fríggjadagur 24. juni 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 24. juni 2011 · Nr. 72
Sosialurin
Orð&myndir: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
6. partur
Ein av ídnu kvinnunum,
sum sjálvbondar nýta tíð
og kreftir í arbeiðinum hjá
Barnamissiónini, er Karolina
Nattestad úr Havn.
Hon hevði hoyrt nógv um
hetta arbeiðið frá mammu
síni og frá vermóður síni.
Men tað var altso fyrst í vár,
at hon sjálv tók avgerð um
at stuðla tí við praktiskari
hjálp.
– Mamma mín hevur
bundið nógv, men nú orkar
hon
ikki
longur,
greiðir
Karolina frá, eitt kvøldið ið
arbeiðið hjá Barnamisisónini
í Moldova var á skránni.
Henni dámar væl at binda,
serliga troyggjur og húgvur
til børn í øllum aldri. Og í so
máta sampakkar áhugin hjá
Karolinu sera væl við tørvin
og eitt av arbeiðsøkjunum
hjá felagsskapinum, hon nú
er vorðin partur av.
– Tað er púra vist, at tað
eru nógv av hesum børnun
um í Ukraina sum hava brúk
fyri góðum og heitum klæð
um. Her kunnu vit í Føroyum
veita teimum eina hjálpandi
hond, slær hon fast.
Hesa ferðina hevði Karo
lina bundið fleiri heitar
troyggjur og húgvur, sum
vórðu lætnar einari familju
í býnum Cornesti í Moldova,
- eini familju ið ikki átti so
mikið sum átti til tað dagliga
breyðið. Meiri verður at
frætta um hesa familjuna í
næsta parti.
Tilvild
Tað byrjaði kanska meiri av
tilvild enn nakað annað, tá
Karolina kom við í arbeiðið
hjá Skandinavisku Barna
missiónini.
Vermamma
hennara
dámar sum nevnt sera væl
at binda, og tað gjørdu eisini
aðrar kvinnur í heimbygdini,
Miðvági. Og kvinnum so
líkt ynsktu tær at hittast
regluliga til bindiklubb við
áhuga fyri arbeiðinum hjá
Barnamissiónini.
Hetta gjørdist so líðandi
til tað, at hon og aðrar
kvinnur, m.a. mamma Ellu
Niclasen, ið er leiðari fyri
arbeiðið í Føroyum, hava
verið í bindiklubbi saman í
mong ár.
– Tað var tí faktisk hon
mín, sum fekk meg við í
hetta arbeiðið. Hon hevur
altíð bundið nógv til Barna
missiónina, og soleiðis er
tað nú eisini vorðið hjá mær,
greiðir Karolina frá.
Nógv av tí sum hon
higartil hevur bundið, hevur
hon latið í fyrstu syftu til
henda bindiklubban. Haðani
eru øll hesi mongu pløggini,
ið øll eru bundin av góðum
huga og kærleika til tann
neyðstadda grannan, send
víðari til goymsluna hjá
Barnamissiónini í Havn.
Og aftur hiðani eru flestu
teirra
send
til
Ukraina,
men okkurt plaggið endaði
haraftrat í grannalandinum
Moldova.
Ger mun
Tað gekk kortini ikki øðrvísi
enn so, enn at Karolina
sjálv kom upp í arbeiðið hjá
Barnamissiónini í Føroyum.
– Eg havi verið her einar
tvær ferðir áður, so hetta
er triðja ferðin hjá mær her
í pakkingini, greiddi hon
frá, tá umboð fyri Sosialin
hittu hana eitt kvøldið í mai
mánaði, tá tey pakkaðu í
goymsluni hjá í Evensens
pakkhúsi.
Arbeiðið hjá Barnamissi
ónini var rímiliga nýtt fyri
hana sjálva júst tá, men hon
hevur sjálvandi havt møgu
leika at fylgja við í hesum
arbeiðinum sum vermamma
hennara hevur bundið til og
stuðlað gjøgnum nógv ár.
– Eg havi eisini við áhuga
lisið bløðini hjá missiónini,
og takkarbrøvini sum Ella
hevur sent út undan jólum á
hvørjum ári, greiðir Karolina
frá.
Umframt hetta er hon
eisini vorðin faddur til eitt
av børnunum sum missiónin
stuðlar í einum av londunum,
sum tey samstarva við.
Nú hevur hon fingið
hjarta fyri hesum týdningar
mikla arbeiðinum millum tey
børnini, ið einki eiga – ofta
hvørki heim, foreldur, verja
ella nakað alment netverk.
– Ja, tað eru nógv børn
sum ikki hava tað so gott.
Tí er gott, at vit í Føroyum
soleiðis
kunnu
hjálpa
teimum, sigur Karolina.
snorri@sosialurin.fo
Barna
missiónin
Skandinaviska Barna
missiónin varð stovnað
av Sigvard Wallenberg,
har ein í fyrstu syftu
hugsaði um at arbeiða
á Filipsoyggjunum. Ar
beiðið er síðani víðkað
til eisini at umfata
Ukraina, Zambia og
Moldova.
Í
Føroyum
finst
eisini
ein
deild
av
Skandinavisku Barna
missiónini, hvørs leið
ari er Ella Niclasen, tlf.
213407. Hildið verður í
Evensens Pakkhúsi.
Í Moldova stuðlar
Barnamissiónin pastor
Vitalie,
sum
hevur
ábyrgd av lítlari sam
komu, og at geva fleiri
børnum
bæði
mat,
innivist og umsorgan.
Greinarøð
um Moldova
Seinastu
tíðina
hava
fleiri greinar um Mol
dova staðið í blaðnum.
Talan er um eina
greinarøð í fleiri pørtum:
6. juni: Um 14 ára
gamla Maarin sum hev
ur ábyrgd av 4 systkjum
sínum
8. juni: Um kvinnur
og menn sum pakka
klæðir til Ukraina og
Moldova
10. juni: Um Eyð
gerð og hennara drúgva
arbeiði hjá Barnamissi
ónini
15. juni: Um Eyð
gerð
og
hennara
drúgva
arbeiði
hjá
Barnamissiónini
17. juni: Um pastor
Vitalie í Moldova sum
brennir
fyri
lands
monnum sínum
Í dag: Um Karolinu
Nattestad og henn
ara arbeiði í Barna
missiónini
Næstu ferð:
Um
familjuna hjá Lyud
mylu sum ikki eigur til
dagsins uppihald
Og at enda um,
hvussu arbeiðið í Før
oyum verður skipað
undir leiðslu av Ellu
Niclasen og hjálpar
fólkum hennara.
Okkara arbeiði ger mun
HJÁLPARARBEIÐI – Tað er nógv brúk fyri teirri hjálpini, sum tey í Ukraina og aðrastaðni
fáa úr Føroyum. Tað havi eg hoyrt tey tosa nógv um her í Skandinavisku Barnamissiónini,
sigur Karolina Nattestad. Hon er er rímiliga nýggj í hesum arbeiðinum, men hevur kortini
skilt og sæð, at teirra arbeiði ger mun úti í heimi. – Nú sleppi eg sjálv at vera við í hesum
Tað er púra vist, at
tað eru nógv av hesum
børnunum í Ukraina sum
hava brúk fyri góðum
og heitum klæðum. Her
kunnu vit í Føroyum
veita teimum eina
hjálpandi hond
Skandinaviska Barnamissiónin varð
stovnað av Sigvard Wallenberg, har
ein í fyrstu syftu hugsaði um at
arbeiða á Filipsoyggjunum. Arbeiðið
er síðani víðkað til eisini at umfata
Ukraina, Zambia og Moldova.
Í Føroyum finst eisini ein deild
av Skandinavisku Barnamissiónini,
hvørs leiðari er Ella Niclasen, tlf.
213407. Hildið verður í Evensens
Pakkhúsi.
Í Moldova stuðlar Barnamissiónin
pastor Vitalie, sum hevur ábyrgd av
lítlari samkomu, og at geva fleiri børn
um bæði mat, innivist og umsorgan.
FAKTA
Barnamissiónin
Karolina Nattestad hevur bundið nógvar troyggjur
"i årenes løb". Hesar troyggjurnar fóru allar til
fátækasta landið í Europa, Moldova. - Vit í Føroyum
kunnu so sanniliga gera mun her, sigur hon
HEITT OG GOTT
Børnini hjá teirri fátæku Lyudmylu hava fingið
gávur úr Føroyum - troyggjur og okkurt at spæla við.
Her ger sjálvt tann minsta gávan stóran mun
TØKK
FÁTÆKT
Pápi gentuna er farin til Ruslands at finna sær eydnuna góða.
Higartil hevur hann ikki funnið hana, og tí kemur tað meiri
enn so fyri, at børnini í húsinum ikki fáa sítt dagliga breyð