Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-06-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 22. juni 2011 · Nr. 71 Sosialurin INUM ERU MANIPULERAÐ Rógvi Nybo Erla Olsen, lívfrøðingur, er ikki einsamøll í sínum ákoyringum móti nýggjasta tilmælinum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, um at vit nú aftur kunnu eta grind einaferð um mánaðin. Mennirnir handan upprunaliga frámælið frá 2008, Pál Weihe, landslækni, og Høgni Debes Joensen, landslækni, taka í høvuðsheitum undir við teim- um ákoyringum, Erla Olsen kemur við. Í einum innanhýsis riti frá Pál Weihe og Hægna Debes Joensen, til Bárð Enni, stjóra á Heilsufrøæðiligu Starvs stovu- ni, hava teir gjørt sínar við- merkingar til nýggja kosttil- mælið. Ákoyringarnar byggja nøk- un lunda á somu punkt, sum Erla Olsen nevnir í sínari grein. Hægsti felagsnevnari Serliga leggja Pál Weihe og Høgni Debes Joensen seg eisini eftir, at Heilsufrøðiliga Starvs- stovan hevur valt hægsta felags nevnara, tá tey hava valt markvirðið fyri kyksilvur at arbeiða eftir. HFS hevur valt at arbeiða eftir tilmælinum frá einum stovni undir Heims- heilsustovninum sum grundar- lag. – Vit høvdu hildið, at rímiligari hevði verið at býtt tilráðinigina hjá umhvørvis- stovuni í USA, sum er grundað á kanningarnar í Føroyum. Hevði hetta verið gjørt, so vildi tilráðingin hjá Starvsstovuni við somu fortreytum annars verið í mesta lagi ein máltíð annaðhvønn mánað. Og nýta vit ta seinastu hagfrøðiligu viðgerðina av sama tilfari, so minkar markvirðið aftur til helvtar, og tað hevði so havt við sær., at vit eftir hesum bert kundu etið grind í mesta lagi fjórða hvønn mánað. Sostatt hevur Heilsu frøði- liga Starvsstovan arbeitt eftir hægsta felagsnevnara. Vekt og onnur evni Pál Weihe og Høgni Debes Joensen nema í sínum við- merkingum eisini við tær vektir av tvøsti, arbeitt hevur verið við. Eitt nú framgongur tað ikki í tilmælinum, tá tey siga at ein persónur á 70 kg kann eta 250g av tvøsti um mánaðin, hvørt talan er um vektina á ráum tvøsti ella kókaðum. Rátt tvøst inniheldur í miðal 2 milligram av kyksilvuri fyri hvørt kilo, men um tú kókar tvøstið í 1½ tíma minkar tað við umleið 1/3 í vekt, vísa Pál Weihe og Høgni Debes Joensen á. Eitt annað, teir eisini fýlast á, er at í tilmælinum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni verður fyri tað mesta arbeitt við kyksilvuri, meðan hini skaðiligu evnini í grind – sum, føroysku kanningarnar hava víst eru fleiri, eitt nú Dioxin og PCB – mestsum ikki verða nevnd. Ikki mannaføði Niðurstøðan hjá Pál Weihe og Høgna Debes Joensen tykist verða greið. Úrslitini hjá HFS eru ivasom, og tað tykist ikki verða ráðiligt at eta grind eina ferð um mánaðin. – Og ein vøra, sum ikki má etast meira enn seks til tíggju ferðir um árið, kann eftir okkara tykki ikki tilmælast sum matur, staðfesta Pál Weihe og Høgni Debes Joensen. Pál og Høgni eisini ivasamir Grind Heilsufakliga er einki nýtt, sum bendir á at vit kunnu eta grind eina ferð um mánaðin. – Tvørturímóti eru vit í dag enn meira sannførdir um, at tilmælið frá 2008 var hitt rætta, siga Pál Weihe, yvirlækni, og Høgni Debes Joensen, landslækni. Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum hevur gjørt nýggjasta tilmælið um grind, hevði vegna eftirlitsvitjan úr ES ikki rættiliga stundir til at koma við viðmerkingum til allar ákoyringarnar frá Erlu Olsen. Hann svarar tó stutt, eftir at hava snarlisið greinina hjá Erlu Olsen, at tað eftir hansara tykki er talan um »nógvan royk, men onga grind«. Nógvur roykur men eingin grind Í 1998 komu Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Landslæknastovnurin og Arbeiðsheilsustovnurin við einum kosttilmæli, har mælt varð til at eta grind 1 – 2 ferðir um mánaðin Í 2008 koma Landslæknastovnurin og Arbeiðsheilsustovnurin við eini endaligari niðurstøðu, at grind er ikki egnað til mannaføði. Hesaferð er Heilsufrøðiliga Starvsstovan ikki við. Í 2008 takkar Kaj Leo Johannesen, løgmaður, fyri tilmælið, og sendir skriv til vinnumálaráðið, sum saman við Heilsufrøðiligu Starvsstovuni skal taka støðu til, um nøkur stig skulu takast. Í 2011 kemur Heilsufrøðiliga Starvsstovan við sínum egna tilmæli, sum er ein endurskoðan av tilmælinum frá 1998. Nú er niðurstøðan at grind kann etast 1 ferð um mánaðin – barnakonur og onnur eiga tó framvegis at verða fyrivarin. Fakta