fríggjadagur 24. juni 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 24. juni 2011 · Nr. 72
Sosialurin
Uni Holm Johannesen
– Hertil kommer, at stats
autoriseret
revisor
Hans
Laksá – i strid med god
revisorskik – utilstrækkeligt
eller mangelfuldt har udført
pligten til i revisionsproto-
kollen at underrette Bankens
ledelse og Finanstilsynet om
væsentlige svagheder, mang-
ler, fejl, risici og lignende for
hold i Banken.
Soleiðis
lýsir
Carsten
Fode arbeiðið hjá Nota, sum
er annað grannskoðaravirkið
hjá gamla Eik Banka. Hans
Laksá, stjórin, fær persón
liga av grovfíluni fyri at
hava góðkent roknskap utt
an víðari. Niðurstøðan í frá
greiðingini er, at hann hevur
ikki grannskoðað bankan í
samsvari við galdandi lóg-
gávu – Hans Laksá hevur
beinleiðis virkað í stríð við
góðan grannskoðarasið.
– Eg eri bilsin av kanning
ini. Vit eru farnir undir at
kanna, um vit hava gjørt okk
ara arbeiði til lítar, sigur Hans
Laksá. Hann hevur ikki aðrar
ítøkiligar viðmerkingar, fyrr
enn tað úrslitið fyriliggur.
Mælir til
endurgjaldskrav
Carsten Fode mælir Fíggjar
ligum Støðufesti til at reisa
endurgjaldskrav móti Hansi
Laksá og tveimum donskum
grannskoðarum hjá Deloitte,
sum
grannskoðaðu
Eik
Banka eitt skifti í 2010, um
framt at teir skulu kærast
inn fyri Revisornævnet fyri
vánaligan sakførarasið.
Erik
Holst
Jørgensen,
stjóri í Deloitte, sigur við
Børsen, at talan er um eina
misskiljing.
– Carsten Fode hevur ikki
tosað við okkum. Um hann
hevði tað, hevði úrslitið ver
ið eitt annað. Deloitte stóð
bara fyri einum yvirliti av
roknskapinum fyri fyrsta
ársfjórðing í 2010, tað er mun
andi minni enn ein verulig
grannskoðan, sigur hann við
borsen.dk. Henrik Bjerre-
Nielsen, stjóri í Fíggjarligum
Støðufesti, sum varðar av
kanningini, sigur, at tað er
vanlig mannagongd, at tú
prátar ikki við persónarnar,
sum eru undir illgruna. Tað
er fyri at fáa eina so objektiva
viðgerð sum tilber.
– Teir fáa høvið at svara
í fjølmiðlunum, ella tá teir
eru í rættinum, sigur Henrik
Bjerre-Nielsen.
Hans Laksá er lítillætin.
– Hetta verður ein tilgongd
millum okkum og Fíggjarligt
Støðufesti. Vit hava einki
annað at siga júst nú, sigur
stjórin í Nota.
Hann
er
ikki
longur
grannskoðari hjá Eik Banka.
Nota boðaði frá í gjár, at
felagið ynskir at verða loyst
frá grannskoðarauppgávuni
fyri bankan.
Hesi kunnu
vænta
endur
gjaldskrav
Tað eru 14 føroyingar og átta
danir, sum kunnu vænta endur
gjaldskrav í málinum um Eik
Banka. Carsten Fode, advokatur,
mælir Fíggjarligum Støðfesti
til at reisa endurgjaldskrav
móti hesum fólkunum.
Fyri føroyska bankan:
- Frithleif Olsen (nevndarformaður, í nevndini síðani
mars 2003)
- Odd Arild Bjellvåg (næstformaður, í nevndini síðani
mars 2004)
- Tormund A. Joensen (nevndarlimur síðani oktober
1997)
- Rakul Dam (nevndarlimur síðani oktober 2001)
- ólant Vidtfeldt (nevndarlimur síðani mars 2003)
- Gert Langgaard (nevndarlimur síðani mars 2004)
- Petur D. W. Hammer (nevndarlimur síðani mars
2004)
- Jákup Egil Jensen (nevndarlimur síðani mars 20.
mars 2009)
- Marian Jacobsen (nevndarlimur síðani mars 2003,
fór úr nevndini 20. mars 2009)
- Fia Selma Nielsen (nevndarlimur síðani apríl 2008,
fór úr nevndini 27. mars 2010)
- Mathea Hilduberg (nevndarlimur síðani apríl 2004,
fór úr nevndini 27. mars 2010)
- Finnbogi Niclasen (nevndarlimur síðan i mei 2001,
fór úr nevndini 27. mars 2010)
- Marner Jacobsen (stjóri síðani mars 1999)
- Bjarni Olsen (stjóri síðani mei 1999)
Fyri danska Eik Bank:
- Marner Jacobsen (nevndarlimur síðani september
2001, nevndarformaður frá 31. januar 2005 til 18. okt.
2010)
- Henrik Ørsted (nevndarlimur síðani februar 2001,
næstformaður frá 31. januar 2005 til 18. oktober
2010)
- Knud Strange (nevndarlimur frá 7. februar 2001 til
16. mars 2009)
- Benny Hofmann (nevndarlimur síðani 16. mars
2009)
- Jette Aakerhjelm Christensen (starvsfólkavaldur
nevndarlimur síðani 16. mars 2009)
- Torben Vogelius Andersen (starvsfólkavaldur
nevndarlimur síðani 16. mars 2009)
- Brian Toft (stjóri frá 7. februar 2001 til 1. januar
2009)
- Jesper Clausen (stjóri frá 1. oktober 2006 til 30
september 2010).
- Kim Sandberg (stjóri frá 1. september 2008 til 18.
oktober 2010)
- uni
Uni Holm Johannesen
Hvørki Marner Jacobsen,
fyrrverandi bankastjóri, ella
Hans Laksá, stjóri í Nota, taka
undir við niðurstøðunum í
frágreiðingini, sum Fíggjar
ligt Støðufesti hevur gjørt.
Henrik
Bjerre-Nielsen
viðurkennir, at tað eru fleiri
metingar av málinum, men
hendan søgan verður lýst úr
teirra sjónarhorni.
– So er tað upp til dóm
stólin at taka støðu til, um
okkara søga er tann rætta,
sigur Henrik Bjerre-Nielsen.
Hann leggur afturat, at advo
katurin fer nú at fyrireika
rættarmálið.
– Tað tekur altíð eina ávísa
tíð, men vit stremba eftir, at
tað hendir skjótast tilber. Vit
kunnu framvegis ikki siga
nágreiniliga, sigur hann.
Fyrrverandi
stjórnin,
nevndarlimirnir og grann
skoðanin hjá Eik kunnu
vænta eitt lutfalsliga stórt
endurgjaldskrav,
sambært
stjóranum í Fíggjarligum
Støðufesti.
– Vit kunnu framvegis
ikki siga nágreiniliga talið,
men talan verður um eina
stóra upphædd, sigur Henrik
Bjerre-Nielsen.
Grannskoðarin
góðkendi rokn
skapin uttan víðari
Hans Laksá, stjóri í Nota, er fyri hørðum skuldsetingum í frágreið
ingini. Hann fær av grovfíluni fyri at hava góðkent roknskap
uttan víðari. – Eg eri bilsin av kanningini, sigur Hans Laksá
Dómstólurin stendur
við avgerðini
– Hendan frágreiðingin er søgan, sum hon verður lýst út frá sjónar
horninum hjá okkara advokati. So er tað upp til dómstólin at taka
støðu til, um okkara søga er tann rætta, sigur Henrik Bjerre- Nielsen
Hans Laksá hevur
beinleiðis vriakð
í stríð við góðan
grannskoðarasið
Carsten Fode
Vit kunnu framvegis ikki
siga nágreiniliga talið,
men talan verður um eina
stóra upphædd, sigur
Henrik Bjerre-Nielsen