fríggjadagur 24. juni 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. juni 2011 · Nr. 72
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Fiskidaganevndin hevur í
samband við tilmælið fyri
fiskiárið
2011/2012
gjørt
kanningar millum fiskimenn
og -kvinnur, sum er týðandi
partur av tilmælinum hjá
nevndini.
– Kanningin bendir á,
at útlitini fyri komandi ár
eru góð, og at útlitini fyri
toskastovnini
framvegis
eru
góð.
Hýsustovnurin
er framvegis illa fyri, tó at
ábendingar eru um glottar.
Upsastovnurin er framvegis
hampiliga væl fyri. Støðan
hjá fleiri av hinum týðandi
fiskasløgunum
er
eisini
hampiliga góð, meðan verri
stendur til hjá summum
fiskasløgum.
Fiskidaganevndin vísir í
sínum tilmæli á, at støðan við
æti inni á landgrunninum er
í ár eitt sindur verri enn í
fjør.
– Bæði kanningin hjá
fiskidaganevndini
og
kanningin av plantuæti á
Lívfiskastøðini í Skopun,
sum Havstovan ger, vísa,
at minni er til av æti inni
á
landgrunninum.
Víst
verður í samrøðukanning á,
at fiskurin inni undir landi
er rak, og lítið av æti er at
síggja. Kanningin vísir tó,
at støðan við æti úti á er
góð. Nógv æti er í fiskinum,
og fiskurin er feitur, sigur
fiskidaganevndin.
Veiðiorkan minkað
– Veiðiorkan á botnfiska
veiðu undir Føroyum er
minkað
munandi
sein
astu árini. Hetta er serliga
galdandi fyri ávísar bólkar.
Fiskidagatalið varð skorið við
fleiri enn 5.200 døgum, svar
andi til 16% frá fiskiárinum
2009/2010
til
2010/2011.
Samstundis er talið av fiski
loyvum í bólkunum 1 til og
við 4 minkað úr fleiri enn
125 loyvum fyri fimm árum
síðani til 99 loyvir í dag. Av
hesum eru 84 í veruligar
vinnu.
Fiskidaganevndin metir,
at fyritreytirnar fyri, at
stovnarnir koma fyri seg
aftur, eru til staðar, men tó
er neyðugt, at eitt vakið eyga
verður hildið við veiðini eftir
ungfiski,
serliga
smáum
toski.
– Vit eru samd um at
mæla til óbroytt fiskidagatal
fyri fiskiárið 2011/2012. Til
mælið er grundað á, at
nevndin mælir til varsemi,
hóast veiðiorkan í flotanum
er minkað. Verður ein fram
haldandi minking í veiði
orkuni,
eigur
at
verða
umhugsað at hækka fiski
dagatalið aftur.
Ein minniluti í fiskidaga
nevndini, Sniálvur Røvils
berg, mælir til, at bólkarnir
5A og 5B verða lagdir saman
við felags dagatali á sama
støðið sum í verandi fiskiári.
Fiskidaganevndin
er
eisini samd um, at bólkur 5
framvegis fær tillutaðar 100
snelludagar á Føroya Banka.
– Eitt vakið eyga eigur
at verða hildið við veiðini
eftir ungfiski, og at neyðug
átøk eiga at verða sett í verk,
um uppíblandið av smáum
toski er ov stórt sambært
kunngerð um friðing av
ungfiskaleiðum.
Dagføringar
Eins og undanfarna ár, mælir
fiskidaganevndin eisini til, at
ein dagføring verður gjørd
av stongdu leiðunum, og at
kanningar verða gjørdar av,
hvørja ávirkan tað hevur
á fiskastovnarnar, at leiðir
verða stongdar heilt ella
lutvíst ár um ár.
– Vit mæla eisini til, at
ein lýsing verður gjørd av,
hvussu tær stongdu leiðir
nar skulu vektast í fiski
dagaskipanini.
Ein
slík
lýsing hevur eisini týdning í
samband við skjalaprógvan
av, hvussu burðardygg fiski
dagaskipanin er.
Ein samd nevnd mælir
til, at Havstovan fær hægri
játtan til at gera fleiri kann
ingar, sum føra við sær,
at metingarnar av veiði
trýstinum verða neyvari.
– Eitt vakið eygað eigur
at verða hildið við hjáveiðu
hjá
pelagiska
flotanum.
Myndugleikarnir eiga at um
hugsa at seta eftirlitsfólk
umborð á øll skip, sum royna
eftir uppisjóvarfiski undir
Føroyum.
Nevndin vísir eisini á,
at hagtøl fyri fiskidagar
í
ymisku
bólkunum
í
fiskidagaskipanini
kunnu
verða misvísandi og elva til
mistulking.
– Ein samd nevnd mælir
frá, at óbrúktir dagar verða
brúktir sum grundgeving
fyri at skerja fiskidagatalið,
sigur
fiskidaganevndin
í
sínum tilmæli til lands
stýrismannin.
vilmund@sosialurin.fo
Vilja hava óbroytt
fiskidagatal
– Vit eru samd um at mæla til óbroytt fiskidagatal fyri komandi fiskiár. Tilmælið er grundað á,
at nevndin mælir til varsemi, hóast veiðiorkan í flotanum er minkað. Verður ein framhaldandi
minking í veiðiorkuni, eigur at verða umhugsað at hækka fiskidagatalið aftur, sigur
fiskidaganevndin, sum nú er komin við sínum tilmæli til landsstýrismannin, Johan Dahl
Limir í nevndini eru:
Dennis
Holm,
for
maður, Dánjal Jacob
sen (partrolarar), Theo
dor Poulsen (trolbátar),
Auðunn
Konráðsson
(MÚ), Hálvdan Gud
mundsen (línuskip) og
Sniálvur
Røvilsberg
(Fiskimannafelagið).
Skrivari er Hertha
Olsen.
Fiskidaganevndin
hevur havt 7 fundir.
Fiskidaganevndin
er
sett við heimild í §
5 stk. 9 í løgtingslóg
nr. 28 um vinnuligan
fiskiskap
frá
10.
mars 1994, við seinni
broytingum.
Uppgávan
hjá
nevndini er at lata
landsstýrismanninum
metingar um støðuna
í botnfiskastovnunum
og tilmæli um fiski
dagar, og hvussu fiski
skapurin skal skipast
tað komandi fiskiárið.
Fakta um
limirnar
Fakta um
arbeiðs
uppgávu
Ein samd fiskidaganevnd mælir til, at Havstovan fær hægri játtan til at gera fleiri
kanningar, sum føra við sær, at metingarnar av veiðitrýstinum verða neyvari
Mynd: Rógvi K. Mouritsen