mikudagur 22. juni 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. juni 2011 · Nr. 71
10
Sosialurin
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Seinastu trý árini hevur
Jonni, saman við trimum
øðrum urguleikarum, gingið
til skipaða undirvísing í tí,
sum verður nevnt PO-út
búgving.
Hesa útbúgvingina hev
ur ein bert kunna tikið í
Danmark, men takka verið
Urguleikarafelagnum
og
musikkskúlanum er hesin
møguleiki nú eisini til staðar
hjá føroyskum urguleikarum.
Í hesum føri varð byrjað við
einum eitt-ára undanskeiði.
Sjálv
útbúgvingin
tekur
trý ár. Aftaná fyrsta árið av
útbúgvingini kunnu næm
ingarnir
taka
EO-prógv
(Elementært
urguleikara
prógv). Síðani kunnu tey
halda fram tvey ár afturat
og tá taka PO-prógv (Præli
minert urguleikaraprógv).
Hesa tíðina hava tey ver
ið runt í einum stórum parti
av tí, sum hevur við ta dag
ligu tænastuna hjá einum
urguleikara at gera. Og hetta
hevur eisini verið ein strævin
tíð.
– Vit hava nú fingið tað
fyrsta
prógvið
í
hesum
sambandi. At tú gongur til
skipaða undirvísing ger, at
tú lærir nógv og venir meir
miðvíst. Hesi fyrstu trý árini
havi eg lært sera nógv og
eri vorðin meir tilvitað um
mítt spæl, sigur Jonni Dahl
Hansen. Saman við hinum
trimum
næmingunum
-
Magna Husgaard úr Klaksvík,
Jón Magnus Joensen av
Argjum og Arnbjørn Krist
iansen úr Kollafirði - er hon
nú munandi betri før fyri at
røkja tænastuna sum urgu
leikari.
Gott grundarlag
Eins og hjá so mongum øðr
um tónleikarum fekk Jonni
tíðliga áhuga fyri tónleiki,
og byrjaði longu at ganga
til undirvísing sum 12 ára
gomul.
Hesa fyrstu undirvísingina
tónleiki fekk hon frá Gud
mundi Mortensen, sum í
dag er urguleikari við Dóm
kirkjuna í Havn og lærari í
musikkskúlanum og ein av
teimum, ið hevur fingið PO-
útbúgvingina skipaða her
á landi. Í Felagsskúlanum
á Oyrarbakka, fekk hon
frálæru frá Hans Erlandi
í Brekkunum, ið eisini var
urguleikari.
–
Hesa
undirvísingina
dámdi mær sera væl og har
fekk eg eina grundleggjandi
vitan
um
tónleik,
sigur
Jonni.
Seinni hevur hon fingið
undirvísing í urguspæli frá
tveimum øðrum kendum
urguleikarum – Oddvør Jo
hansen sum í dag er urgu
leikari við Hoyvíkar kirkju,
og Meinhard Bjartalíð, sum
í dag virkar sum prestur í
Glyvra Prestagjaldi.
Gávurnar sum urguleikari
fekk Jonni gjørt brúk av longu
sum 16-17 ára gomul, tá hon á
fyrsta sinni spældi til eina
gudstænastu í heimakirkjuni
við Norðskála.
– Eg minnist einki serligt
til ta gudstænastuna. So tað
man helst hava gingið eftir
vild, sigur Jonni, sum í dag er
44 ára gomul.
Skipað undirvísing
Norðskála kirkja hevði um
hetta mundið ein urguleikara
– Jóhonnu Joensen – sum
spældi fast til gudstænastur
og aðrar tænastur í kirkjuni.
Hon vildi tó fegin lata teir
ungu urgu-spírarnar sleppa
at royna seg, og soleiðis bar
tað til, at Jonni og ein vinkona
hennara, Marita Dam av og á
settust við urguna og spældu
til gudstænastur her.
Tá Jonni var 25 ára gomul
flutti hon út til Runavíkar,
men helt kortini fram at
spæla við Norðskála kirkju.
– Í dag spæli eg so í Glyvra
kirkju, her eg røki tænastuna
saman við Jensinu Simonsen,
og tað dámar mær væl,
greiðir hon frá.
Møguleiki at nema sær
útbúgving innan hetta fakið,
var ikki bara sum at siga tað
her á landi.
Urguleikarafelagið
ar
beiddi tó við at fáa eina skip
aða undirvísing og útbúgving
í urguspæli og royndi at fáa
urguleikarar at melda seg til,
men júst tá bar tað ikki til hjá
henni.
– Nei, júst tá helt eg meg
ikki hava tíð til tað. Døtrarnar
vóru ikki so gamlar, og eg helt
ikki at tíðin fór at røkka til,
so tí meldaði eg meg ikki til
útbúgvingina tá, vísir hon á.
Ikki bara
Fyri trimum árum síðani
bórust so somu tíðindi aftur,
og tá avgjørdi Jonni at melda
Einki spæl
at gerast
urgu
leikari
URGULEIKARI - Tað er ikki bara tað at kunna
spæla eitt vakurt præludium til eina gudstænastu.
Tað at leiða sálmasangin er líka týdningarmikið,
sigur Jonni Dahl Hansen, urguleikari við Glyvra
kirkju. Hon hevur spælt urgu í mong ár, og hevur
nú fingið elementært urguleikaraprógv.
Sálmarnir – tað
týdningarmesta
Kring landið finnast nógvir urguleikarar sum ár eftir
ár, sunnudag eftir sunnudag sita á sínum fasta plássi
við urguna.
Ein partur av teirra tænastu er at spæla eitt stykki
ella ein sálm, tá gudstænastan byrjar og tá hon endar.
Men tann stóra og týdningarmesta uppgáva teirra er
at spæla til sálmasangin.
Hetta veit Jonni Dahl Hansen alt um, og hetta er
hon eisini fult vitandi um:
– Okkara týdningarmesta uppgáva er at fáa sálma
sangin at ganga væl. Tað er tí eisini sera stuttligt at
spæla til eina gudstænastu og merkja, at fólk syngja
av fullum huga. Eisini er áhugavert hjá mær at sita og
lurta, tá aðrir urguleikarar spæla sálmar.
– Tað er ein frægd at syngja við, tá væl er spælt
undir, sigur hon.
URGULEIKARI
Tað er ein frægd at lurta eftir
góðum sálmasangi og góðum
urguleiki, sigur Jonni Dahl Hansen