mikudagur 22. juni 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 22. juni 2011 · Nr. 71
Sosialurin
seg til, hóast hon visti at
tað fór at vera krevjandi og
strævið.
– Ja, vit fingu at vita at tað
var "ikki bara". Og tað hevur
tað so sanniliga heldur ikki
verið, sigur hon við einum
brosi, nú hon loksins stendur
við einum prógvi í hondini.
Hesi trý árini hava tey
fingið holla undirvísing í
millum annað ymiskum sløg
um av sálmaspæli, í klaver,
ræddarvenjing, hoyrilæru og
hvussu ein leiðir og stjórnar
einum barnakóri.
Ein onnur týðandi læru
grein hjá einumhvørjum urgu
leikara er, hvussu ein skipar
spælið til eina gudstænastu,
alt eftir hvørjum parti av
kirkjuárinum ein er í.
– Vit hava verið saman
hvønn mikudag til felags teo
retiska undirvísing, eins og
eg havi fingið regluliga undir
vísing í urguspæli hjá Lars
Mensonides og í klaverspæli
hjá Heðini Kambsdal, sam
stundis sum eg jú eisini
havi spælt við tænasturnar
í Glyvra kirkju. Harafturat
havi eg eitt fulltíðar arbeiði
at passa - So tú skilir, at hetta
er ikki nakað sum nakar av
okkum er komin sovandi til,
brosar hon.
snorri@sosialurin.fo
PRóGV
Tey trý hava fingið prógv
usm urguleikarar - fremst
Jonni Dahl Hansen,
aftast vinstrumegin Jón
Magnus Joensen og Magni
Huusgaard. Arnbjørn
Kristiansen vantar á myndini
Hvørt
eitt ljós á
lívsins nátt
Tá
ein
urguleikari
spælir í eini kirkju, er
tað sum oftast prestur
ella deknur sum gera
av,
hvørjir
sálmar
skulu syngjast við ta
ávísu gudstænastuna
ella lesturin. Í onkrum
kirkjum er tað kortini
so,
at
urguleikarin
eisini sleppur at velja
sínar sálmar, tá lestur
er.
Tá tosið kemur inn
á
yndissáwwlmar,
sigur Jonni Dahl Han
sen at tað er ringt at
velja, tí henni dámar
nógvar, nógvar sálmar
sera væl. Ein av yndis
sálmunum er nummar
34
í
Sálmabókini
"Hvørt eitt ljós á lív
sins nátt".
Tað er norski prest
urin, sum tó varð
borin í heim í Keyp
mannahavn, Wilhelm
Andreas Wexels sum
hevur skrivað henda
sálmin í 1840. Jógvan
Nolsøe
á
Tvøroyri
týddi hann seinni til
føroyskt.
– Teksturin er so
vakur og lagið hjá A.
P. Berggren frá 1870
hóskar so ótrúliga væl
til tekstin, vísir Jonni
á – og nevnir sam
stundis at sangurin
ikki verður so nógv
sungin.
– Hann er so mikið
góður, at hann tolir
saktans at verða sung
in oftari í kirkjunum.