fríggjadagur 24. juni 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 24. juni 2011 · Nr. 72
Sosialurin
Leo Poulsen
Dómarin metti málið so
trupult, at hann umbað
sær umhugsinartíð, eftir at
rættarmálið í Føroya Rætti í
gjár vardi heilar sjey og ein
hálvan tíma.
Ákæruvaldið hevði býtt
ákæruna upp í fýra for
hold (sí faktaboks), har for
holdini vórðu sett upp í
kronologiskum ordan.
Ákæruvaldið
segði,
at
siðamnisbrotini
byrjaðu
fyrst í mars 1994, tá maðurin
á fyrsta sinni gjørdi seg inn
á gentuna. Hetta hendi undir
einum túri til Havnar, tá
maðurin saman við gentuni,
sum var systirdóttir konu
hansara, fór við, tí maðurin
skuldi eftir konu sínu og
nýføddu dóttrini.
Sambært ákæruvaldinum
skuldi hann verið steðgaður
á og gjørt seg kynsliga inn á
gentuna tó ikki við samlegu.
Maðurin segði seg ósek
an í hesari ákæruni og
mintist týðiliga, at hann var
steðgaður fyri at rulla sær
eina sigarett, nakað sum
ákæruvaldið fann undarligt
at minnast 16 ár seinni.
Hetta var so byrjanin til
eina kynsliga misnýtslu, sum
helt fram líka til gentan var
vorðin 18 ára gomul.
Órættaða varð førd sum
vitni og sat í vitnisstólinum
í tríggjar og ein hálvan tíma,
og alla tíðina var hon rólig
og fattað, meðan hon greiddi
frá, hvussu ákærdi maðurin,
sum nú er 50 ára gamal, hevði
gjørt seg kynsliga inn á seg.
Ikki lukkuligt
Hjásitarin hjá gentuni kravdi
referatforboð, og hetta gekk
dómarin við til. Men í sínari
proseduru vísti ákærin til
vitnisfrágreiðingina
hjá
gentuni, og tað var ikki fyri
sartar sálir, sum gentan
kundi greiða frá.
Frá tí at misbrúkið byrjaði
og heilt fram til gentan var
18 ár, fór fram ein støðug
misnýtsla,
har
maðurin
gjørdi seg inn á gentuna við
øðrum kynsligum ágangi
enn samlegu, segði ákærin í
proseduruni.
Ákærin, Linda Hesselberg,
segði, at í forholdi eitt var
tað
ógvuliga
trúligt,
at
gentan mintist hendingina,
tí hetta var fyrstu ferð,
at ákærdi gjødi seg inn á
hana. Samstundis kveistraði
hon
frágreiðingina
hjá
ákærda um at hann bert
varð steðgaður at rulla eina
sigarett, til viks, tí sum hon
segði, at hvør minnist, nær
ein hevur rullað eina sigarett
fyri 16 árum síðani.
Ákærin legði eisini dent á,
at gentan ógvuliga detaljerað
og sannførandi greiddi frá,
hvussu misbrotini vóru farin
fram. Detaljir sum hvørjar
lutir, ákærdi brúkti móti
henni og hvussu teir sóðu
út og hvønn lit teir høvdu,
var alt við til at undirbyggja
trúvirðið hjá gentuni, segði
Linda Hesselberg.
Hon vísti eisini til frá
greiðingina hjá gentuni um,
hvussu maðurin bar seg at
við at fáa fullborna samlegu
við órættaðu.
Linda Hesselberg segði
ongan iva vera um, at gentan
talaði satt og at maðurin var
sekur í ákæruritinum. Hon
mælti tí til, at maðurin varð
dømdur í trý ára treytaleysa
fongsulsrevsing
Maðurin noktar
Ákærdi maðurin hevði ikki
óvæntað eina aðra uppfatan
av tí, sum farið var fram.
Hann noktaði fyri, at nakað
var farið fram í forholdi eitt,
og hann hevði hægst verið
ónærisligur við gentuna fýra
til seks ferðir, meðan hon var
undir 12 ár, og í mesta lagi
einar 10 ferðir, meðan hon
var millum 12 og 15 ár.
Hann noktaði seg sekan í
øllum ákærum um kynsliga
samveru við gentuna eftir at
hon var fylt 15, eins og hann
noktaði fyri at havt fullborna
samlegu við gentuna.
Umframt
órættaðu
vóru trý vitnir førd, eitt av
ákæruvaldinum og tvey av
verjanum, men hesi kundu
ikki varpa nakað meira ljós
á málið. Hvørki mamma at
gentuni ella kona ákærda
høvdu kent til málið, fyrr
enn tað varð meldað. Konan
tóktist enntá at vera í
fullkomiligari avnoktan.
Málið kom fyri ein dag,
tí gentan, sum nú er 26 ára
gomul, av einari vinkonu
varð ávarað móti at hava
barn sítt í ávísari dagrøkt, tí
ein vælkendur »krænkari«
hevði sína gongd har.
Hetta fekk minnini og
kenslurnar at vella fram
hjá gentuni, sum setti seg í
samband við KRIS og seinni
við
Trivnaðarnevndina
í
kommununi.
Har
endaði
málið hjá barnaverndini, sum
meldaði tað til løgregluna.
Verjin metti, at órættaða
var eitt ótrúverdugt vitni
og nevndi eina hending fyri
tíggju árum síðani, tá vitnið
viðgekk at hava logið fyri
løgregluni.
Jógvan Páll Lassen helt
heldur ikki, at frágreiðingi
hjá vitninum annars hekk
saman. Hann mælti tí til átta
mánaðar fongsul, har megin
parturin av revsingini verður
treytað.
Dómurin fall á miðdegi í
dag eftir evstamark blaðsins.
leo@sisialurin.fo
Viðgekk siðamisbrot
móti barni
Siðamisbrot Ein 50 ára gamal maður úr Eysturoynni viðgekk í Føroya Rætti
í gjár, at hava framt siðamisbrot móti einari ungari gentu, sum sambært
ákæruvaldinum byrjaði longu í mars 1994, tá gentan var níggju ára gomul
FAKTA
Ákærurnar
Forhold 1:
Við í mars 1994 á veg
til Havnar við bili at
hava steðgað bilinum
og sagt við gentuna,
at nðu skuldu tey
gera nakað stuttligt
og kitlandi fyri síðani
at hava gjørt seg inn
á gentuna við øðrum
kynsligum ágangi enn
samlegu
Forhold 2:
Í tíðarskeiðinum
11.09.1996 til 11.09.1999
við harðskapi
ella hóttanum
um harðskap at
hava framt annan
kynsligan ágang enn
samlegu
Forhold 3:
Í tíðarskeiðinum
11.09.1999 til 2004
við harðskapi
ella hóttanum
um harðskap at
hava framt annan
kynsligan ágang enn
samlegu
Forhold 4:
Í tíðarskeiðinum
11.09.1999 til 2004
við harðskapi ella
hóttanum um
harðskap at hava
framt samlegu