mikudagur 22. juni 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. juni 2011 · Nr. 71
12
Sosialurin
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Álvur Haraldsen
Tað var mangan við ringum
tannabiti, at føroyingar hava
tosað um flogvøllin í Bergen.
Hetta var eitt av støðu
num, ið Atlantsflog hevur
brúkt, tá ikki varð lendandi í
Vágum orsakað av vánaligum
líkindum.
Men seinnapartin í gjár
hendi
ein
rættiliga
stór
og kollveltandi broyting á
hesum økinum:
Nú verður hinvegin latið
upp fyri eini nýggjari og
fastari rutu millum Vágar
og Bergen, og sum skal gera
tað spennandi og áhugavert
hjá
føroyingum
at
vitja
næststørsta býin í Noregi.
Mong søgulig bond hava
verið og eru framvegis mill
um londini bæði. Nú verður
eitt nýtt samband skapt við
hesi rutuni hjá Atlantsflogi,
ið fer at verða til fyrimuns
fyri
vinnulív,
handilslív,
lesandi, ferðavinnu og tey
mongu
ið
hava
familju
báðumegin Atlantshavið.
-- Tað hevur sín týdning
at ein nú aftur fær regluligt
ferðasamband millum lond
ini bæði. Ynskiligt verður
sjálvandi,
at
samvinnan
millum londini fer at gerast
enn betrií framtíðini, sigur
Torben Foss sum væntar sær
nógv av hesi flogleiðini.
Alt árið
Atlantsflog
hevur
áður
flogið til Stavanger, men í ár
verður bert flogið til eittans
staðið - Flesland flogvøllin
við Bergen.
Í fyrstu syftu verður flogið
higar tvær ferðir um vikuna
- hósdag og sunnudag - teir
næstu tríggjar mánaðirnar.
Fyrsta fráferðin verður 23. juni
og tann seinasta 28. august.
Men sum skilst er ikki
óhugsandi, at ein seinni
fer at víðka túratalið á hesi
nýggju rutuni.
Á samkomu á flogvøllinum
við Bergen seinnapartin í gjár
nevndi Magni Arge, stjóri í
Atlantsflogi at hetta tíðarav
markaða sambandi bert er at
meta sum ein byrjan.
– Okkara vón er, at vit
kunnu fáa eina fasta rutu
higar alt árið um eini 3 til 5
ár. Tað veldst alt um undir
tøkuna, vísti hann á.
Fleiri rutur
Fyri Torben Foss, ið nú
starvast sum løgfrøðingur,
men sum áður hevur starv
ast sum fulltrúi í norsku
stjórnini, hevur sambandið
við Føroyar stóran týdning.
Tað harmaði tí hann
sum bergensara, at Smyril
Line gavst at sigla higar við
Norrönu. Og tað gjørdu fleiri
aðrir norðmenn við honum.
Eitt var tað at sambandi
við Føroyar varð lagt niður.
Men fyri fólkið í Bergen
merkti hetta eisini, at sjó
samband teirra til Hetlands
varð niðurlagt, og sjósam
bandið hjá hetlendingum við
Føroyar á sama hátt.
– Hetta hevur eisini gjørt
tað truplari hjá fólki í Bergen
og vestlendingum at sleppa
til Íslands. Og eg veit eisini,
at ferðandi úr øðrum londum
í Europa, t.d. Týsklandi eru
spent uppá henda nýggja
ferðamøguleikan.
– Hvønn týdning henda
nýggja rutan fer at fáa fyri
ferðavinnuna,
vinnulívið,
tænastuvinnuna og onnur
viðurskifti, - tað verður
spennandi at síggja í fram
tíðini, sigur Torben Foss.
snorri@sosialurin.fo
Nú verður tað gott
FLOGFERÐSLA - Vit fegnast um, at Atlantsflog hevur valt at flúgva uppá Bergen. Higani stendur eitt opið
portur til onnur lond, sigur bergensarin og Føroyavinurin Torben Foss, nú fyrsti almenni túrurin verður
flogin hagar í morgin. - Henda farleiðin fer at hava stóran týdning fyri bæði føroyingar og okkum
Úr Bergen til útheimin
Flesland flogvøllurin er ein av stóru flogvøllunum
í Noregi. Og her verður eisini av álvara arbeitt við
at menna tænasturnar og finna nýggjar flogleiðir.
Rutan, sum Atlantsflog byrjar í morgin millum
Bergen og Føroyar, er bert ein av teimum nýggju
rutunum sum ein er farin undir í ár.
Í mars byrjaði flogfelagið Skyways eisini at flúgva
til Stockholm og í apríl byrjaði British Midland
International at flúgva til London.
Í fjør vórðu fleiri nýggjar rutur settar á stovn,
millum annað til Antalya, Barcelona, Keypmanna
havn, Rom, Gdansk Helsinki.
Sum skilst arbeiða flogfeløg eisini við at byrja
rutur til Madrid, Manchester, Milano, Moskva og St.
Pætursborg.
Hetta vil so aftur siga, at teir føroyingar sum
ferðast teir umleið 70 minuttirnar til Bergen, fáa
møguleika at flúgva beinleiðis hagani til nógvar av
teimum stóru býunum í Europa.
GRØNT LJÓS
Áðrenn farið
varð á flog vórðu
røður hildnar á
flogvøllinum í
Vágum. Her klippir
Jóhan Dahl grøna
snórin, meðan
Magni Arge fegnast.
Nú er grønt ljós at
flúgva til Bergen