fríggjadagur 24. juni 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. juni 2011 · Nr. 72
8
Sosialurin
Uni Holm Johannesen
Tann 21. mars 2009 skrivaði
Thomas G. Svaneborg, blað
maður á Jyllandspostinum,
at fíggjarstøðan var hættislig.
Eik Grunnurin og Eik Banki
vóru í trupulleikum, metti
hann.
– Efter et overskud på
600 mio. kr. i 2007, lå fonden
inde med en egenkapital på
1,9 mia. kr. og lignede på det
tidspunkt
en
kernesund
pengetank. I dag er penge
tanken imidlertid drænet
betydeligt, fordi man i løbet
af året har store tab på sine
mange aktier i Eik Bank og
på en række køb, som man
har foretaget i tæt sam
arbejde med banken, skrivaði
blaðmaðurin.
Tá stóð forstjórin Marner
Jacobsen
púra
spyrjandi.
Hann vísti staðiliga aftur, at
nakar vandi var á ferð.
– Tað er í øllum førum ikki
nakað, vit kenna til, segði
hann við Sosialin tann 23.
mars 2009. Marner Jacobsen
var sannførdur um, at blað
maðurin
hevði
misskilt
roknskapin.
Misskiljingar ella ikki.
Støðan var hættislig fyri
tveimum árum síðani. Tað
vísir nýggjasta kanningin,
sum Carsten Fode, advokat
ur, hevur latið úr hondum.
Fíggjarstýringin og bygn
aðurin í gamla Eik Banka
var ábyrgdarleys. Bankin
gjørdi ikki neyðugu niður
skrivingarnar í fleiri førum,
umframt at bankin hækkaði
lánini við rentum av stórum
lánum. Eik Banki var farin at
loysast sundur.
– Det er min vurdering at
Bankens
halvårsregnskab
for 2009 ikke var retvisende,
idet Banken pr. 30. juni
2009 skulle have fortaget
mernedskrivinger af udlån
for minimum 800 mio. kr.,
hvilket ville have resulteret
i, at Banken ikke kunne op
fylde solvenskravet og det
af Banken fastsatte individ
uelle solvensbehov. Bankens
ledelse skulle straks have
meddelt dette til Finans
tilsynet. (..) Det er min vur
dering, at ledelsen burde
have
erkendt
Bankens
økonomiske situation pr.
30. juni 2009 og draget de
nødvendige
konsekvenser
heraf, skrivar Carsten Fode,
advokatur, í frágreiðini og
staðfestir, at váðafýsni var
høvuðsorsøkin, at bankin
kollsigldi.
Marni
Jacobsen
mátti
leggja kongin í Eik Banka, tá
Fíggjarligt Støðufesti yvirtók
virksemið har í september í
fjør. Hann kennir seg ikki
aftur í ákærunum.
– Eg havið arbeitt eftir
bestu sannføring øll árini,
sigur hann í dag.
Nevndin visti einki
Sambært
kanningini
hjá
Carsten Fode, hevði nevndin
í Eik Banka onga hóming
av, hvat fór fram handan
leiktjøldini. Tað var forstjórin,
sum hevði evstu ábyrgdina
av øllum. Nevndarlimirnir
hava als ikki røkt sína skyldu,
meðan stjórarnir grovt hava
mishildið sínar skyldur í
sambandi við útinnani av
teirra høgu álitisstørvum í
bankan. Tað skal nevndin
ábyrgdast fyri, heldur Carst
en Fode.
Mælir til endur
gjaldskrav
Carsten Fode mælir til, at
endurgjaldskrav
verður
gjørt galdandi móti gomlu
nevndini og leiðsluni í Eik
Banka. Hann er av teirri
áskoðan,
at
nevndin
og
stjórnin í gamla Eik Banka
á
einum
óforsvarligum
grundarlagi hava veitt sera
stór, tapsgevandi lán og í
ein stóran mun hava latið
vera við at gera neyðugar
niðurskrivingar, at grann
skoðanin ikki er útint í sam
svari við lóggávuna, og at
grannskoðanin hevur handl
að í stríð við góðan grann
skoðarasið við ikki at hava
tikið fyrivarni í sambandi við
sínar átekningar og váttanir.
– Fíggjarligt Støðufesti
hevur á hesum grundarlagi
avgjørt at taka rættarlig
stig móti fyrrverandi nevnd,
stjórn og uttanhýsis grann
skoðan bankans. Grannskoð
ararnir fara annars at verða
klagaðir inn fyri Grannskoð
aranevndina, boðar Fíggjar
ligt Støðufesti frá.
Fyrrverandi
nevndin
gjørdi í sambandi við skrældi
í september 2010 fráfari
ngaravtalur við bankastjórn
ina. Nevndin ætlar nú at seta
hesar fráfaringaravtalurnar
úr gildi.
EIK SKULDI
FARIÐ Í 2009
Grundarlagið fyri kanningini
Carsten Fode, advokatur, hevur kannað viðurskiftini í Eik Banka í tíðarskeiðnum frá
1. januar 2005 til 30. september 2010. Hann hevur havt fría atgongd til skjøl og teldu
postarnar hjá stjórunum – 107.435 teldupostar í alt, umframt annað neyðugt tilfar. Hann
hevur tosað við fleiri starvsfólk, men ikki við leiðsluna.
Carsten Fode, 62, er útbúgvin løgfrøðingur, rithøvundur og partaeigari í advokat
virkinum Kromann Reument.
Á sumri 2009 vóru greiðar ábendingar um, at Eik Banki fór ikki at
standa seg. – Tá var púra greitt, at bankin fór ikki at hóra undan.
Stjórarnir hava grovt mishildið sínar skyldur í sambandi við
útinnani av høgu álitisstørvum teirra. Bankin skuldi verið avtikin
fyri tveimum árum síðani, skrivar Carsten Fode í frágreiðingini
STÓÐ SPYRJANDI
Marner Jacobsen stóð púra spyrjandi í mars 2009, tá danskir miðlar mettu, at fíggjarstøðan var hættislig
í Eik Banka. Kanningin hjá Carsten Fode vísir, at bankin skuldi verið avtikin á sumri 2009
Lagt til rættis: Uni Holm Johannesen