum hann seinni kom at samráðast við. Sigmund var við “Godt­ haab”, tá ið teir sigldu á eitt ísfjall, og teir júst kláraðu at halda lens, meðan teir sigldu til lands. Í 1967 keypti Sigmund saman við beiggjanum Demm­us og sváginum Henry Olsen bátin Pollur frá Kjøl­ bro. Tað gekk væl hjá teimum, men í 1986 sakk Pollur. Teir fingu ein sjógv, sum gjørdi at skipið fór at leka. Teir máttu fara í gummibátin og vórðu tiknir upp av trolaranum Sancy. Sigmund fór tá ikki til sjós aftur. Hann fór at arbeiða á flakavirki. Men hann fekk eftir nøkur ár eitt bakkast, og hann mátti gevast at arbeiða. Ein túr fekk hann tó aftur. Hetta var við sluppini Jó­hannu, sum til minnis um, at 60 ár vóru liðin síðan krígslok í 2005, fór ein “krígs­siglara­túr” til Ís­lands at keypa fisk og síðan til Aberdeen at landa. Hendan túrin umboðaði hann fiski­ mannafelagið sam­an við Sigurð Joensen úr Oyndar­ firði. Hetta var eitt stórt upp­livilsi hjá Sigmundi. Okkara kennskapur stav­ aði frá tí, at hann í eini 35 ár var álitismaður í Føroya Fiskimannafelag. Fyrst sum sóknarformaður á Sandi og síðan eisini sum sýslufor­ maður fyri Sandoyar sýslu. Tískil hevur Sigmund verið við til at fremja øll tey framstig, sum eru hend hjá fiskimonnum hesa tíðina. Sigmund var ein álitis­ maður út í odd og egg. Altíð var hann við tí góða orðinum, so seint sum tá vit hittust fyri nøkrum fáum vikum síðani, tá ið støðan ikki var so góð. Sigmund var ein av teimum sum “bygdu land”, bæði so og so. Hann var loyalur, trúfastur og góður at vera saman við, og tað var ikki svik skapt í honum. Sigmund giftist við Ingrid úr Sumba í 1959. Hon hevur vissuliga verið Sigmundi ein góð kona. Tey hava havt eitt gott heim, og tað var stuttligt, tá komið varð á teirra leiðir, at kunna støkka inn á gólvið. Ingrid og Sigmund fingu fýra børn: Virgar, Kristinu, Sámal og Eli. Abbabørnini vóru 13, inntil ólukkuna, sum kostaði abbasoninum Sigmundi lívi. Hetta hevur rakt hart hjá teimum øllum. Men ein troyst var kortini tað góða ummæli, sum Sig­ mund fekk frá øllum, sum tað eisini kom fram á minn­ ingarhaldinum á Eiði sunnu­ dagin. Langabbi var Sigmund eisini blivin. Ærað veri minni um teir báðar Sigmund og Sigmund. Óli Sigmund Hentze farin Sigmund í lugarinum á Jóhonnu “ísfiskatúrin” av Norðfjørðinum til Aberdeen í 2005.