Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 22. juni 2011 · Nr. 71 Sosialurin t at lenda í Bergen Pakkaferð til Bergen Atlantsflog hevur í sambandi við nýggju rutuna gjørt eina pakkaferð við flogferð, hotelli og øllum avgjøldum. Prísurin fyri hetta tilboðið er úr 3.700 krónum fyri hvønn, um fólk fólk deila íbúð. Ein ferðin er frá sunnudag til hósdag; ein er frá hósdag til sunnudag og so ein galdandi í 1 viku. Flogið verður frá 23. juni til 28. august í ár. Nýggjan terminal Tað er ikki bert í Vágum at tosað verður um at gera ein nýggjan terminal. Eisini í Bergen verður arbeitt við somu ætlan. Ætlanin er, at hesin terminalurin skal standa liðugur um fimm ár, og fer tá at kunna gerast ein enn týdningarmiklari partur av vinnulívinum og ferðavinnuni í Bergen og Vestlandinum. Flogvøllurin í Bergen verður árliga brúktur av 5 mió ferðafólkum, men fer í framtíðini at kunna "hýsa" væl omanfyri 7 mió ferðafólkum, tá hann er liðugt útbygdur í 2016. Helst fara fleiri føroysk ferðafólk at teljast millum hesi. - Hetta fer uttan iva eisini at gera sítt til, at alt økið kring Bergen og Vestlandið fer at mennast uppaftur meiri í framtíðini, verður sagt. Á fyrsta sinni ber nú til at flúgva beinleiðis millum Bergen og Vágar. Bæði norðmenn og føroyingar fegnast um tað, og vóna at henda rutan kann haldast uppi alt árið - vinstrumegin: Arni Poulsen; Bjarni Askham Bjarnason; norskur sendiharri, Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi og Jóhan Dahl, vinnumálaráðharri Fyrsta flogfari Flesland-flogvøllurin í Bergen hevur um 5 mió ferðandi um árið. Ætlanir eru nú um at útbyggja hann munandi, og fara væntandi 7,5 mió fólk at ferðast um henda vøllin í 2016 At norðmenn eisini fegnast um nýggju rutuna hjá Atlantsflogi, bar hjáveran og røðan hjá Erik Lahnstein, statsskrivara í norska uttanríkismálaráðnum á. - Henda rutan fer at fáa stóran týdning fyri menningina av sambandinum millum Noreg og Føroyar, segði hann 5 mió ferðandi HØGT METT